Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016 SOSIALURIN 52 34 Nú kom tað, ið eg havi bíðað eftir ... Tordur J. Niclasen verkfrøðingur P/F Demich Hóskvøldið 21. apríl 2016 kunngjørdi Kringvarp Føroya úrslit av kanning, sum tey og Miðlahúsið hava tikið stig til. 532 fólk spurd og gjørdist tann stóra yvirskriftin, sum fór inn í hvørja stovu í landinum, at: “64 % av føroyingum eru fyri borgarligari vígslu av samkyndum” og á KVF portalinum, at “Tveir triðingar av før­oyingum taka undir við, at sam­ kynd kunnu giftast borgarliga”. Tá so hugsað verður um, hvussu spurningarnir vóru orðaðir, ("Tekur tú undir við, at hjúnabandslógin verður broytt soleiðis, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga, tvs. ikki í kirkju.”)so kann ein ikki koma til aðrar niðurstøðu, enn, at talan er um grova manipulation við spurningunum, til tess at fram­ pro­vokerað eitt svar, sum man frammanundan hevði sett sum fasitt! Tí hevur slíkur tíðinda­flutn- ing­ur ONKI objektivt tíðindavirði og er beinleiðis villleiðandi – til­ vitað ella ei! Hvat er tað sum ger, at hesin miðil tekur sær rætt til slíkt – og í “síðstu løtu”, áðrenn mál­ið kemur til atkvøðugreiðslu, bill­ar føroyingum slíkt inn?? Hvar er tann fakligi stoltleikin hjá avvarðandi tíðindabryggjarum blivin av? Hvussu samsvarar slíkur tíð­inda­flutningur § 10 í lógini um Kring­varp, har sagt verður m.a., at “Kring­varp Føroya skal í programm­virkseminum leggja dent á ....sakliga og óhefta upplýsing..”. Hvussu sam­svarar hetta við góðan fjøl­miðla­sið? Hvussu saklig og óheft vóru nevndu tíðindi, kann ein loyva sær at spyrja? Hetta málið slóðar fyri vígslu innan kirkjugátt – tað veit KVF eisini uttan iva. Tað hevur tað gjørt í Danmark, Grønlandi, Norra v.fl – hví so ikki í Føroyum? Hví var spurningurin so ikki orðaður nakað soleiðis: ”tekur tú undir við, 1) at broytingar í hjúna­ bandslógini verða framdar, sum slóða fyri kirkjuligari vígslu? 2) ella tekur tú heldur undir við skrá­ settum parlagi?” Taktiskur leikur At KVF nú, bert fáa dagar áðrenn atkvøðugreiðsluna í tinginum, kemur við slíkum tíðindum, kemur als ikki óvart á. Havi faktiskt sitið og bíðað eftir hesum, tí taktiski leikurin hjá hesum “óhefta” stovni tykist mær í øðrum føri eisini at hava verið júst tann sami, at hava ein selektivan tíðindaflutning, sum ávirkar, stuðlar uppundir og fremur tað, sum oddafiskarnir í KVF sjálvir meta politiskt korrekt!! At hesin tíðindaflutningur samstundis tykist óálítandi og villleiðandi, tað hevur als einki at siga, um meginreglan er, at “ málið halgar mátan”. Í hvussu so er: sera væl teimað! Spell at trúvirði hjá hesum stovni á hendan hátt enn einaferð far eitt skot fyri bógvin. Ein stovnur,sum annars hevur stóran týdning í føroyska samfelagnum og hvørs starvsfólk hava prógva sín førleika við mongum dygdargóðum sendingum. Men, sum sagt: “eitt sindur av súr­deiggi súrgar alt deiggið”. Tað kundi verið áhugavert at hoyrt hvørja støðu stýrið fyri KVF hevur til slíkan tíðindaflutning.? Tí verður hetta skriv eisini sent Stýr­ inum fyri KvF. Fólkið má tala Eg tori at pástanda, at ein stórur meiriluti av fólkinum er í móti at broyta hjúnabandslógina, soleið­ is, at henda slóðar fyri kirkjuligari vígslu(sum hetta uppskotið ger) men sanni samstundis, at tað er ein pástandur frá mínari síðu. Tað einasta, sum í roynd og veru kann og eigur at avgera støðu føroyinga í hesum máli, er ein fólkaatkvøða – og ikki eitt postulat ella ein yvirskrift hjá KvF! Onki mál er so nógv í andsøgn við aldargomul siðvenju føroyinga, sum hetta uppskot, soleiðis,sum tað í dag er orðað! Tí eigur tað ikki at verða framt við einum minst møguligum meiriluta á Før­ oya løgtingi. Her eigur fólkið við fólkaatkvøðu at fáa loyvi til at tala. So fær meirilutin tað, hann vil hava – og fólkaræði hevur staðið sína roynd. Eiði, tann 23. apríl 2016 Føroyingar eru royndardjór hjá kinesiskari fyritøku Janus D. Guttesen form. Vegna Erbylgjufelagið Føroya Tele og Huawei hava gjørt samstarvsavtalu um at Føroyar – saman við Hong Kong – skal verða testøki fyri nýggjastu tráðleysu tøknina hjá Huawei. Vandin liggur í, at tøknin hjá kinesisku stór­ fyri­tøkuni byggir á mikrobylgjugeisling, sum IARC, stovnurin fyri krabbamein undir WHO í 2011 staðfesti var “møguliga krabbameinselvandi”. Fleiri av granskarunum í IARC siga nú, at mikrobylgjugeisling eigur at koma enn longur upp í vandakategori, sum ‘allarhelst krabba­meinselvandi’. Tí er tað óðamannaverk av Føroya Tele og parta­eigaranum Føroya Landsstýri, at lata Føroyar blíva eitt tað mest dálkaða landi í heiminum. Tí spyrja vit Føroya Tele um útbúnaðurin frá Huawei er testaður fyri heilsuárin, áðrenn hann verður testaður á okkum? Um so er, hvør hevur staðið fyri royndunum? Fer Føroya Tele at upplýsa okkum hvørji tól verða royndarkoyrd? Vit skija væl, hví Huawei hevur valt Føroyar at vera testland. Umframt at vera lítið, so hevur Føroyar onki hámark fyri mikro- bylgju­geisling. Hetta síðsta er samstundis grundin til, at Tórshavnar Kommuna hevur noktað at loyva 11 nýggjum fartelefonmastrum, at verða settar upp í Tórshavnar Kommunu. Kommunan heitti í hesum sambandið í 2012 á Landsstýrið, at áseta hámark fyri hesi geisling. Vit heita tí á Føroya Landsstýri um at annullera avtaluna millum Føroya Tele og Huawei, inntil eitt hámark fyri geisling í Føroyum er ásett. Føroyar eiga ikki at blíva heimsins mest geisladálkaða land. Erbylgjufelagið hevur aðalfund leygardagin 7. mai kl. 16.00 í Gamla Bókahandli.
 Keldur: 
 1) microwavenews.com/short-takes-archive/iarc-publishes-rf- cancer-review
 2) monographs.iarc.fr/ENG/Monographs/vol102/ mono102.pdf KJAK Hvar er trúvirðið hjá KvF? Hvat sigur stýrið fyri KvF? Erik Ludvigsen Aalborg Alle de mange ud­ talelser ved Anker Jørgensens død er så sande, så sande, som noget. Et helt igen­ nem prægtigt men­neske både som person og i sit polit­iske virke, be­skeden, ukrukket og usnobbet, hele vejen igennem menneske­lig. Dagen efter folkeafstemningen den 2. oktober 1972, hvor vi til­slutt­ ede os EF (det europæiske fælles- skab), steg statsminister Jens Otto Kragh (S) op på folke­tingets taler­ stol og meddelte, at han med øje­ blikkelig virkning fratrådte som stats­minister. Der gik et sus genn­ em salen, som han givet har nydt i fulde drag. Luften stod stille, og så kom det efter en pause, der fore­ kom uendelig lang, med et polisk smil: Anker Jørgensen er den nye stats­minister. En genistreg og plet­skud. TV-manden ramte lyn­ hurtigt Per Hækkerups ansigt, der var et stort spørgsmålstegn, der hurtigt fik et bittert træk. Alle, ikke mindst han, gik ud fra, at han var partiets kronprins. Han siges værende aldeles rasende, at be­slutningen ikke blev overladt folke­tingsgruppen. Sådan er der så meget. Ved folketingsvalget den 4. dec. 1973 stormede Glistrup med sit fremskridtsparti ind i folketinget med 28 mandater. Erhardt Jacobsen, frafalden socialdemokrat, med 14 mandater. Kristeligt folkeparti med 7. Kommunisterne 6 og Rets­ for­bundet 7. En udskiftning på 1/3. Venstre fik regeringsmagten ved folketingsvalget den 4. dec. 1973, men Anker Jørgensen vendte tilbage i 1975 til 1982. Han fik sin ilddåb i denne turbulente tid, og kom godt fra det. Økonomisk var vi ikke godt kørende, men det gjaldt hele Europa, men det blev Anker Jørgensen, der blev udråbt som synder. Det rørte ham ikke. Det helt utrolige var, at LO-bossen Thomas kaldte Anker Jørgensen en ”lille lort”, og Mogens Lykketoft (S) gjorde alt, hvad der stod i hans magt at få vippet Anker Jørgensen af pinden i en sygelig tørst efter statsministerstolen, som han hele sit liv uden held har stræbt efter, hvad både Svend Auken og Poul Nyrup Rasmussen fik at føle. Anker forstod at beholde magten, og fik også gennemført f.eks. efter­lønsreform og 5 ugers sommer­ferie, men bedst af alt en beskytter af dem, der var dårligst stillede, og et er sikkert og vist, at vi med Anker ved roret aldrig ville have rodet os ind i krigen i Irak og Afganistan, der ikke har ført noget godt med sig, tværtimod. Anker Jørgensen har været en stor gevinst ikke kun for det politiske liv, men for hele Danmark. Æret være hans minde. Anker Jørgensen – ein stórur vinningur fyri Danmark