mánadagur 9. mai 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
HULDA FEKK GOTT ÚRSLIT Í BARCELONA
Aftur hetta vikuskiftið hava føroysk ítróttarfólk kappast úti í heimi. Fimleikarar hava
verið til World Cup, kvinnulandsliðið í flogbólti hevur spælt ímóti Danmark og borðtennis-
kvinna hevur vunnið DM-gull. Her eru tey stuttsøgdu ítróttartíðindini
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Bæði Hallur Hansson og
Brandur Hendriksson byrja
ðu á vøllinum, tá ið Vend
syssel FF sunnudagin helt
fast í góðu gongdini við
1-0-sigri
á
útivølli
ímóti
Næstved. Hallur legði upp
til málið, sum Patrick Bang
Nielsen
skeyt.
René
S.
Joensen varð innskiftur, tá
ið eitt korter var eftir.
Við
sigrinum
heldur
Vendsyssel FF fram við at
elta Silkeborg í stríðnum
um triðja plássið, sum gevur
uppflyting til Superliguna.
Av tí at Silkeborg eisini
vann um vikuskiftið, so eru
framvegis fýra stig á muni,
nú fýra dystir eru eftir at
spæla. Vejle og Viljormur
Davidsen eru eisini fýra
stig
aftanfyri
Silkeborg.
Kaj Leo í Bartalsstovu var
skaddur og ikki við í hópinum
hjá
Dinamo
Bukarest,
sum fríggjakvøldið spældi
3-3-javnleik ímóti Viitorul
Constanta. Hetta var seinasti
dysturin
í
kappingar
árinum, og tað er nú greitt,
at Dinamo Bukarest endar
nummar fýra í uppflytingar
spælinum og sleppur at
spæla
Europa
League
komandi
kappingarár.
Patrick Ekeng, liðfelagin
hjá Kaj Leo í Bartalsstovu
í Dinamo Bukarest, sum
small um og doyði í dysti
fríggjakvøldið, kann vera
deyður orsaka av at neyðuga
hjálparútgerðin
ikki
var
við
leikvøllin.
Kreppa
í
rumenskum
fótbólti
kann hava havt við sær, at
medisinsk útgerð á 3750
krónur hevur verið spard
burtur. Tað sigur fakfelagið
hjá leikarunum har, sum nú
er farið at kanna málið nærri.
Heini Vatnsdal og Christian
Holst
byrjaðu
báðir
á
vøllinum,
tá
ið
Fremad
Amager
í
gjár
spældi
málleysan javnleik ímóti
Thisted. Eina stigið hevur
við sær, at Fremad Amager
hoppar upp á triðja plássið,
sum
gevur
uppflyting.
Sjey dystir eru eftir at
spæla,
og
Nykøbing
er
bara eitt stig aftanfyri teir.
Gunnar Nielsen vardi málið
hjá FH Hafnarfirði, sum í
gjár vann 2-1 á heimavølli
ímóti
ÍA
Akranesi.
FH
fekk
ein
mann
vístan
av vølli tíðliga í seinna
hálvleiki, men hóast hetta,
so eydnaðist tað at skjóta
2-1-sigursmálið í 88. minutti.
FH hevur nú seks stig fyri
tveir dystir og er oddalið
vegna
bestan
málmun.
Kapprenningin
um
meistaraheitið í sponsku
La Liga heldur fram, eftir
at øll tey trý oddaliðini,
FC
Barcelona,
Atlético
Madrid og Real Madrid,
hava verið í dystum um
vikuskiftið. Nú er bara
ein dystur eftir at spæla.
FC Barcelona, sum undan
dystinum í gjár var ájavnt
við Atlético og eitt stig
frammanfyri Real, hevði
ongar
trupulleikar
av
grannunum úr Espanyol,
sum
vórðu
sendir
til
húsa
við
5-0-tapi.
Luis
Suarez skeyt tvey, meðan
Lionel Messi, Rafinha og
Neymar skutu hvør sítt.
Atlético
Madrid
snávaði
púra óvæntað á útivølli
ímóti
aftasta
liðnum,
Levante, sum longu er flutt
niður. Fernando Torres legði
Atlético Madrid á odda
1-0 longu í 2. minutti, men
Casadesus
og
Guiseppe
Rossi syrgdu fyri, at Atlético
nú ikki kann blíva meistari.
Nú er tað einans Real
Madrid, sum hongur í FC
Barcelona.
Real
Madrid
hevði tað annars ikki lætt
ímóti Valencia heima, har
høvuðsstaðarfelagið
fekk
ein harðvunnan 3-2-sigur.
Cristiano Ronaldo skeyt tvey
mál og Karim Benzema eitt.
Úrslitini
hava
við
sær,
at
allarseinasta
umfar
næsta
leygardag
fer
at
avgera
meistaraheitið.
FC Barcelona er eitt stig
frammanfyri Real Madrid og
kann harvið avgera tað úti
ímóti Granada. Real Madrid
skal á vitjan hjá Deportivo
La Coruna. Allir dystirnir
verða leygarkvøldið kl.19.00.
