Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØÐIDEILD Ágangurin hevur verið harður Eg nokti at seta trygdina hjá mammum og børnum í vanda, bara fyri at fáa atkvøður á næsta løgtingsvali, sigur Sirið Stenberg Áki Bertholdsen – Eg visti, at eg fór ikki at verða væl lýdd. Men at tað skuldi verða so ógvusligt, kemur kortini óvart á meg. Sirið Stenberg, lands­stýr­ is­kvinna í heilsumálum, er komin í rættiligt ódnarveður, nú hon hevur staðfest av­ gerðina hjá undanfarnu samgongu um at allar barna­ konur í Suðuroy skulu fara til Havnar at eiga á Lands­ sjúkrahúsinum. Hon sigur, at tað var vænt­andi at ein ávís ónøgd fór at taka seg upp, men kort­ini ásannar hon, at tað kemur óvart á hana, at ágang­urin fór at verða so harð­ur, sum hann er vorðin, eisini á sosialu miðlunum. – Hetta hevur verið øgiliga har, men eg haldi, at sumt av tí, sum er sagt og skrivað, hevur verið ósakligt, men eg ætli mær ikki á kjakast á hasum støðinum, sigur lands­stýriskvinnan. – Eg havi ongar trupul­ leikar av, at vit eru ósamd. Men nógv av tí, sum er sagt og skrivað, hevur verið ósak­ ligt, og tað harmar meg, at fólk eru ósaklig og órein. Stendur fast Sirið Stenberg leggur dent á, at hon stendur við avgerðina um at mæla barnakonum í Suðuroy til at fara til Havnar at eiga. – Eg má bara ásanna, at var mítt endamál at verða væl lýdd ímillum fólk, var hetta ikki rætta avgerðin at taka, staðfestir hon turris­liga. Men hon staðfestir sam­ stundis, at fremsta atlitið hjá eini landsstýriskvinnu í heilsumálum, er at hava trygd­ina í hásæti. – Eg fari ikki at seta trygd­ ina hjá mammum og børnum í vanda, so má tað standast av, sum standast má. – Verði eg ikki afturvald av hesum, verður tað bara harvið, tí eg fari ongantíð at seta trygdina í vanda, leggur hon afturat. – Tað kann aldrin vera rætt, at politisk atlit verða tikin framum trygdina hjá fólki. Slíkum atlitum kann eg ikki liva við, so vil eg heldur liva við, at eg ikki verði aft­ ur­vald. Stóra virðing fyri avgerðini Sirið Stenberg staðfestir, at tað er eitt læknafakligt til­ mæli frá Suðuroyar Sjúkra­ húsi sjálvum, at tað er trygg­ast fyri barnakonur í Suð­uroy at fara til Havnar at eiga á Landssjúkrahúsinum. – Og eg ivist onga løtu í, at tað eisini er øgiliga hart fyri tey á Suðuroyar sjúkrahúsi at koma við einum slíkum til­mæli, men eg havi størstu virðing fyri, at tey seta trygd­ ina hjá mammum og børn- um, í fremstu røð. – Sum landsstýrisfólk kann eg ikki ganga ímóti ein­um fakligum tilmæli og tví­halda um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið skal varð­veitast, sigur Sirið Sten­ berg. – Hetta hevði verið tað sama sum at sagt, at eg ikki taki trygdina hjá borg-ar­un­ um í álvara. Hetta kann sam­ an­berast við, at lands­stýris­ maðurin í samferðslumálum royndi at tvinga skiparan á Smyrli at siglt, hóast hann segði, at tað var ótrygt at loysa frá bryggju. Slíkt er sjálvandi óhugsandi, og tað er eisini óhugsandi í mínum føri at seta meg upp ímóti ein­um fakligum tilmæli. Ómetaliga álvarsamt Og hon viðgongur, at hon skilir ikki, hví hon verður hartað fyri at taka eitt fak- ligt tilmæli til eftirtektar. Hevði hon gingið ímóti til­ mæl­inum, hevði hon skilt, at betri, at fólk hartaðu hana. – Eg havi ongantíð áður hoyrt í nøkrum øðrum viður­ skiftum, at trygdin hevur ikki so nógv upp á seg, og at kunnu gott seta hana til viks. Er tað bara í hesum føri, har tað snýr seg um kvinnur og pinkubørn, at tað kann góð­takast at seta trygdina í vanda, spyr Sirið Stenberg speiskliga. – Eg veit væl, at tað er ikki ein sjúka, at vera við barn. Men eg veit eisini, at tað kann verða ein ómetaliga álvarsom uppgáva at fáa eitt barn trygt og væl í verðina. Og mín fremsta uppgáva er at tryggja, at umstøðurnar eru til tað. – Tí mæla vit barna­kon­ um til at vera á Lands­sjúkra- húsinum har øll serfrøðin er til staðar, skuldi alt ikki gingið sum ætlað, sigur Sirið Stenberg. – At tað er ólagaligt, skilji eg væl, men so má uppgávan vera at gera umstøðurnar so góðar, sum gjørligt, leggur hon afturat. So vil eg heldur liva við, at eg ikki verði afturvald – Eg havi ongar trupulleikar av, at vit eru ósamd. Men sumt av tí, sum er sagt og skrivað, hevur verið ósakligt, og tað harmar meg, at fólk eru ósaklig og órein, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum