Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 32 ÍTRÓTTUR JÓANNES HANSEN T að verður vinn ella for­ svinn um vikuskiftið. Fjórð­ingsfinalurnar í steypakappingini eru á dags­skrá. Vinnararnir halda fram í hálvfinalunum, sum verða spældar miku­dagin/hósdagin 25./26. mai og sunnu­dagin/mánadagin 15./16.juni. Dagsskráin er heilt øðrvísi nú, enn hon var, tá ið tað fyri 61 árum síðani varð farið undir fyrstu kapp­ingina um ísafjarðarbikarið, og enn dagsskráin var øll árini fram til 1988, tá ið tað varð spælt um eitt ísafjarðarbikar og tríggjar ísafjarðar­súlur. Tá snúði tað seg um heiður og æru og um at vinna bikarið og súlurnar til ognar. Treytin fyri hesum var tá sum nú, at tað liðið, sum vann flest ferðir í tíggju ár, vann steypið til ognar. HB var steypaliðið yvir øll onn­ur. 26 finalusigrar eru orsøk til, at ísafjarðarbikarið og tríggjar ísafjarðar­súlur eru millum heilt serstøku lutirnar á steypahillunum í HB húsinum. Løgmanssteypini og Europa Síðani 1989 hevur verið spælt um løgmansteypið, og síðani 1991 hevur dagsskráin ikki bara snúð seg um heiður og æru og steyp. Nú snýr tað seg um at vinna steypakappingina og harvið at tryggja sær rætt at spæla í europeisku kappingini. Tá ið tað varð kappast um fyrsta løgmanssteypið, var HB framvegis stinnasta steypaliðið. Tá ið felagið í 1998 vann greipuna, bar tað við sær, at fyrsta løgmanssteypið varð sett undir liðini á bikarinum og teimum trimum súlunum, og har stendur tað framvegis. Tað var øgiliga tætt og spenn­ andi í kappingini um næsta løg­ mans­steypið. B36 vann tað tríggjar ferðir, GÍ vann tað tvær ferðir, KÍ, HB og NSÍ vunnu tað einaferð í part, áðrenn EB/Streymur vann tað fyri fyrstu ferð í 2007. Árið eftir – í 2008 – var tíggjunda árið, at tað varð kappast um hetta steypið. Tá átti B36 tríggjar aktiur í tí, og GÍ átti tvær. Tí varð tað greitt, at um GÍ ikki vann steypið hetta árið, og tað harvið varð neyðugt at kapp­ast í hvussu so er eitt ár aftrat, so end­ aði steypið í B36 húsinum. EB/Streymur og B36 hittust í final­uni í 2008. EB/Streymur tryggj­aði sær pláss í europeisku kappingini við at vinna 3-2, men steypið flutti inn í B36 húsið, og har hevur tað staðið síðani. Á gáttini hjá Víkingi Undan fjórðingsfinaluni um viku­ skiftið minnir støðan ikki so lítið um hana, sum var í 2008. Hetta er áttanda árið, at tað verð­ur kappast um hetta steypið. Hóast fýra faldu steypavinnararnir og nú verandi toppliðið í lands­ kapp­ingini er favorittur, so er fram­ vegis møguleiki fyri, at onnur lið kunnu vinna ársins steypakapping og harvið tryggja sær rætt at spæla europeiskan fótbólt næsta summar. Tað er tó sera sannlíkt, at Víking­ ur fer at vinna løgmans­steypið til ognar í ár, og tað er sannlíkt, at tað verður longu sunnudagin. Víkingur vann steypið í 2009, so vann EB/Streymur í 2010 og 2011, og síð­ani hevur Víkingur vunnið fýra ferðir á rað. Tað vil siga, at Víkingur hevur longu vunnið steypið fimm ferðir. Um EB/Streymur ikki vinn­ ur steypa­kappingina í ár, so verður ikki møguleiki hjá øðrum felag at vinna tað so ofta, sum Víkingur longu hevur vunnið tað, og so verður