Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK O, móðurmál – Tríbýtta raðsendingin í sjónvarpinum Regin Eikhólm Málfelagið Tríbýtta rað­send­ ingin í sjón­varp­ inum: “O, móð­ ur­mál” hjá Suna Merkistein (mars- apríl 2016), var sera áhugaverd og kom víðan um. Men tá tað er sagt, so var mangt, ið mann kundi ynskt eisini var við. Sendingin var tilætlað national­ romantisk ella nationalromantisk selektiv - vit tjóðskapa okkum við móðurmálinum sum samleika eyðkenni, uttan tó at vit nakrantíð fáa at vita, hvat orðið “móðurmál” her stendur fyri? Er móðurmálið at fata sum talumálið t.v.s.: “tað mál sum ein hevur lært sum barn og er alin upp við” (MMO s. 788), og sum vit dagliga brúka at samkifta við, ella er tað mest eitt nationalistisk bringuprýði, hjá KVF og okkara “national-puristum” uttan atlit til móðurmálspassiónina hjá vanliga føroyinginum og talumálinum ann­ ars sum samskiftismiðil generelt? Pedagogisk frekvensorðabók Víst varð til ein hóp av orðabókum, men mann saknaði serliga eina orða­bók nevniliga: SPONSK FØR- OYSK SKÚLAORÐABÒK hjá Randi Meitil og Birgit Remmel, Orða­ bókagrunnurin, Tórshavn 2009. Hetta er ein pedagogisk fre­kvens­ orðabók (títtleikaorðabók), har tær hava kannað hvørji orð koma oftast fyri í føroyskum talumáli og uppbygt bókina eftir tí. Bókin er helst tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Spell at bókin ikki bleiv nevnd í sendingini, tí har finst ein týðilig ábending um frábrigdi millum skrivtmál og talumál. Hammershaimb hevði eitt val í 1846 Í sendingini sáddi Árni Dahl iva um V. U. Hammershaimb reelt hevði nakað at velja ímillum í 1846, men tað hevði hann. Vísandi til Chr. Matras í “Det færøske skriftsprog af 1846”, Scripta Islandica 2, 1951; Greinaval – málfrøðigreinir, útg. Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn 2000, s. 97-115, har tað stendur: “ Dette er nu N. M. Petersens sidste ord i sagen, der nu blev lagt i V. U. Hammershaimbs hånd. Den unge teologiske student fik nu af Rafn stillet den opgave: på grundlag af Jón Sigurðssons “islandificerede” tekst, N. M. Petersens bemærk­ ninger til denne samt – selvfølgelig – Pløyens “svaboske” manuskript at finde frem til en ortografi, der kunde godkendes af den færøske sagkundskab. Det var således en bunden opgave, der blev stillet Hammershaimb, og i det store og hele blev det Jón Sigurðssons forslag der blev fulgt.” Út frá omanfyri standandi hevði V. U. Hammershaimb so av­ gjørt ein valmøguleika, og hetta hevur alstóran týdning fyri at kunna skilja ta eftirfylgjandi mál­ debattina, tí Hammershaimb var í eini tvístøðu í 1846: Hann góðtók talumálið í “svabosku” fonetisku (málljóð) endur­geving, men metti ta íslendsku orto-graf­isku (stavseting) loysnina hjá Jón Sigurðsson at vera meiri realistiska, og hevur tí valt hana – sum helst eisini var tað mest realistiska valið tá. Nationalromantisk radikalisering V. U. Hammershaimb ynskti seinni saman við dr. Jacobsen v. fl. at tillaga tað íslendsku orto­gra­fiina ella stavsetingina meira til tað føroyska talumálið (móður­málið) - og ikki umvent. Hetta síggja vit í uppskotinum “Broyt­ing” í Føringa­ felagnum 1896, men uppskotið bleiv – av nationalistiskum orsøkum - forpurrað við Jóannes Patursson á odda. Eftirfylgjandi birti hetta undir eina “nationalromantiska radi­kalisering”, ið síðani hevur fylgt tí føroyska málstríðnum sum ein marra. Fleiri skrivandi fosturlands­ vinir trektu seg og fóru í for­svars­ positión ella heilt góvust at skriva, tí teir ræddust fyri tí “national­ romantisku radikali­ser­ingini”. Tað tá íbirta nationalromantiska sundurlyndið er enn at spora í mál­spurninginum í dag, og hóast nationalromantikkurin hoyr­ ir til eina langt síðani farna tíð, so er málspurningurin hjá fleiri framvegis meiri national­romant­ iskur enn málfrøðiligur. Skerjingin av móðurmálsalfabetinum er eitt gevandi dømi um hetta. Vit ynskja at tjóðskapa okkum – uttan atlit til tær sosialu, mentanarligu og praktisku avleiðingarnar tað annars mátti fingið fyri fólkið, sum her býr. Chr. Matras (1900-1988) og Heðin Brú (1901-1987) ósamdir um málreinsan Í sendingini hálovar Chr. Matras, professari, Heðini Brú fyri framúr – ja næstan gudagivin prosaevnir, og alt teirra millum tykist at anda í málsligum samljóði og friðsælu, men teir drógu ikki altíð somu línu í spurninginum um málreinsan, sum tað eisini framgongur av niðanfyri standandi brævi. Í brævi frá Heðini Brú til Chr. Matras, dagfest: Havn , 16/11-50, skrivar Heðin Brú millum annað: “Kæri Krisjan. Nú siti eg her og havi eina friðaliga løtu ...... Eg havi hugsað nógv um títt síðsta bræv til mín og havi nú tikið avgjørda støðu til hetta, tú segði um danismur. Tú mistekur teg. Nógv av tí tú rópar danismur er fullgott føroyskt, og tað er synd at gera seg inn á tað, føroyskt mál verður fátækari av tí. ............. Minst til, at Føroyar eru ikki avstongdar longur. Tað hægsta vit fáa Føroyingar til í máli í dag er at nýta “sítt egna mál”. Eg vildi ynskt at tú fatar meg her. Vit fáa aldri eitt páfunnið mál inn í Føroyum. Og hví koma við einum páfunnum føroyskum? Vit hava esperanto. ............ Blíðar heilsur Heðin Brú. Tað tykist sum um Heðin Brú hevur ávirkað Chr. Matras, tí hann gjørdist ongantíð málreinsari, men var alt sítt lív málsavnari við eini støðugari móðurmálspassión í sínum poesii og týðingum. Júst tað sama sum hann hálovaði Heðini Brú fyri í hansara prosa. Hetta er annars tann sama málkósin sum Rikard Long (1889- 1977) eisini búnaðist til, men sum lítið bleiv gjørt burturúr í send­ ingini. Málráðið – ikki fyri vanliga føroyingin Fyri Málráðið slapp formaðurin - sum tann einasti - til orðanna um­boðandi meirilutan í Málráð­ num ( 8 limir ), ið stendur fyri at skerja stavraðið, men sum bert 30% av føroyingum taka undir við. Har var eingin spurningur um tær praktisku fylgirnar, ið skerjingina av stavraðnum viðførir. Eitt nú at tað rekur yvir 7.000 siðbundin fólkanøvn av rókini og útihýsir flest øllum yrkis- ella fakmálum í føroyskum, og at vit koma at standa eftir við einum national-puristiskt tøvdum fremmandagerandi máli, ið - fyri vanliga føroyingin - hvørki er fuglur ella fiskur! Minnilutin í Málráðnum (3 limir) sum ynskir óskert móður­ máls­alfabet, og sum 70% av føroy­ ingum taka undir við, kom als ikki til orðanna. Og hetta hóast at bæði formaðurin í fráfarandi Málnevnd, Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum máli, og kendi málmaðurin, Jeffrei Hen­ riksen, báðir mæla eisini til óskert móðurmálsalfabet, eins og ein samd fráfarandi Málnevnd gjørdi. Nationalromantikk framum viðkomandi móðurmál Talsmaðurin fyri Málfelagið vísti á vandan við national-puristiskari fremmandageran av málinum, og nýggi professarin í føroyskum máli, Jógvan í Lon Jacobsen, nam við ta pragmatisk inkluderandi málkósina, sum tekur til sín uttan samstundis – puristiskt at forkoma øðrum í málinum viðkomandi orðum. Hann segði, at onki mál var farið til grundar av at taka orð til sín – heldur tvørturímóti, og vísti á enskt sum dømi. Hetta var tað sum Heðin Brú, Rikard Long stóðu fyri, og sum vit eisini síggja í nútímans útgávu hjá Hanusi Kamban. Hetta er eisini tað sum André Niclasen (1938-2013), ynskti við Mál­felagnum, at menna móður­ málið uttan etniska útreinsing av orðum og skerjing av móður­ málsalfabetinum, tí grov national- puristisk úreinsan fremmandager málið og fær móðurmálspassiónina at hvørva, umframt at tað eisini beinir fyri nuansum og áhuga­verd­ um málsøguligum ættar­bond­um í málinum. Sendingin var frá byrjan tilgjørd nationalromantisk við aktørum, ið kundu stiga undir ta fatanina. Fáir ella ongir viðkomandi spurn­ ingar vóru um málið sum nútíðar faktuellur og kompetentur prak­ tiskur/teoretiskur samskiftismiðil á øllum økjum – bert okkurt hiss­ ini leysakast, og tí kom hesin við­ komandi parturin at liggja á láni í send­ingini, men kemur kanska við seinni? 10.04.2016 Meðan bíðað verður eftir Panamaskjølunum Ólavur í Mittúni Tað finnast skjøl, sum í hesum bíðitíðarbili átti at havt áhuga hjá okkara public service tíðindaleiðara, skjøl sum okkara tjóð alt at hesum degi hevur grundað sín samleika á. Hesi skjøl eru í mun til Panamaskjølini atkomulig fyri hvønn tann, sum hevur áhuga í gravandi journalistikki. Og sum almennur public service stovnur eru vit ikki so fá, sum við spenningi vænta, at her fer at vera gjørt eitt arbeiði og tað til lítar, soleiðis at tað sum enn stendur svart á hvítt annahvørt verður sannað ella avsannað. Skjølini finnast í tveimum testamentum á 1.241 síður, og ivaleyst finnast tey inni á public service stovninum, so tað er bara at fara til verka. Tit rullaðu alt skjútsið fram fyri 140 undirskriftir! Vit, sum eru ónd, óvitandi, kærleiksleys, dømandi og halda okkum at vera so góð, vit býttu, vit sum ikki grótu gleðistár í løgtingssalinum lagnutunga dagin, vit sum ikki vóru sjónvarpaði, men sum grótu sorgartár, og sum enn gráta, vit eru tó ein tvungin partur av gjaldinum fyri svartadýkið. Tað sær út sum um vit mega fáa eina nýggja autorisiatión fyri hesi grundskjøl: Frá Bispi? Edmundi? Laksafoss? ella Høgna? og fleiri?? Her er talan um meira, enn Panamaskjøl. Her er ikki talan um onkran kúll, sum hevur krógvað nakrar krónur, men um eina kloyvda, fyri ikki at siga syndraða tjóð. Nú er ábyrgdin tykkara.