Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Regin eikhólm Kjak síða 10 O' móð­ urmál - um sendingina Ólavur í Mittúni Kjaks síða 10 Bíblian og Pana­ ma­skjøl... Miðflokkurin vil upp í samgonguna og tryggja henni meiriluta á tingi. Hann vil eisini tryggja sam­gong­uni, at vit fáa eina nýggja fiski­vinnu­ný­ skip­an. Men treytin er, at »málið um sam­ kynt hjúnalag aftur á rætt spor«. Og tað merkir sambært Bill Just­in­ussen, at samkynd ikki sleppa at giftast yvirhøvur. Bill Justinussen sigur við in.fo, at tað einasta rætta er, at sam­gong­an vísir málinum frá sær og let­ur tær fýra tingkvinnurnar ar­beiða víðari við tí, uttan at blanda lands­stýr­ið uppí. – Landsstýrið eigur bara at ar­ beiða við málum, sum samgongan hev­ur sam­tykt at arbeiða við. Hetta er ikki eitt av teimum, og tí eigur lands­stýrið ikki at blanda seg upp í, sig­ur hann. Og sambært Bill Justinsussen, so er Miðflokkurin sinnaður til at hjálpa samgonguni at yvir­taka fam­ilj­u­mál frá donskum mynd­ug­leik­um, so vit kunnu gera okkara egnu lógir um borgarlig rættindi hjá før­oy­ing­um. Hann sigur eisini, at kann tað prógv­ast, at einstakir bólkar í sam­fel­ ag­num ikki hava ávís borgarlig rætt­ indi, mugu vit taka tað upp tá. Tilboðið frá Miðflokkinum gong­ ur so út uppá at tryggja sam­g­onguni støðu­festi, skipað við­ur­skifti, og rættartrygd. Hann sigur, at flokk­ urin kann tryggja sam­gong­uni, at einstakir tinglimir, sum enn­tá eru uttan fyri samgonguna, ikki sleppa at trumfa síni mál ígjøgnum utt­an um landsstýrið. Sambært hesum sær út til, at Miðflokkurin hevði kunnað gingið við til lóg sum skrásett parlag, sum var galdandi í Danamark, áðrenn hjúnabandslógin varð broytt har. Hevði hetta verið fyri nøkrum ár­um síðani, so hevði tað havt stóran týdn­ ing í Føroyum. Men tað hevur tað ikki í dag. Tí sam­gongan kann ikki á nakran hátt taka av hesum tilboðnum frá Mið­ flokk­i­num. Tíðin er farin frá tí, og løg­ting­ið hevur samtykt at broyta hjúna­bandslógina. Og ja, tað passar, at langur veg­ ur er eftir á mál. Men nú hevur løg­ ting­ið sagt A og fer tí eisini at siga B. Fólkatingið ella stjórnin í Dan­mark fara ikki at leggja forðigar í veg­in fyri hesum – serliga ikki, tá øll sam­gong­ an og partur av andstøðuni eru samd um málið. Mið­flokkurin má smyrja seg við, at »løb­ið er koyrt«. Her vendst ikki aft­ur. Fyri samgonguna er tað ikki ein spurn­ingur um Sonju. Fyri tey sam­ kyndu hevur tað stóran týdning. Fyri Føroyar merkir tað, at vit um­síð­ir kunnu leggja hetta stríðið aft­ur um okkum. Meirilutin hevur talað. vil taka valdið frá sonju Leygardagin 14. mai kl 15 let­ ur listaframsýningin Tíð­ar­ rúm upp. Tað er listamaðurin Bjarne Werner Sørensen, sum hevur framsýning í Lista­høll­ini við málningum, gra­fikki og fotomyndum. Bjarne W Sørensen er ein av limunum í Heyst­fram­ sýn­ing­ar­bólki­num og hann hevur verið við í Heyst­fram­ sýn­ing­u­num frá tí tær byrj­ aðu í 2005. Seinasta einka­fram­sýn­ ing hjá Bjarne W Sørensen í Før­oyum, var í Gallarí Stein­ prent í 2012. Í 2006 fram­sýndi hann saman við Tóroddi Poulsen í Norð­ur­landa­hús­ i­num. Umframt hesar, hevur Bjarne verið sera virkin á før­ oyska myndlistapallinum í 80'u­num og 90´unum. Hann hevði tvær einka­fram­sýn­ing­ ar og skipaði har aftur­at fyri tveimum stórum fram­sýn­ ing­um við týskum og donsk­ um listafólki í Listasavni Før­oya í teimum árunum. Bjarne er hálvur før­ oy­ing­ur og hálvur dani. Í kataloginum til fram­sýn­ing­ ina Tíð­ar­rúm, greiðir Bjarne frá sam­bandinum til Før­ oyar. – Mamma er fødd og upp­ vaks­in í Froðba og flutti eft­ ir kríggið til Danmarkar, har hon hitti pápa, sum júst var út­búgv­in verk­frøð­ing­ur. Tey bæði ferð­aðust síðani kring heim­in í sambandi við starvs­set­an­ir, fyrst í Før­oy­ um, síðan í Sýria og Lib­a­non. Seinni yvirtók fam­ilj­an barn­ dóms­heim­ið hjá mammu í Froðba, sum Bjarne í dag eig­ ur lut í og vitjar ofta. Hann hevur gjøgnum upp­vøkst­urin og síðani ferð­ ast fram og aftur millum Før­ oy­ar og Danmark óteljandi ferð­ir og tað er sum um henda rørslan hevur skapað eitt slag av grundleggjandi tví­støðu ella dualiteti í hans­ ara tilverufatan, og sum eis­ ini hevur fingið týdning fyri arbeiðið hansara við mynd­ um. Framsýningin Tíðarrúm er opin frá 14. mai - 29.mai 2016, hvønn dag frá kl 15 - 18. Cloud Floater, 2003, akryl á lørift, 200x250cm Echo Mirr­or, 2003, akryl á lørift, 250x200cm Framsýning í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST í Havn Ein taktiskt roynd at steðga hjúnabandslógini Á nevndarfundi í gjár hev­ ur nevnd­in í Heilafelagnum skip­að seg. Ongar broyt­ing­ ar eru gjørdar í á­byrgd­ar­ býti­num hjá ymsu nevnd­ ar­lim­u­num, sum øll vóru aft­ur­vald á aðalfundinum, tann 9. apríl. Sostatt er Maud Wang Hansen, framvegis for­ kvinna, Emil Michelsen er næst­for­mað­ur, Estur Logn­ berg er kassa­meistari, Ann Hov­land og Jógvan Tell­ing eru nevndarlimir. Fyrst­ valdi tiltakslimur er Tove Jo­han­sen og næstvald er Sun­eva Davidsen. Nevndin sær fram til tann 20. mai kl.13.30 tá MBF fyllir 35 ár. Her sær Heila­ fel­ag­ið fram til at hitta limir og onn­ur á okkara bási í Norð­ur­landa­hús­inum. Í heyst skipar Heila­fel­ agið fyri útferð fyri limum til Depilin í Skálavík. Um­ framt hetta verður eis­ini skipað fyri nøkrum fel­ags­ til­tøk­um. Til ber at kunna seg um tiltøk og annað á face­book, har Heilafelagið hev­ur eina almennan bólk. Nevndin heldur fram Nevndin í Heilafelagnum: Maud Wang Hansen, for­kvinna, Emil Michelsen er næst­for­mað­ur, Estur Logn­berg er kassa­ meistari, Ann Hov­land og Jógvan Tell­ing eru nevnd­ar­lim­ ir. Tiltakslimir eru Tove Johansen og Suneva Davidsen