Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 Brandar Heðinsson Formaður í Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið E n d i l i g a veittraðu æ l a­b o ga ­ littu fløgg­ ini í húnar hátti, tá tey fyri kort­ um kundi lýs­ast javn­lík við alra vest­ur­heimsins æla­bog­ a­litt fløgg – ein varði varð náddur á javnrættindarleið. Men tó er enn ein lýsandi varði fyri framman, og hesin er javn­rætt­indavarði alra Før­oyinga! Tí í alheims-sam­ felaginum eru føroy-ingar mismunagjørdir, og eru vit ikki so frægt komin har til, at vit av sonnum kunnu siga, at vit hava ognar­ rætt á hesum oyggjum ella á okkum sjálvum. Ikki so, allir bati bøtur; vit eru nú javn­ari í ójavn­anum innan ytstu tangarnar. Men hvat veruligt frælsi fáa vit øll, tá vit javnseta ein­stak­ar samfelagslimir, og samfelagsbólkar, men ikki okkum sjálvi, og lata sam­felagið alt groypast at tungum útlendskum leinkj­ um? Vit kunnu ikki av sonnum rópa okkum jøvn, tá Merkið okk­ara ikki veittrar ájavnt við onnur fløgg, tá mál okk­ ara ikki eigur javnan heima­ rætt sum onnur mál í øðrum londum, ella tá vit sum tjóð ikki frælst kunnu luttaka á altjóða pallinum í øllum lutum sum javnsettur partur av heims­samfelagnum. At vinna okkum Føroyingum altjóða javnrættindi er evsta og harðasta stríð okk­ara, og er tað at hesum frælsis­málið, varðarnir leiða okkum, og eigur tað nú at gerast okkara næsta stev fram. Nógv eru tey, ið hava gingið undan á hesari leið, men tíverri eru eisini tey, ið hava runnið undan allari ábyrgd, framgongd og satt at siga hava verið "ands­stevið” í allari menning í landi okkara. Nokk á sama hátt sum myrkir trælir ikki mettu seg kunna vera sjálv­veitandi, ella kvinnur, ið ikki mettu seg hava skil til at seta ein kross á ein pappírs­lepa. Og tað eru hesi, ið nú aftur vilja styrkja okkara leinkjur, so vit ikki sleppa úr stað, men standa sum ryssa yvir deyðum fyli, á beiti um eina rustaða spann, har vit onkuntíð av miskunn, fáa latið eitt sindur av vatn­ið í. Til tess at gagnnýta ríka tilfeingið okk­ara, ríku møgu­leikarnar í javnum altjóða samstarvið og vinna okk­um fram til endan av javn­rættinda­leið­ ini, mugu vit tamba hesar ketur og takað næsta stevið. Og skulu afturhaldslintu lands­menn okkara ikki í skundi smíða okkum nýggjar ketur, mugu vit stað­festa evsta avgerðarrætt okkara í landi okkara við nýggari stjórnarskipan, og harvið gleiva um eina djúpa sam­ bands­gjógv, og taka okkum longur fram á leiðini. Ein tílíkur sigur, ið vunnin varð her fyri, hevði verið óhugs­andi fyri 10 árum síð­ ani. Men treiskni, físni og gott gongulag hevur broytt hugburð okkara. Og sama er við tjóðarjavnrættinum. Ótti, vantandi vitan og undir­luta­ kenslur er tað, ið hugburður samríkismanna ber brá av, og afturhaldslyntur hugburður er einasta forðing fyri javnrætt okkara. Mentalar blokeringar eru í roynd og veru tað, ið yvirvøldin hevur smíðja leinkjur okkara úr, ið fjøtrað okkum í botn og halda okkum frá rúmum vinnurásum og frælsi. Fyri 3,7% av btú, sum svar­ar til uml. Ta árligu veið­una hjá tveim­um upp­ sjóvar­skipum, selja vit okk­ara tjóðskap, samleika og møguleikar at menna fólk og land, so at rustaða