Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið fjórð­ ings­finalan í kappingini um løg­mans­steypið var á skránni. Í kvøld verður lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni. NSÍ venj­arin Anders Gerber rokn­ar við, at hann umframt fyri seg sjálvan eisini tosar fyri teir í Víkingi og KÍ, tá ið hann sigur, hvat mótstøðulið tað hevði passað honum best at spæla hálvfinalu ímóti: – Skála hevur eitt gott lið, men eg haldi, at teirra lið er tað, sum vit í tveimum upp­ gerð­um – á heimavølli og úti­ vølli – hava best møguleika at vinna ímóti og harvið kvalifi­sera okkum at spæla í final­uni, sum verður 27. august. NSÍ hevur ikki vunnið steypa­kappingina síðani fyri fjúrtan árum síðani. Í 2002 vann NSÍ á HB. Tvey ár seinni vóru hesi bæði liðini aftur í finaluni. Tá vann HB, og síðani tá hevur NSÍ ikki verið í finaluni. Í gjár vann NSÍ favoritt sigur á heimavølli ímóti EB/ Streymi í næstbestu deld­ ini. Úrslitið var 2-0. Árni Frederiksberg setti hol á dygst undan steðginum, og fram ímóti dystarenda stað­ festi Petur Knudsen sigurin og harvið, at NSÍ skal spæla i hálvfinaluni. – Eg var ongantíð í iva um, at tað fór at eydnast hjá okk­ um at vinna. Vit vóru heilt greitt omaná í fyrra hálvleiki, og vit vóru eisini betri eftir steðgin. Tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast at fáa mál. At tað eydnaðist stutt undan steðginum var ein lætti, men vit kendu yvirhøvur ikki nakra strongd, sigur NSÍ venj­arin Anders Gerber. Í fjør vann NSÍ 5-1 og 6-0 í landskappingini á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum við Margáir legði rygg til 8-0 tap ímóti NSÍ. Fyrrverandi NSÍ spælarin Sjúrður Jacobsen er nú ein av álitismonnunum í EB/Streymi: – Tað var avbjóðing hjá okk­um at spæla ímóti liði í bestu deildini, og fyri meg var tað hugaligt aftur at spæla í Runavík. Í fjør vann NSÍ tríggj­ar stórsigrar á EB/ Streymi. Vit vóru samdir um, at so­leiðis skuldi tað ikki vera hesa­ferð. Vit vóru sera varnir í útgangsstøðu, og tað eydn­aðist leingi at halda teim­um frá at skora. Harvið vóru fyri­treytir­nar hjá okk­ um góðar, og tí kom tað illa við, at teir so stutt undan steðg­inum settu hol á. Eftir steðgin høvdu vit tveir góðar møgu­leikar at javna. Leif Niclsen var leysur, og Rógvi Egilstoft Nielsen royndi seg við góðum frísparki, men tí­ verri spurdist einki burtur­ úr, sigur Sjúrður Jacobsen, og hann heldur fram: – Nú hava vit fokus á lands­kappingini. Málið hjá okkum er at flyta upp aftur í bestu deildina. Um tað skal eydnast er neyðugt hjá okk­ um at vinna allar heima­ dystir­nar. Tann fyrsti verð­ ur, tá ið vit leygardagin fáa vitj­an av Giza Hoyvík. Fremsti maður hjá EB/ Streymi, Arnar Dam, og NSÍ miðverjin, Per Langgaard, vórðu náðir riknir av vølli í 65. minutti. Tað ber við sær, at teir vera ikki við næstu ferð – Arnar Dam ímóti Giza Hoy­vík leygardagin og Per Lang­gaard ímóti ÍF í Fugla­ firði leygardagin. Víkingur hómar metið Í Sarpugerði var drama­tikk­ urin og spenningur soleiðis, sum tað bara kann vera í steypa­dysti. Miðvallarin Sølvi Vatnhamar legði í 2. og 20. minutti heimaliðið fram­ um 1-0 og 2-0, og so kendist spurningurin vera, hvussu stórur heimasigurin fór at verða: – Kenslan var avbera góð, tá ið bólturin sat í netinum, NSÍ, sum ikki hevur vunnið steypið síðani 2002, vónar sambært venjaranum, at tað verður kommunuuppgerð í hálvfinaluni, og klaks­ víkingar, sum ikki hava vunnið síðani 1999, fegnast um bjartari tíðir FÓTBÓLTUR NÚ HEVUR VÍKINGUR KÓS ÍMÓTI METINUM