Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 ÁRSFUNDUR Føroyar og Grønland grundarlag undir tí stóra, danska ríkinum Semja er millum Poul Michelsen, formann í Framsókn, og Aleqa Hammond, fyrrverandi grønlendska landsstýrisformannin, at Danmark er onki í Arktis uttan Føroyar og Grønland Árni Gregersen Sterki leikluturin, Danmark hevur á altjóða pallinum, hong­ur tætt saman við, at Før­oyar og Grønland eru partar av danska ríkinum. Taksøe-nevndin, sum júst hevur gjørt eina frá­ greið­ing um danskan uttan­ ríkispolitikk, tekur á ongan hátt atlit til støðuna hjá Grøn­landi og Føroyum. Tað eru tey bæði, Aleqa Hammond, fyrrverandi lands­stýrisforkvinna í Grøn­ landi og núverandi fólka­ tings­limur, og Poul Michel­ sen, landsstýrismaður og for­maður í Framsókn, samd um. Bæði tvey eru á somu kós, tá ið tað snýr seg um leik­lutirnar hjá Føroy­um og Grønlandi á uttan­ríkis­ politiska økinum. Tey halda, at føroyingar og grønlendingar eiga at gera munandi meira fyri at fáa eina sjálvstøðuga umboðan á altjóða pallinum. – Í veruleikanum er tað so­leiðis, at Grønland lætt kann taka sjálvstýri. Hóast vit í løtuni fáa 3,6 milljardir krónur úr danska lands­ kassanum, so er hetta ikki meira enn grøn­lendski bú­ skapurin kann bera, segði grønlendska fólka­tings- kvinn­an á ársfundinum hjá Framsókn. Hon segði, at orsøkin til, at grønlendingar ikki enn eru farnir eftir sjálvræði, fyrst og fremst er, at fólk vilja hava meira vald til Grønlands, men hetta skal helst ikki ganga útyvir gerandisdgin og gerandislívið. – Men eg kann siga tykk­um eitt – eg ivist ikki í, at Grønland verður eitt sjálvstøðugt land í mínari tíð, segði hon afturat. Hon vísti á tær stóru broyt­ingarnar, sum er hendar síðani Grønland í 1979 fekk heimastýri. – Vit eru komin lagt ávegis í hesi árini, so hví ikki gerast sjálvstøðugt land í mínari tíð, spurdi hon. Keðilig støða Føroyski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Poul Michelsen, var í stóran mun samdur við Aleqa Hammond, tá ið tað snúði seg um uttanríksviðirskiftini. Hann segði, at Føroy­ar sjálvandi eigur at hava sjálv- støðugan uttanríkis­politikk og fyrst og fremst tá ið tað snýr seg um Arktis. Poul Michelsen finst eis­ ini at, hvussu danskir mynd­ ug­leikar fara við føroysk­um og grønlendskum mynd­ ugleikum. Hann nevndi, at í hesi vik­uni skulu teir fimm norð­urlendsku forsætis­ráð- harrarnir hitta amerikanska forsetan, Barak Obama. Til fundin er gjørt eitt felags skjal, sum eisini umfat­ ar Føroyar og Grønland. – Vit í Føroyum fáa átta tímar at lesa skjalk­ið ígjøg- num og gera við­merkingar. Hetta fáa vit eftir at skjalið er orðað. Talan er um eini 30- 40 síður av teksti, so eg haldi hetta er ómetaliga óvirðiligt, sigur Poul Michelsen. DFG DFG er tað, sum Danmark er farið at kalla Danmark, Føroyar og Grønland. Poul Michelsen er ikki serliga væl nøgdur við hetta, tí tað ofta ger, at Danmark als ikki kann atkvøða, tí Grønland og Føroyar ikki hava somu áhugamál. – Tað kann ikki vera rætt, at Danmark als ikki at­ kvøður, tí Grønland og Før­ oyar hava hvør síni áhuga- mál. Soleiðis er tað viðhvørt og tí mugu vit sleppa at at­kvøða hvør sær, heldur føroyski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum. Hann sigur seg eisini vera heilt sannførdan um, at føroyska uttanríkispolitiska heimildarlógin eigur at verða avtikin. – Vit eiga at steðga á – og so krevja av dønum, at vit fáa gjørt eina nýggja konstellatión, sum bæði vit og grønlendingar kunnu liva við. Tað er óvirðiligt at spæla fólk í húsi, sum vit gera í dag, segði Poul Michelsen. – Sjálvstýrisandin krevur, at vit taka ábyrgd. At vit ikki eru líkaglað. Gera vit ikki tað, so er stórur vandi fyri, at vit fara at líkjast Hetlandi, legði hann afturat. Øll vóru aftur­ vald Framsókn hevur havt ársfund – øll álitisfólk vóru afturvald Árni Gregersen Nýggjasti politiski flokk­urin á tingi, Fram­ sókn, hevur havt árs­ fund. Flokkurin er partur av samgonguni saman við Tjóðveldi og Javn­ aðarflokkinum. Framsókn fekk fyrstu ferð umboðan á ting í 2011, tá ið for­ maðurin, Poul Michel- sen, var valdur á ting. Á valinum í fjør var Poul Michelsen aftur- valdur, men Hanna Jen- sen vann sær eisini sæti á tingi. Eftir sam­gongu-sam­ ráðingarnar vísti tað seg, at Poul Michelsen fór í Tinganes og Ruth Vang kom á ting. Hon er nú forkvinna í fíggjarnevndini, með­ an Hanna Jen­sen er for­maður í ment­anar­ nevndini. Í hesi tingsetuni hev­ur Bjarni Kárason Petersen verið á tingi nakrar ferðir, tá ið hann hevur avloyst Honnu Jensen. Bjarni Kárason Pet­ ersen er formaður í Fram­søkin Ung, men hann boðaði á fund­ in­um frá, at hann fer at lata onkran annan taka formans­sessin, tá ið ungmanna­felagið seinni hevur aðalfund. Í flokkinum vóru øll afturvald til aðrar álitispostar og tað var uttan mótkandidatar. Ársfundurin var hild­in hjá Østrøm. Poul Michelsen og Aleqa Hammond eru samd um, at hvørki Grønland ella Føroyar hava nakran virðiligan uttanríkispolitikk Myndir: Álvur Haraldsen