hósdagur 5. mai 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MAI 2016
SOSIALURIN 52
35
Meinhard Jacobsen
Tá ið eg, nú ein
dagin, kom aftur
til Føroya og stóð
á rampuni á flog
vøllinum, kendist
luftin so óvanliga
frísk og klár.
Komin til hús, fór eg at lesa bløð
ini. Sá beinanvegin eina grein, um
at Astrup var farin úr nevndini
í Eik. Roknaði við, at Astrup var
givin vegna aldur. Nakað, sum átti
at verið hent fyri fleiri árum síðan.
Eftir
góðum
etiskum
og
moralskum
reglum,
”Corporate
Governance”, so átti Astrup, sum
fyrrverandi stjóri, ongantíð at verð
ið valdur í nevndina hjá Eik.
Las víðari og kom fram til,
at Astrup var givin, tí hann var
ósamdur
um
skattauppgerðina
hjá Eik. Hann metir, at Eik hevur
ikki rætt til ein frádrátt, sum teir
hava fingið frá Taks. Hvakk við - er
hetta sami Astrup, ið eg kenni frá
fyrr av? Setti meg at hugsa eina
løtu, um henda nýggja “moralens
vogter”. Tók ein blýant og fór at
skriva niður nakrar hendingar, ið
komu mær til hugs, í samband við
Astrup. Ikki gekk long tíð, so var
blaðið, ið skriva var á, fult. Lítið,
fyri ikki at siga einki, sást til moral
í niðurskrivaðu linjunum. Skal
eftirfylgjandi nevna fýra av hend
ingunum, ið komu mær í huga hesa
løtu. (Skattamálið hjá Eik, er hesum
skrivi óviðkomandi).
Nú nógv verður tosa um mark-n
aðir, marknaðaratgongd og virðis
vøkstur – kom eg at hugsa um
Faroe Seafood Grimsby.
Undir kreppuni fyrst í 1990-ár
unum, var Faroe Seafood í stórum
trupulleikum. Ein umskipan var í
gongd, men túrurin var ikki komin
til deildina í Grimsby. Men tá var
tað sum í sanginum hjá Kim Larsen
”midt om natten”, møguliga í
Middelfart, tá tekur Astrup og selur
virkið, Faroe Seafood Grimsby,
til táverandi nevndarformenn í
ávikavist Føroya Banka og í Faroe
Seafood. Ein almennur banki ger
ein klokkukláran insidera-handil.
Sama uppskrift sum hjá olegarkun-
um í Russlandi. ”Utroligt!” Føroysk
virðisskapan í Bretlandi bleiv søga
eftir einari nátt. Moralur – eingin.
Faroe Seafood var í 2010 (með
an eg sjálvur var stjóri), í stórum
trupulleikum. Tó var ein loysn fyri
framman – millum høvuðskredi-
torarnar, Eik og gamla Kaupthing.
Men sama vikuskiftið, sum loysnin
skuldi staðfestast, fór Eik á húsa
gang. Astrup kom heim, til at verða
stjóri í Eik.
Kann verða, at hann hugsaði, at
nú var ”gengældelsens time” kom
in – eftir at Faroe Seafood nøkur ár
frammanundan hevði skift banka
samband frá Føroya Banka, har
Astrup tá var stjóri, til Kaupthing.
Eg veit, at Astrup fundaðist við
nevndarformannin í Faroe Seafood,
Inga Højgaard. Hvat teir fundaðust
um, veit eg av góðum grundum ikki,
tí eg hevði ongan fund við Astrup
um Faroe Seafood, hóast eg bað um
fund við hann, um hetta málið.
Tann 3. desember 2010 steðgaði
Eik/Astrup
rakstrarkredittinum
hjá Faroe Seafood, og felagið fór á
húsagang. Tá ið Faroe Seafood fór
á húsagang, var støðan rímiliga ein
føld. Har vóru næstan eingir van
ligir kreditorar. Øll lønarkrøv vóru
ajour og allar vanligar rokningar
goldnar. Um nakar vilji var hjá
bankasambondunum,
at
finna
eina loysn, so var hetta lutfalsliga
einfalt.
