mánadagur 9. mai 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53
FØÐIDEILD
ÓVERULIGT AT HAVA
EINA NÓG TRYGGA
FØÐIDEILD Í SUÐUROY
Áki Bertholdsen
Tað er heilt letur seg ikki
gera at hava eina føðideild
á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi,
har trygdin hjá mammu og
barnið er á sama stigi sum
hon er á Landssjúkrahúsin
um.
Ronnie Midjord, stjóri á
Suðuroyar Sjúkrahúsi, er
púra greiður í síni niður-
støðu um føðideildina á
Sjúkrahúsinum.
Avgerðin um at barna
konur í Suðuroy nú skulu
ferðast til Havnar á Lands-
sjúkrahúsið at eiga, hevur
annars rættiliga sett eld í
suðuroyingar.
Og hjá nógvum er niður-
støðan, at hetta er bara ein
spurningur um at játta nóg
mikið av peningi til læknar
og onnur starvfólk, so er
slottið vunnið og tað ber til
hava eina føðideild á Suður-
oyar Sjúkrahúsi sum er fult
á hædd við føðideildina á
Landssjúkrahúsinum.
Men Ronnie Midjord sig
ur, at so einfaldur er veru
leikin langt frá.
Peningur er ikki
trupulleikin
Hann harmast um, at spurn
ingurin um føðideildina er
avmarkaður til ein spurning
um pengar, tí tað er tann
minsti trupulleikin.
– Hetta er ikki ein spurn
ingur um pengar, sigur hann.
Hann leggur nevniliga
dent á, at hetta er bara ein
spurningur um at fáa ser
læknar til eina føðideild.
– Skulu vit hava eina
vælvirkandi
føðideild
á
sama stigi sum føðideildin
í Havn, skulu vit hava ein
barnalækna, ein serlækna
í
kvinnusjúkum
og
ein
narkosulækna, sigur hann.
Men børn verða eisini
fødd uttan fyri vanliga ar-
beiðstíð, men ongin kann
vera til taks 24 tímar um
samdøgurið, sjey dagar um
vikuna, 365 dagar um árið, og
tí er neyðugt at hava meiri
enn ein lækna í hvørjari
sergrein fyri altíð at kunna
hava ein serlækna tøkan,
sigur sjúkrahússtjórin.
Og Ronnie Midjord stað
festir, at tað er heilt ómøgu
ligt at fáa fatur á hesum
læknunum.
Hann vísir á, at eisini
Landssjúkrahúsið
stríðist
ein harðan kamp fyri at fáa
serlæknar, og fyri at varð
veita teir læknar, tey hava.
–
Landssjúkrahúsið
manglar serlæknar á at kalla
øllum økjum, og tað er rætt
og slætt óveruligt at hugsa
sær, at vit kunnu fáa ser
læknar á økinum til Suður
oyar at arbeiða, eisini um ein
játtan var tøk til endamálið.
Alt ov lítið at gera
Ronnie Midjord vísir á, at vit
hava onga stóra føðideild í
Føroyum, tí eisini føðideildin
á Landssjúkrahúsinum er
lítil.
– Á sjúkrahúsinum í Hvid
ovre hava tey 25 føðingar
um dagin, ella yvir 9000 føð
ingar um árið. So øll børn,
sum verða fødd í Føroyum
eitt heilt ár, svarar til tað, tey
hava av føðingum á sjúkra
húsinum í Hvidovre um
mánaðin.
Í Suðuroy verða 30-40
børn fødd um árið, og tað
er heilt ómøguligt at fá
serlæknar til so fáar upp
gávur, og tí er tað veru
leikafjart at tosa um eina
føðideild í Suðuroy á sama
stigi sum tann í Havn, sigur
Ronnie Midjord.
Ein serlækni skal nevni
liga hava eitt ávíst tal av við
gerðum fyri at varðveita sína
góðkenning sum serlækni, og
tað fær hann undir ongum
umstøðum
á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi, sigur hann.
Hann
staðfestir
sam
stundis, at føroyska Heilsu
verkið hevur søkt eftir lækn
um til nógv størri uppgávur
enn hetta, men tað hevur
víst seg at vera vónleyst at
fáa nakran.
Og hann leggur afturat,
at eisini føðingar eru ein ar
beiðsuppgáva, sum krevur
serlæknar á økinum, tí tað
eru ikki hvørjir sum helst
læknar, sum vilja átaka
sær at taka ímóti børnum.
Í hesum sambandi vísur
hann á, at av trygdarávum
aftra skurðlæknar, sum eru
á Suðuroyar Sjúkrahúsi, seg
við at geva eini kvinnu keis-
araskurð, tí tað er uttanfyri
teirra serøki.
Hinvegin er føðideildin
í Suðuroy kortini opin sum
bráðneyðug føðideild, har
kvinnur eiga í førum, har tær
ikki lukkast til Havnar.
Fakligt tilmæli
Ronnie Midjord sigur, at
tískil hava fakbólkarnir á
økinum í Suðuroy, bæði
læknar og ljósmøður, mælt
til, at barnakonur í Suðuroy
fara til Havnar at eiga á
Landssjúkrahúsinum fyri at
hava trygdina á so høgum
stigi sum tilber.
– Og tá so er, havi eg ikki
annað val enn at fylgja til
mælinum,
leggur
hann
afturat.
Hann váttar samstundis,
at hetta er eitt tilmæli, hann
stendur við.
Tey allarflestu børnini
koma til verðina uttan nakrar
sum helst trupulleikar. Men
komplikatiónir
hava
tað
við at koma sum snarljós
av heiðum himli, og tá kann
tað vera ov seint at útvega
tyrluflutning á Landssjúkra
húsið – og tað eru eisini dag
ar, har tyrlan ikki flýgur fyri
veður og annað, og so gerst
einki.
Eisini aðrar
barnakonur
Ronnie Midjord vísir eisini
á, at tað eru ikki bara barna
konur úr Suðuroy, sum fara
til Havnar at eiga.
– Tað hava barnakonur á
Sandi gjørt í ein mansaldur,
og somuleiðis fara barna
konur í Vágum og í Norð-
oyggjum til Havnar at eiga.
Hann sigur, at mælt verð-
ur til, at ein barnakona fer til
Havnar tvær vikur áðrenn
hon skal eiga.
– Hinvegin hava vit mælt
til, at har tað fakliga kann
forsvarast, eiga barnakonur
úr Suðuroy at koma suður
aftur á Suðuroyar Sjúkrahús
so stutt eftir føðingina sum
gjørligt fyri at stytta um
tíðina í Havn.
Hann leggur afturat, at
hvør familja fær eini tvey
børn í miðal, so tað er ein
mánaður í einum heilum
lívi, at ein barnakona skal
vera í Havn at eiga undir so
tryggum umstøðum, sum
tilber.
Tað er ikki ein spurningur um at fáa eina hægri játtan.Tað er ein spurningur um at
fáa læknar, og tað er ómøguligt, sigur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, stendur fast
við tilmælið um at allar barnakonur í Suðuroy eiga at fara
til Havnar at eiga. Men tað er ikki ein spurningur um pengar