neyðugt við nýggjum steypi at kappast um. Sunnudagin fer EB/Streymur at spæla fjórðingsfinalu í Runavík, meðan Víkingur eigur heimavøll ímóti HB. Seinnapartin leygardag fær Giza/Hoyvík vitjan av Skála, og meistararnir í B36 fara sunnudagin til Klaksvíkar. Avbjóðingin Fimm tey fremstu í lands­kapp­ ingini eru framvegis við í steypa­ kapp­ingini. Tað er einki at liggja omaná, at skráin verður øgiliga tøtt og krevjandi hjá teimum, sum sunnu­dagin fara at kvalifisera seg í hálvfinaluumfarið. Tí er tað so sjálvsagt, at tætta dystarskráin í sambandi við hálvfinalurnar fer at bera møði við sær og harvið størri møgu­leika fyri bæði leikbannum og skaðum. Hetta er serliga áhugavert, tá ið tað er so tætt millum seks tey ovastu í landskappingini, sum støðu­talvan sigur, at tað er, nú ein trið­ingur av landskappingini er av­ greiddur. – Sjálvandi ætla bæði vit og hini liðini okkum at vinna bæði FM og løgmanssteypið. Tað er sera javnt í landskappingini, og tað eru so nógvir dystir á skránni nú, sum tað neyvan hava verið áður. Hetta ber avbjóðing við sær, sum snýr seg um, hvussu nógv trýst skal leggj­ ast á stuðulsspælararnar, og um og hvussu ofta teir skulu loysast av. Vit eru mitt í hesum, tí tað eru so nógvir, sum í fjør vóru fyrsta val, ið eru skaddir, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá meistara­lið­num B36, sum ikki hevur vunnið steypa­ kapp­ingina síðani 2006. Víkingur eigur flestu heiðursmerkini Tá ið tað snýr seg um steypafótbólt og vinn ella forsvinn dystir vísir tað seg ofta, at royndirnar hava nógv at siga. Tá ið tað bara eru tvey lið, sum hava vunnið steypafinalurnar sein­astu sjey árini – Víkingur (5) og EB/Streymur (2) – so kemur tað ikki óvart á, at tað eru hesi bæði liðini og serliga Víkingur, sum eiga spælarar, ið hava roynt at vinna finalur. Um roknað verður út frá teim­ um, sum higartil í ár hava verið á vøllinum í landskappingini, og sum umboða tey feløgini, sum um vikuskiftið skulu spæla fjórð­ings­ finalu, so eru tað 23 spælarar, ið áður hava roynt at vinna steypa­ kappingina. Súni Olsen var longu í 2000 á GÍ liðnum, sum vann finaluna ímóti HB 1-0. Higartil hevur hann vunn­ið fimm finalur – tvær fyri GÍ og tríggjar fyri Víking, og nú skal hann spæla fjórðingsfinalu fyri KÍ og ímóti B36. Einasti B36 spælarin, sum hevur vunnið steypafinaluna, er Jákup á Borg, sum í 2001 var við til at vinna illveðursfinaluna ímóti júst KÍ! Atli Gregersen og Hanus Jacobsen hava verið við til at vinna seks finalur – eina fyri GÍ og fimm fyri Víking. Hóast Fróði Benjaminsen er super­veteran­ur og hevur vunnið nógv, so hevur hann bara vunnið steypa­final­ una einaferð. Tað var við B36 í 2006. At HB ikki hevur vunn­ið steypafinaluna síðani 2004 er orsøk til, at tað umframt Fróða Benjaminsen bara er ein HB spælari, ið hevur vunnið steypa­ final­una – Rókur Jespersen í 2004. FÓTBÓLTUR Toppliðið eigur nógv flest spælarar við gullkrónum í steypa­ kappingini. Um EB/Streymur ikki vinnur í Runavík sunnudagin, so fer toppliðið í landskappingini longu nú at vinna løgmanssteypið til ognar STEYPIÐ VERÐUR Í SARPUGERÐI Løgmanssteypið