Alvaro Arbeloa spældi helst
sín seinasta dyst á Santiago
Bernabeu
sunnudagin.
Sáttmálin hjá 33 ára gamla
høgra bakkinum gongur út
í summar, og einki bendir á,
at sáttmálin verður longdur.
Hatem
Ben
Arfa
er
í
samráðingum
við
FC
Barcelona.
Tað
váttar
forsetin í franska felagnum
Nice, har Ben Arfa hetta
kappingarárið er triðbesti
málskjútti í fronsku Ligue
1. Sáttmálin hjá 29 ára gamla
franska landsliðsleikaranum
gongur út í summar, og kann
hann tískil skifta ókeypis.
Luca Toni fekk eitt frálíkt
farvæl við fulltíðarfótbólt,
tá
ið
hann
saman
við
aftasta liðnum í Seriu A,
Verona, megnaði at vinna
ímóti
meistarunum
úr
Juventus, sum ikki hevði
tapt ein dyst síðani oktobur
í fjør. 38 ára gamli Luca
Toni skeyt málið til 1-0.
AC Horsens er aftur í
Superliguni. Tað gjørdist
greitt, tá ið Bubacar Sanneh
skeyt 3-2-sigursmálið í 91.
minutti ímóti Skive. AC
Horsens er nú tryggjað
í minsta lagi 2. plássið, og
tað merkir, at teir saman
við
Lyngby
longu
eru
tryggjaðir
uppflyting.
BORÐTENNIS
Henrietta Nielsen, sum er
úr Fuglafirði men búsitandi
í Týsklandi, vann síðsta
vikuskifti bronsu í U21-
bólkinum í kappingini um
danska meistaraheitið. 14
leikarar vóru við. Í tvímans
leiki eydnaðist tað henni at
gera danskur meistari saman
við Sofie Egeholt Bang.
FIMLEIKUR
Team Hulda hjá Havnar
Fimleikafelag
hevur
um
vikuskiftið luttikið í World
Cup í estetiskum fimleiki í
Barcelona. Tær fingu 15,20
stig og gjørdust nummar
15 av 23 liðum. Tvey russisk
lið, Expressia og Madonna,
býttu fyrsta plássið ímillum
sín við 18,95 stigum í part.
Meðan tær í Team Huldu
og onnur lið nú fara at
fyrireika seg til FM komandi
vikuskifti,
so
fyrireikar
Team Hulda seg samstundis
eisini til HM-kappingina,
sum
verður
í
Brno
í
Kekkia um ein mánaða.
FLOGBÓLTUR
Føroyska kvinnulandsliðið
hevði tað danska á knøunum,
tá ið hesi bæði londini
hittust
í
venjingardysti
leygardagin.
Í
fimta
og
avgerandi setti var Føroyar
á odda 8-5, men tapti tó 15-
12. Settúrslitini vóru 25-23,
21-25, 25-22, 24-26 og so 15-12.
– Sæð í ljósinum av, at
hetta var fyrsti dystur,
sum liðið spælir saman, so
er úrslitið í dag eitt super
úrslit – tað besta nakrantíð
hjá
einum
føroyskum
flogbóltslandsliði.
Vit
hava
super
servutrýst,
fantastiskan
blokk
og
fantastiskt verjuspæl. Vit
megna ikki at standa ímóti
servunum hjá DK, tær hava
18 servuess. Hetta vistu vit
frammanundan, tí Svøríki
hevði somu trupulleikar
í gjár, tá Danmark spældi
í Svøríki, segði føroyski
landsliðsvenjarin, Jóan Petur
á Stongunum, eftir dystin.
Venjingardystirnir
ímóti
Danmark hava verið sum
liður í fyrireikingunum til ið
EM/HM-undankappingina í
Føroyum dagarnar 23. til 25.
mei, har móstøðulondini eru
Írland, Liktinstein og Kýpros.
HONDBÓLTUR
Tað mátti brotskastkapping
til at avgera Champions
League-finaluna
hjá
kvinnum í gjár. Tað vóru
CSM Bukarest úr Rumenia
og Györi úr Ungarn, sum
hittust, og eftir 22-22 eftir
vanliga leiktíð og 25-25 eftir
longda leiktíð, var neyðugt
við brotskøstum. Her var
CSM Bukarest, sum á fyrsta
sinni var við í Champions
League, best. Tær skoraðu øll
køstini, meðan Györi brendi
tvey.
SÚKKLING
Tríggir teinar eru higartil
súkklaðir í stóru súkklu
kappingini,
Giro
d'Italia.
Heldur óvæntað er tað í
løtuni
týski
sprintarin,
Marcel Kittel, sum er í ljósa
reyðu føraratroyggjuni. Í gjár
mátti ein av favorittunum,
Jean-Christophe
Péraud,
taka seg úr kappingini eftir
ein heldur harðligan túr í
asfaltið.