mánadagur 9. mai 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53
Mangir løkir smáir
Um vit skulu náa málinum at skerja koltvísurnisútlatinum, mgu vit øll gera eitt
lítið sindur, segði Sigrún Mohr, tá hon setti Umhvørvisvikuna
Danjal av Rana
Meðan fiskurin fylti Tórs
gøtu, fyltu planturnar Niels
Finsensgøtu.
Umhvørv
isvikan var sett klokkan
11 og bíðirøðirnar vóru
langar at tryggja sær ein
plantupakka frá komm
ununi.
Sigrún Mohr, forkvinna
í náttúru- og umhvørv-is-
nevndini hjá Tórshavnar
kommunu, settir Um-hvørv
isvikuna. Nógv fólk hevði
leitað sær oman í miðbýin
í góðveðrinum, har tað
millum annað eisini var
gjørligt at royna nýggju
elsúkklurnar, sum Tórs
havnar kommuna hevur
bílagt.
Evnið í umhvørvisvikuni
í ár er koltvísúrnisútlát ella
CO2-útlát.
– Sambært COP21-sátt
málanum, ið bleiv sam
tyktur í París í fjør, hava
limalondini í ST játtað ella
heldur: bundið seg til at
skerja
koltvísúrnisútlátið
so nógv, at hitin á jørðini
ikki skal hækka meir enn
2 hitastig fram móti 2100
samanborið við støðið í
1850, tá ið ídnaðarkollvelt-
ingin byrjaði, segði Sigrún
Mohr í talu síni.
– Men broytingin liggur
ikki bara hjá heimsins leið
arum. Øll kunnu gera mun.
Og um øll gera eitt litið
sindur, gera vit stóran mun,
segði hon.
Býráðslimurin
segði
eisini, at hon helt, at høv
uðsstaðurin hevði eina ser
liga ábyrgd at minka um
koltvísurnisútlátið.
–
Sum
høvuðsstaður
og størsti býur í Føroyum
hava vit í Tórshavn eina
serliga ábyrgd, tí at býir
fevna um 1 % av øllum
landøki
á
jørðini,
men
standa fyri meira enn 70%
av koltvísúrnisútlátinum.
Ein ábyrgd, sum vit tóku
til okkara saman við hin
um
høvuðsstøðunum
í
Norðurlondum, tá ið vit
undirskrivaðu yvirlýsing
ina, ið varð sett fram áðrenn
COP21, segði Sigrún Mohr.
Tórshavnar Kommuna
hevur eisini keypt 12 el
súkklur, sum borgarar fram
yvir kunnu læna ókeypis.
Fyri at so nógv sum gjørligt
skulu sleppa at royna súkkl
urnar, fara tær alla vikuna
at standa framman fyri
Ráðhúsið, og er gjørligt at
læna tær í ein tíma.
Myndir: Álvur Haraldsen