Eik valdi Inga Højgaard, nevnd
arformannin í Faroe Seafood, til
bústjóra. Hetta forkláraði eina und-
arliga støðu, ið vit høvdu upplivað
áðrenn húsagangin. Nevniliga at
nevndarformaðurin boðaði frá, at
hann fór einki aktivt at gera, fyri at
Faroe Seafood kundi fáa eina loysn.
Helt annars, at fremsta uppgáva
hjá einum nevndarformanni var at
arbeiða fyri felagsins besta.
Sigast má, at valið av bústjóra
kom sera óvart á. Sum nevndarfor
maður var Ingi Højgaard inhabilur
at verða bústjóri eftir konkurslógini
§238. Til tann, ið hevur áhuga, sí
úrskurð frá Eystara Landsrætti,
UfR 2002 233. Harafturat starvaðist
Ingi Højgaard hjá tí advokatefelag,
ið hevði havt øll málini, ið eg kann
minnast, hjá Faroe Seafood/United
Seafood (við undantak av einum).
Moralur – eingin.
Tað verður tosað nógv um virðis
vøkstur í uppsjóvarvinnuni. Eik
átti, saman við feløgum hjá upp
sjóvarvinnuni í Gøtu og í Fuglafirði,
uppsjóvarvirkið í Kollafirði.
Hetta virkið kláraði seg ikki
fíggjarliga. Møguliga tí at vinnu
ligu eigararnir landaðu ov lítið til
virkið. Haldi, at vinnuligu eigar
arnir høvdu ta niðurstøðu, at eing
in makrelur var í føroyskum sjógvi.
Ná, men líkamikið – virkið í Kolla
firði fór á húsagang og endaði hjá
Eik. Hetta hendi, áðrenn Føroyar
uppsøgdu makrelavtaluna. Eik
gjørdi síðan eina leiguavtalu við
Hanus Hansen og hollendarar um
virkið. Henda avtala var galdandi,
tá ið Eik fór á húsagang.
Tá ið Føroyar uppsøgdu makrel
avtaluna – og føroyingar eftir tað
høvdu fiskað stórar nøgdir av
makreli í føroyskum sjógvi – ja, tá
visti hvørt mansbarn, at tað var
nógvur uppsjóvarfiskur í føroysk
um øki. Sjálvt reiðaríini í upp
sjóvarvinnuni noyddust tá at koma
til bekennilsi. Virðini vóru øgilig.
Men henda støðan tóktist als ikki
at rína við Astrup. Um aldurin hjá
Astrup hevur havt við sær, at hann
ikki fekk við, hvat ið gekk fyri seg,
veit eg ikki. Tí uttan at blunka tók
Astrup og seldi (gav) hollendarum
virkið í Kollafirði. Moralur – eingin.
Tá ið Faroe Seafood fór á húsa
gang í 2010, hevði EIK eitt lán í skip
unum hjá Faroe Fish II (fyrr Beta).
Tað lánið var triði veðrættur á góðar
21 mill kr í skipunum Róki og Lerki.
Móðurfelagið veðhelt fyri hesum
láni. Hesi skip vóru lutfalsliga
nýggj. Tá ið skipini vórðu keypt, var
endamálið at royna at fiska øðrvísi
enn tað vanliga. Av tí sama hava
hesi skipini nógv størst togmegi í
tí føroyska botnfiskaflotanum – og
eru sostatt eisini best egnað til at
trola eftir uppsjóvarfiski.
