mánadagur 9. mai 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ótu fimm tons av
fiski leygardagin
Fyrireikararnir av tiltakinum Ein Dagur á Grynnuni væntaðu,
at nokk var til, men tá avtornaði var súlundað
Danjal av Rana
Leygardagin skipaði Tórs
havnar kommuna fyri til
takinum Ein Dagur á Grynn-
uni í Tórsgøtu. Dagurin er
eitt høvi hjá fólki at síggja,
hvat býr í havinum kring
Føroyar. Ella sum onkur ill
tunga kanska vil vera við, nú
fáa havnafólk møguleikan
at síggja, hvussu fiskur sær
út.
– Tiltakið er gjørt, fyri
at varpa ljós á tað ótrúliga
tilfeingi, sum vit hava í hav
inum runt um Føroyar, sigur
Bogi Andreasen, fyriskipari.
Hann er sera væl nøgdur
við tiltakið, sum var fyri-
skipað á øðrum sinni í ár.
– Í fjør vóru vit tikin á
bóli, tá 5.000 fólk møttu
upp, væl fleiri enn tey 1.000
vit væntaðu. Fólk ilskaðust
tá um longu bíðirøðirnar,
sum stóðust av hesum, so
vit høvdu gjørt onkrar til
lagingar. Tí gekk tað væl
betri í ár, sigur Bogi Andrea
sen.
Hann veit ikki neyvt,
hvussu nógv fólk vóru á til
takinum í ár, men metir at
talan er um yvir 8.000 gestir.
– Nógv fólk var í býnum
longu frá morgunstundini.
Umhvørvisvikan varð sett
klokkan 11 og so varð Plant
ið eitt træ og annað tílíkt.
Síðani hildu fólk á líka til
tiltakið var liðugt seinna
partin.
Mannamúgvan
strekti seg frá Posthúskjall
aranum og út til Kaffihúsið,
sigur Bogi Andreasen.
Bogi Andreasen sigur,
at fimm tons av fiski vóru
bíløgd til tiltakið, har av
tað allarmesta var skorið
framman undan. Fólk kundu
smakka tosk, hýsu, upsa,
havtasku, laks, jákupsskeljar
og rækjur, men út á seinna
partin var tað mesta uppi.
– Tankin er, at tey vitj
andi síggja alla tilgongdina,
frá tí at fiskurin kemur
heilur upp á land, verður
skorin og liggur á grillini.
Vit tosaðu um, hvussu fá í
dag hava nakað tilknýti til
fiskivinnuna. Og soleiðis
kom hugskotið. Vit vildu
skapa eitt tiltak, ið sýnir
fram tað besta. Fólk sleppa
at uppliva øll stigini í tilvirk
anini, sigur Bogi Andreasen.
Eingin ivi er um, at væl
umtókta tiltakið er eitt
afturvendandi tiltak.
–
Aftur
næsta
ár
skipað vit fyri Ein Dagur á
Grynnuni fyrsta leygardag í
mai og vónandi er tað komið
fyri at vera.
Myndir: Álvur Haraldsen