Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 HEILSUVERK SIRIÐ HEVUR GÓÐAR VÓNIR Áki Bertholdsen – Arbeiðið gongur væl og alt bendir á, at arbeiðið verður liðugt í næsta mánað, sum, ætlað. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu­ mál­um. Fyrst í februar setti hon ein vælmannaðan arbeiðs- bólk at útgreinað, hvussu okk­ara heilsuverk skal skip- ast í framtíðini. Fortreytin er, at tað fram­ vegis skulu vera trý sjúkra- hús í Føroyum, og uppgávan hjá arbeiðsbólkinum verð­ur so at útgreinað, hvat virk- semi skal vera á hvørjum sjúkra­húsi. Endamáli við tí er at samskipa heilsuverkið so at tey trý sjúkrahúsini verða gagnnýtt sum best. Samstundis er uppgávan at útgreina, hvussu vit skulu bera okkum at fyri at tryggja okkara heilsuverki nóg mikið av skikkaðum starvsfólki, bæði av læknum, og av øðr­ um starvfólki. Og í triðja lagi er uppgáv­ an at útgreina tey fíggjarligu viðurskiftini í hesum sam­ bandi. Gongur væl Eftir ætlan skuldi Arbeiðs­ bólkurin verða liðugur í næsta mánað, og Sirið Sten­ berg sigur, at tað er alt, sum bendir á, at tað fer at eydn­ ast. – Arbeiðið í bólkinum gongur væl, sigur hon. Hon sigur, at arbeiðsbólk­ urin hevur havt fleiri verk­ stovur, har tey hava sett heil­ar dagar av at arbeiða við mál­inum. Talan er um ein sjáldsama fjølmentur arbeiðsbólkur, sum er settur at arbeiða við mál­inum. Ein verkætlanarbólkur er mannaður við tveimum fólkum, einum íslendskum serlækna og einum norskum serlækna, og afturat sær hevur bólkurin tríggjar skriv­arar úr Føroyum. Harafturat er ein ser­ frøð­ingarbólkur settur við 32 fólkum, sum umboða teir ymsu starvsbólkarnar í før­ oyska heilsuverkinum, har eisini hvørt av teimum trim- um sjúkrahúsunum hava fleiri umboð í part. Og at enda er ein fylgi­ bólkur settur við umboðum úr øllum flokkum, og har eisini Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna uttanfloks, hevur fingið sæti. Sirið Stenberg hevur verið fyri hørðum atfinningum fyri at hava sett so stóran ar­beiðs­fólk, tí nógvir politik­ arar hava ikki álit á, at nakað fer at spyrjast burtur úr eini so stórari nevnd. Men landsstýriskvinnan er púra ósamd. – Tað er nettupp styrkin í arbeiðsbólkinum, at hann er so væl mannaður við um­ boðum fyri allar starvs­bólk­ ar og øll tey trý sjúkra­hús­ini, sigur hon. Fleiri onnur álit eru gjørd um Heilsuverkið, men tey eru øll endað í eini skuffu, og Sirið Stenberg heldur, at tað er nettupp tí, at talan er um álit, sum embætisfólk, og uttanhýsis serfrøðingar, hava gjørt, og sum sostatt ikki hava kjølfesti ímillum starvsfólkið, sum virkar í før­ oyska heilsuverkinum. – Í hesum føri er talan um eitt arbeiðið, sum er kjølfest í starvsfólkunum sjálvum, og tí havi eg betri álit á, at tey fara at koma við eini niðurstøðu, tey sjálvi eisini eru sinnað at seta í verk, sig­ ur hon. – Skulu vit hava eitt gott úrslit, er neyðugt at hava starvsfólkið við. Og tað, eg havi fingið at vita, gongur arbeiðið væl, og at fólk eru sinnað at flyta seg fyri at finna eina semju, sum allir partar eru sinnaðir at seta í verk. Sirið Stenberg sigur, at endamálið er so, at longu næsta ár verður farið und­ ir at seta tey ymsu til­mæl­ ini, arbeiðsbólkurin kem­ur við, í verk í føroyska heilsu­ verkinum. Arbeiðið at útgreina, hvat virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsi, verður longu liðugt í næsta mánað Tað er nettupp styrkin í arbeiðs­ bólkinum, at hann er so væl mannaður Tað eru nógv álit gjørd um, hvussu føroyska heilsuverkið skal skipast. Men tey eru øll endað í eini skuffu. Men Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur betri álit á, at tað fer at eydnast hesa ferð og tað er tí, at tey hava broytt mannagongd