Áðrenn bústjórarnir fóru undir
at selja aktivini, tók Astrup og seldi
hetta lánið til Varðan fyri umleið 5
milliónir krónur. Haldi, at Astrup
hevur verið minst ein túr við Finni
Fríða, ið Varðin eigur. Hetta er mær
kunnugt einasta lán uppá skip í
botnfiskaflotanum, ið kunnu fiska
makrel (tey bestu), sum ein banki
hevur mist pengar uppá. Astrup
setti sama húsagang, sum hann
sjálvur hevði kravt, úr gildi; og
soleiðis gav hann útvaldum keyp
arunum ein fyrimun uppá 16-17
mill. kr. til at keypa skipini eftir
Faroe Seafood. Varðin seldi síðan
hetta lán aftur fyri góðar 21 mill kr.
(full upphædd) til eitt samtak við
Varðanum og Framherja/Samherja
(sí sendingina um EIK, og m.a. Eyst
fallsker, har Astrup luttekur).
Tað nyttar lítið at fýlast at oli
garkum um dagin, fyri síðan at
skapa teir um náttina. Moralur –
eingin.
Við handlum sum seinastu døm
ini vísa á so er einki at siga til, at
nógvir pengar blivu mistir uppá EIK.
Tað má verða upp til hvønn
einstakan at meta um, hví Astrup
handlaði, sum hann gjørdi. Var tað
nepotisma? Presenilitetur? Vána
ligt bankahandverk? Kanska visti
hann ikki betur? Ella okkurt ann
að?
Hvør veit – kanska er Astrup nú
eitt gott dømi um tað gamla danska
orðatakið, sum sigur, at ”da fanden
blev gammel, gik han i kloster”.
Fari at enda at ynskja Astrup
við familju alt tað besta framyvir
og vóni – nú moralurin er í hásæti
– at tað fer at eydnast honum at
fáa rætt í, um ikki annað, onkrari
av teimum sakum, ið hann hevur
koyrandi.
P.S.
Nú vil onkur freistast til at siga: ”Tú
ert argur, tí hann koyrdi tykkum á
húsagang.” Til tað vil eg siga: Ja,
eitt sindur argur, men sera harmur
um øll okkara dugnaligu starvsfólk
á Faroe Seafood, sum upp undir jól
2010 blivu rakt av einum húsagangi,
ið eftir mínari bestu sannføring var
púra óneyðugur.
Astrup, Astrup über alles
Bárður Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum
Ímeðan
sam
gongan ræðist at
taka ábyrgd, er
líkt til, at Sam-
bandsflokkurin
er einasti flokkur
á Tingi, ið hevur
sett síni tingfólk frí til at atkvøða
eftir egnari sannføring, tá ið
rættindi til samkynd vórðu fyri í
Løgtinginum
Hóast eg ikki fari at leggja nógv
aftur at víðfevnda orðaskiftinum
um rættindi til samkynd, er týðandi
at nema við nøkur sentral viður
skifti, áðrenn orðaskiftið endar í
hesum umfari.
Vítt til veggja í flokkinum
Eitt prinsipp, sum vigar nógv í
Sambandsflokkinum, er, at tað skal
standa tinglimum frítt at atkvøða
eftir egnari sannføring í málum av
sonevndum ”etiskum” slagi.
Sama sást ikki í øðrum flokkum,
og líkt er til, at Sambandsflokkurin
er einasti flokkur á Tingi, ið setti
síni tingfólk frí til at atkvøða –
eisini hóast fleiri í samgonguni
vildu sleppa at atkvøða frítt.
Soleiðis er vítt til veggja í Sam
bandsflokkinum, og soleiðis eigur
tað at vera.
Fram eftir fummum
Málið um rættindi til samkynd fór
ígjøgnum Tingið óvanliga ódámliga,
óvirðiliga og hartil klossut.
Hetta var ein høvuðskritikkur
frá Sambandsflokkinum, tó at
grundleggjandi virðið er, at allir
samfelagsbólkar eiga og skulu hava
grundleggjandi rættindi.
Fýra tingfólk løgdu uppskotið
fram, hóast eitt slíkt mál sjálvandi
eigur at koma frá landsstýrinum
og í samráð við stjórnina um tað
løgfrøðiliga og praktiska. Lógar
arbeiðið var út av lagi vánaliga frá
gingið, og sjáldan hevur løgtings
skrivstovan talað so harðliga at.
Einki heimaarbeiði var gjørt.
Heldur enn at landsstýrið kom
við einum samlaðum útspæli,
vórðu trý mál løgd fram, og eftir
harðan orðadrátt í og uttan fyri
Tingið, varð eitt teirra – uppskotið
um ikki, at fara inn um kirkjugátt –
tikið aftur.
Stór ivamál og ógreiða merktu
uppskot, viðgerð og nevndararbeiði,
og tí var eisini stórur forvirringur í
almenna orðaskiftinum.
Samgongan ræðist ábyrgd
Framvegis eru ógreiður í málinum,
eftir at tað er samtykt. Nú
skal løgfrøðiliga rótibutikkin í
Tinganes, síðani til Danmarkar
at venda hjá stjórn og Fólkatingi,
síðani aftur í Løgtingið og helst
aftur til Danmarkar at verða
endaliga avgreidd.
Sjálvt um mong halda, at málið
er avgreitt, veit eingin, hvat ið kann
henda málinum á løgfrøðiliga veg
num, ið tað nú er sent út á. Eru
løgfrøðiligir snávingarsteinar? Vit
vita tað ikki, tí heimaarbeiðið er
ikki gjørt.
Ómetaliga ódemokratiskt
Í Sambandsflokkinum, sum allan
vegin hevur staðið saman, orðaðu
vit eitt uppskot um, at landsstýrið
skuldi koma við einum útspæli,
so sleppast kundi undan stóra
stríðsmálinum um at fara inn í
hjúnabandslógina við málinum
um rættindi til samkynd.
Aftur ræddist samgongan fyri at
taka ábyrgd.
Hóast formaðurin í Javnaðar
flokkinum sigur tað øvugta, fingu
samgongutingfólk greið boð um
at lata vera við at skriva undir, so
uppskotið hjá Sambandsflokkinum
kundi verða lagt fyri, hóast freistin
var farin.
Soleiðis blokkeraði samgongan
fyri einari savnandi loysn við –
ódemokratiskt – at lata hurðina
aftur fyri okkara uppskoti. Seinni
gjørdist alt málið ein kabinett
spurningur hjá 14. september-sam
gonguni, hóast tey bedýraðu, at
hetta var ikki eitt samgongumál.
Tjóðin í tvíningum
Allar vanligar spælireglur eru
brotnar í hesum máli, og í grundini
er Løgtingið misbrúkt nakað
so dyggiliga og óhoyrt, tí at 14.
september-samgongan ræðist fyri
at taka ábyrgd.
Hvat kom burturúr?
Eitt er, at samkynd hava fingið útlit
til at fáa grundleggjandi rættindi.
Annað – og meira álvarsligt
er – at 14. september-samgongan
hevur rent ein kíla niður ígjøgnum
føroysku tjóðina. Fólk standa
spjadd og stór ósemja ræður í land
inum um hetta mál, ið fyllir nógv.
Alternativið
Hvat er alternativið?
Tað er, at samgongan setti síni
tingfólk frí til at gera eftir egnari
sannføring, so at uppskot Sam
bandsfloksins kundi verið lagt fyri
Tingið og – uttan iva – verið sam
tykt.
Tá hevði úrslitið verið, at sam
kynd høvdu fingið síni grund
leggjandi rættindi, uttan at tjóðin
fór í tvíningar.
Hetta var tann savnandi loysnin
á málinum.
Tó – ein samgonga, sum ræðist
fyri at taka ábyrgd, kann ikki annað
enn skapa órógv og sundurlyndi
millum føroyingar.
Vítt til veggja