spannin fær spillvatn sítt, og vit, heldur enn at njóta múgvandi møguleikar okk­ ara, framhaldandi sleikja og suttla síðstu skarns­drop­ arnar. Tað eru hesar óttans­ ketur, og tregatunga hugalag hjá summum føroyingum, ið forða fyri veruligari menn­ ing og frælsi og fyri at vit fáa okkara sjálvsøgdu javn­rættindi í altjóða sam­ felagnum. Skulu vit sleppa okkum úr hesu syndarligu støðu, ið vit halda okkum sjálvum í, mugu vit halda áfram at traðka javnrættindar rásina, ið leiðir at frælsi alra Føroyinga – hendan er loysingarleiðin; Bara við at slíta keturnar røkka vit hesum máli. Sum í einum góðum føroyskum dansi, tóku vit eitt stev aftur við undanfarnu sambands­ samgonguni og hava vit nú tikið eitt stev fram – latum okkum eisini taka tað næsta! Serfrøði í innrætting og goymslu Vit hjálpa tær við røttu loysnini EXPERT S k j ó t i h u r ð a r o g i n n r æ t t i n g G ó ð k e n t E l f a - u m b o ð Starvslýsing Landslæknin søkir eftir skrivstovufólki Hjá Landslæknanum er eitt skrivstovustarv á 32 tímar um vikuna leyst at byrja skjótast tilber. Starvið er tíðaravmarkað til 30. apríl 2017, tó við møguleika at halda fram við niðursettari tíð. Vit søkja ein virkisfúsan persón, sum kann taka sær av skrivstovuuppgávum umframt meira sjálvstøðugum uppgávum. Harumframt leggja vit dent á, at umsøkjarin hevur: • Góðan kunnleika til føroyskt og danskt • Góðan teldukunnleika • Góð evni at samskifta og samstarva Lønar- og setanartreytir Lønar- og setanartreytir eru sambært organisatións- avtalu millum Finansministeriet og HK/STAT. Kunning Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Liljuna Midjord ella Bjarnhild Patursson á telefon +298 311832. Umsóknin Øll áhugaði uttan mun til aldur, kyn, trúgv ella uppruna verða biðin um at søkja starvið. Umsókn saman við avritum av viðkomandi prógvum, CV v.m. skulu sendast til: Landslæknan, Sigmundargøta 5, FO-100 Tórshavn ella við telduposti til foe@sst.dk, og verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2016 Chief Medical Officer · Sigmundargøta 5 · Postsmoga 9 FO-110 Tórshavn · foe@sst.dk · www.landslaeknin.fo Telefon +298 311832 · Fax +298 317660 FIMLEIKAFELAGIÐ LJÓSIÐ AÐALFUNDUR Aðalfundurin hjá Fimleikafelagnum Ljósinum verður mikukvøldið 25. mai kl. 19.00 í ÍSF-húsinum. Skrá sambært viðtøkunum. NEVNDIN KUNNGERÐ Frá Sørvágs kommunu Um broyting av byggisamtykt v.m. Sambært logtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur kommunustýrið í Sørvági á fundi hin 27.04.2016 samtykt at broyta byggisamtyktina og bygdaplanin fyri Sørvágs kommunu. Broytingin fevnir um tann partin av matr. nr. 62h og 373b, sum sambært matriklinum liggur nr. veg ar á Mýrum. Bygdaráðið hevur samtykt at broyta matr, nr, 62h og 373b frá øki K-Landbúnaðarøki til øki B -Sethúsaøki Frágreiðing, kort og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 06. mai til 27. mai 2016. Mótmæli og broytingaruppskot skulu vera bygdaráðnum í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum. Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo V A R Ð A G Ø T A 8 · F O - 3 8 0 S Ø R V Á G U R S O R V A G @ S O R V A G . F O · T E L 3 6 3 2 0 0 KJAK Næsta stevið