mánadagur 9. mai 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
og vit vóru frammanfyri 2-0,
tí talan var um góðan dyst
millum tvey góð lið. Men
tað kann ganga skjótt í fót
bólti. Vit durvaðu eitt sind
ur, síðsta minuttin undan
steðginum skoraðu teir tvær
ferðir, og so var alt aftur púra
opið. Í steðginum tosaðu vit
um, at hetta skuldi ikki fella
okkum, og tá ið Lava legði
okkum framum aftur, sá
tað aftur ljóst út. So var tað,
at teir í næstsíðsta minutti
fingu brotsspark og Øssur
Dalbúð javnaði til 3-3.
Tit vunnu brotssparks
kappingina, og nú eru tit í
hálvfinaluni. Hvussu verður
nú?
– Vit ætla okkum at vinna
finaluna og harvið at vinna
steypafinaluna fimta árið
á rað. Gongdin og úrslitið
ímóti HB vísa, at tað ber ikki
til at gera av við okkum, sigur
tvífaldi Víkinga málskjúttin.
Tað var 18 ára gamli Teit
Jacobsen,
sum
misnýtti
síðsta HB brotssparkið. Tá
var støðan 7-6 til Víking,
og tískil var tað greitt, at
Víkingur heldur fram í kapp
ingini, meðan steypaturkurin
hjá HB verður frá 2004 og í
hvussu so er fram til 2017.
– Málverjin tveitti seg
annan vegin, men eg yvir
plaseraði bóltin í hinum
borðinum, so hann rakti í
innaru síðu á stólpanum og
fór ikki í málið. Vit eru sera
vónbrotnir, tí tá ið vit javn
aðu til 3-3, høvdu vit allir
eina kenslu av, at nú høvdu
vit teir, og at vit fóru at
vinna i longdu leiktíðini, men
soleiðis vísti tað seg ikki at
ganga, sigur Teit Jacobsen.
Úrslitið hevði
alt at siga
Í góðveðrinum seinnapartin
leygardagin vann Skála 2-1 á
niðara vølli í Gundadali. Tað
var eingin serligur munur
á liðunum, og fram ímóti
dystarenda trýsti heimaliðið
fyri at javna:
– Vit eru nøgdir við 2-1
sigurin, men vit kundu havt
víst betri spæl. Eg vil ikki
siga, at tað vóru teir, sum
togaðu okkum niður í ferð.
Heldur var tað soleiðis, at
vit ongantíð megnaðu at fáa
ferð á okkara spæl. Pætur
Dam
Jacobsen
stútaði
okkum framum eftir horna.
Vit vónaðu, at tað skuldi
eydnast at økja um leiðsluna
beinanvegin eftir steðgin.
Hóast vit misnýttu brots
spark, so bóru vit høvdið
høgt, og so eydnaðist tað
Jákupi Johansen at stúta
týdningarmikla 2-0 málið,
staðfestir Skála veteranurin
Jónhard Frederiksberg.
Giza
Hoyvík
venjarin
Frankie Jensen visti ikki
rættiliga, hvat hann skuldi
siga:
– Vit eru vónbrotnir av, at
vit ikki fingu meiri burturúr,
tí leikliga vóru vit so væl
við. Tað kom sera illa við, at
teir fingu hol á, tí tað bar við
sær, at vit noyddust at leggja
meiri fyri, meðan teir kundu
leggja meiri í at verja. Leivur
Holm Joensen minkaði um
munin við góðum stútara,
men vit rukku ikki nærri.
Á hugaligu síðuni gav
dysturin okkum eina kenslu
av, at vit eru eins væl skikk
aðir sum eitt nú AB, TB, B68
og Skála at spæla í fremstu
røð. Vit røkka neyvan upp
flytingini í ár, men tað verð
ur kanska næsta ár, og so
verður tað vorðin sum av
bjóðing at spæla – vónandi í
Hoyvík – og kappast fyri at
vinna áttanda ella kanska
sjeynda plássið í bestu deild
ini. Avrikið ímóti Skála vísti,
at tað eru ikki dreymar, sum
ikki kunnu verða veruleiki,
sigur Frankie Jensen.
