Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Framsókn fekk fyrstu ferð umboðan á tingi í 2011. Tá umboðaði Poul Michel­ sen, formaður, einsamallur flokk­in. Við seinasta løgtingsval fekk flokkurin tveir sessir í Løg­tinginum og eftir sam­ gongu­samráðingarnar var flokkurin partur av sam­ gong­uni. Nú hevur flokkurin havt fyrsta ársfundin, sum partur av landsins stýri, har Poul Michelsen umboðar flokkin í landsstýrinum. – Vit hoyra ofta, at vit eru partur av eini vinstrahallari stjórn, men so vinstrahall er hon heldur ikki. Og vit kunnu – um so er – siga, at vit eru høgrabeinið hjá hesi vinstrasamgonguni, segði Poul Michelsen, formaður, á ársfundinum. Formaðurin vísti á, at flokk­urin nú hevur trý fólk, sum eru aktiv í lands­poli­ tikk­inum og at tey sita á tung­um postum. Ruth Vang er formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd. Ein sera tungur politiskur postur, sum krevur ómeta­ liga nógv arbeiði. Hanna Jensen er for­ maður í mentanar­nevndini, sum eisini er eitt krevjandi starv. Formaðurin í flokkinum, Poul Michelsen, er lands­ stýris­maður. Hann umsitur fyrst og fremst vinnu- og utta­nríkismál. Mugu arbeiða hart Í teimum røðum hann helt, fanst Poul Michelsen at, at Før­oyar ikki hava egnan utt­anríkispolitikk, sum vit eisini kunnu ávirka. Fyrst og fremst vísti hann á, hvussu eyðmýkjandi tað í veruleikanum er at umboða Føroyar í norðurlendskum og altjóða felagsskapum. Hann vísti til ein fund hann var á í Sveis. Har fekk hann at vita, at tá ið hann talaði, so umboðaði hann Dan­mark. – Hetta dámdi mær ómeta­liga illa, segði Poul Miche­l­sen. Fyrst og fremst heldur hann, at tað eru vit føroy­ ingar, sum eru ov líkaglað, tá ið tað snýr seg um uttan- ríkispolitikkin. Hann segði, at vit sum føroyingar ofta hyggja meir eftir pengunum enn eftir um vit hava ta ávirk­an, sum vit eiga at hava. – Eg ivist onga løtu í, at tann pening, sum Danmark letur Føroyum, kunnu vit lætt­liga vinna aftur um vit fáa sjálvstøðuga uttanríkis­ politiska umboðan. Verða vit rokna sum tjóð, so liggja heimsins møguleikar opnir fyri okkum, segði Poul Mich­ elsen, formaður í Framsókn. Poul Michelsen nevndi, at Føroyar í løtuni arbeiða við at yvirtaka føroyska loft- rúmið og at hetta arbeiðið gongur væl. Eisini familju- og arvarætturin er á veg á før- oyskar hendur. Vinnuøkið Umframt at umsita uttan­ ríkismál, so hevur lands­ stýris­maðurin hjá Framsókn eisini vinnumál undir sær. Til dømis hevur hann ali­ vinnuna, sum málsøki. – Alingin gongur sera væl og tað er at fegnast um. Ongastaðni í heiminum er so gott at ala, sum her hjá okkum, segði lands­stýris­ mað­urin. Hann vísti tó á eina av­ bjóðing, sum er við at taka seg upp. Árinið á umhvørvið er stórt og ógvusligt. – Stórur partur av ali­ vinnuni er vitandi um hesa av­bjóðingina og tey vita eisini at okkurt má gerast við hendan trupulleikan, segði Poul Michelsen. Hann segði, at alifyri­tøk- urnar eru farnar undir at hava fiskin longri í kørum á landi. Møguleikarnir at fara longur út á hav við ali­ring­ unum, tá ið fiskurin vigar meira enn tvey kilo, verða eisini kannaðir. ­– Hetta er eitt mál, sum vit mugu loysa. Grádigheit má ikki sleppa at oyðileggja umhvørvið, segði hann. Hann nevndi eisini tøku­ gjaldið, sum politiska skip­ anin hevur álagt ali­fyri­ tøkunum. Hann helt at hetta er ein spurningur, sum má viðgerast, tí mátin tað verður gjørt uppá, er kanska ikki tann rætti. – Men júst nú forðar tøku­ gjaldið hvørki fyri aling ella at gera laksaportiónir til út­flutnings. Prísurin er so góður, at tá ið alt er goldið, so hava alifyritøkurnar á leið 14 krónur eftir fyri hvørt kilo av laksi, tær selja, segði Poul Michelsen. ÁRSFUNDUR Fyri fyrstu ferð nakrantíð, helt Framsókn ársfund sum partur av politisku samgonguni FRAMSÓKN SØGULIGAN ÁRSFUND – FLOKKURIN VIÐ Í SAMGONGUNI Tey trý, sum eru aktiv í landspolitikki júst nú. Frá vinstru: Hanna Jensen, Ruth Vang og Poul Michelsen Mynd: Álvur Haraldsen