Einki met í ár
Tvífaldu
FM
vinnararnir
í B36 vóru ógvuliga vón
brotnir, tá ið Petur Reinert
bríkslaði fyri síðstu ferð, og
talvan vísti 2-1. Harvið var
tað greitt, at hetta verður
ikki árið, tá ið B36 fer at
vinna fyrstu greipuna, og
hetta verður enn eitt ár, tá
ið høvuðsstaðurin ikki verið
umboðaður í steypafinaluni.
Tað eru tíggju ár síðani, at
B36 vann steypafinaluna, og
tað eru tólv ár síðani, at HB
vann steypafinaluna. Síðsta
ferðin, at høvuðsstaðarfel
øgini hittust í steypafinal
uni var í 1991 ella fyri einari
fjórðingsøld síðani. Ta ferð
ina vann B36 1-0!
Hjá KÍ hevur talan verið
um
oyðimarkargongd
í
landskappingini síðani 1999.
Tað árið vann KÍ greipuna.
Klaksvíkingar og norðoy
ingar og KÍ viðhaldsfólk
yvirhøvur, sum eru fødd
síðstu lítlu fjórðingsøldina,
hava ongantíð upplivað, at
teirra lið hevur vunnið gull í
landskappingini ella steypa
kappingini.
Nú er KÍ næstfremst í
landskappingini, og nú er
KÍ partur av hálvfinaluni í
steypakappingini. Tað er ikki
undur í, at fótbóltsfepurin
er høgur, og at tað næstu
dagarnar fer at verða prátað
nógv har norðuri um, at tað
ræður um at fáa armarnar
niður aftur. Hóskvøldið skal
KÍ út á Skála, har tað ikki
altíð hevur roynst so væl hjá
teimum bláu og hvítu. Men
kanska tað fer at vísa seg, at
hetta árið er øðrvísi, enn tey
síðstu mongu hava verið!
FÓTBÓLTUR
LØGMANSSTEYPIÐ
Úrslitini 1/4 finalur
7. og 8. mai 2016
Giza H - Skála 1-2 (0-1)
0-1: Pætur Dam Jacobsen 10.
0-2: Jákup Johansen 85.
1-2: Leivur Holm Joensen 90.
NSÍ - EB/Str 2-0 (1-0)
1-0: Árni Frederiksberg 44.
2-0: Petur Knudsen 85.
Víkingur - HB 3-3 (2-2)
7-6 eftir longda leiktíð
og brotssparkskapping
1-0: Sølvi Vatnhamar 2.
2-0: Sølvi Vatnhamar 20.
2-1: Poul Ingason 44.
2-2: Poul Ingason 45.
3-2: Andreas Lava Olsen 71.
3-3: Øssur Dalbúð br 88.
Brotssparkskapping:
4-3: Atli Gregersen
4-4: Øssur Dalbúð
5-4: Hans Pauli Samuelsen
5-5: Adrian Justinussen
6-5: Sølvi Vatnhamar
6-5: Tróndur Jensen
- málverjin bjargar
7-5: Erling Jacobsen
7-6: Ári Mohr Jónsson
7-6: Bárður J. Hansen
- málverjin bjargar
7-6: Teit Jacobsen
- í stólpan
KÍ - B36 2-1 (2-0)
1-0: Súni Olsen 4.
2-0: Jóannes Bjartalíð 23.
2-1: Alex Mellemgaard 86.
Lutakastið um hvør skal spæla
ímóti hvørjum í hálvfinaluni
verður í 3-2 sendingini í kvøld.
Hálvfinalurnar vera
25./26. mai og 15./16. juni.
Finalan verður 27. august 2016
Myndir: Álvur Haraldsen