Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Við sigrum ímóti ávíkavist ÍF og AB høvdu KÍ og B36 vunn­ið sær rætt at taka lut í fjórð­ingsfinaluni í steypa­ kapp­ingini. Talan var um tvey lið, sum høvdu ymsar gongdir í viðførinum til hend­an dystin. B36 fekk eitt skot fyri bógvin fyri viku síð­ani, tá ið liðið tapti 1-0 á útivølli ímóti Víkingi, meðan helt fast í síni góðu gongd við at vinna tryggan heimasigur ímóti B68 áljóðandi 4-1. Serbiskt spýtt Liðið hjá KÍ telur tveir serbar. Miðverjan Ahmed Mujdragic og miðvallarleikaran Semir Hadzibulic. Av hesum báðum var tað bert Mujdragic, sum var í leiki í gjár, tí at Hadzibulic í løtuni er darv­ að­ur av skaða. Tað var ikki farið meira enn eitt korter, tá ið Ahmed Mujdragic gjørdi nakað av tí býttasta, sum er sæð í Djúpumýru í longri tíð. Serbin og Jógvan Skeel Nolsøe fóru upp í ein nær­ dyst, har tað fyri rættvísins skuld skal nevnast, at B36- fram­herjin hevði albogarnar dekan ov høgt uppi, og hetta slapp Mujdragic at kenna sviðan av. Eftir hendan nær­dystin gjørdi Ahmed Mujdragic ikki mætari enn at spýta eftir Jógvani Skeel – spýttið rakti tó ikki havnar­ mannin. Avleiðingin av hes­ ari meiningsleysu gerð var eitt eirindaleyst reytt kort frá vælkenda dómar­anum, Peturi Reinert. Leikbann í meira enn ein dyst Nógv sita helst við spurn­ing­ inum um, hvør revsingin er fyri slíka dáragerð. Sambært leikbansvegleiðingini hjá FSF kostar tað tveir dagar í skammi­krókinum, tá ið spýtt verð­ur eftir mótstøðumanni. Hóast Mujdragic sum leik­ ari hevur roynst væl í mið­ verj­uni, so er breiddin í KÍ- hóp­inum góð, og ovmikið av fólki er at seta inn fyri 30 ára gamla serban. Sørmundur Kalsø hevur royndir úr mið­verj­uni, amerikanski Mayowa Alli kann eisini spæla, men mest upplagda loysn­in, ið eisini riggaði fyri­ myndar­liga væl í gjár er, at Súni Olsen verður mað­urin, sum skal virka sum verju­ skansi saman við Jonas Flindt Rasmussen. Róaldur legði KÍ á odda Longu frammanundan reyða kortið var tað KÍ, sum stóð við teimum betru kortunum í hondunum. Hetta var tó ikki uttan hjálp frá B36. B36 er avgjørt ímillum tey lið­ini í Føroyum, sum dáma best at spæla bóltin eftir gras­ inum. Hetta sást aftur í gjár, tá ið Trygvi Askham, sum van­liga fær kjansin í steypa­ kapp­ingar­dystum, tók eitt stutt málspark út til Róald Jacobsen eftir sjey minuttir. Róaldur Jacobsen er ein av teimum heilt bóltkønu leik­ arunum í Føroyum, men í hes­um føri sveik vanligi, góði bólt­førleikin, og misti hann bóltin. Tað endaði við, at Súni Olsen, ið tá framvegis spældi á miðuni, bleiv spældur púra leysur og kundi leggja KÍ á odda 1-0. Ov lítið veiggj í B36 Men hóast Róaldur gjørdi ein stóran feil, so var ovmikið av tíð at koma afturí­aftur. Fyritreytirnar broytt­ust sjálvandi eisini koll­velt­ andi, tá ið B36 kom í yvirtal og spældi síðani restina av dyst­inum í yvir­tali – í heilar 75 minuttir. Kortini gekk tað sera illa hjá B36 at fáa teir heilt stóru mál­møgu­ 4 KRISTIAN JOENSEN Fekk ikki gjørt stórvegis við málið. Tryggur í tí hann gjørdi, og alt oftast stóð hann á røttum staði, tá ið skotini komu á hann. Mundi tó mist langskot í egið mál, tá ið støðan var 2-0. 4 SØRMUNDUR KALSØ Fyrst og fremst eru tað verju­ dygdir­nar, ið gera, at Sørmundur spælir á høgra bakki. Tær dygdir­nar komu veruliga til sín rætt í gjár, tá ið KÍ ofta stóð djúpt og vardi. 1 AHMED MUJDRAGIC Tað hoyrir ongastaðni heima at spýta eftir fólki, og fær hann lægsta støðumet fyri sína illgerð. 4 JONAS FLINDT RASMUSSEN Ein dystur sum tann í gjár er yndis rætturin fyri ein verju­leik­ ara sum Jonas. Slapp at standa nógv í egnum brotsteigi og rudda burtur, og hetta hepn­aðist væl. 3 ÍSAK SIMONSEN Stabilt avrik av vinstra bakkinum. Hevði onkran fínan túr fram­við, men tað kundi eisini gingið galið, tá ið hann mundi gjørt sjálv­mál, ið endaði við at fara út til horna. Tað var eisini í hes­um horna­sparkinum, at B36 skoraði. 3 JÁKUP B. ANDREASEN Miðal avrik av tannáringinum, ið hóast sín unga aldur ikki er bangin fyri at seta nakrar harðar takkingar inn, tá ið tað krevst. 5 SÚNI OLSEN Legði KÍ á odda tíðliga í dyst­ inum. Byrjaði mitt á miðuni, men varð fluttur aftur í miðverjuna eftir reyða kortið. Í miðverjuni var hann ein sannur brandur, har hann setti nógvar góðar takk­ lingar inn. 3 DAVID LANGGAARD Lutfalsliga nýggjur maður á besta liðnum. Ikki ein leikari, ið áskoðarin legði stórvegis til merkis, men arbeiðsinnsatsurin lá í øllum førum ikki eftir. Hetta sást eisini aftur, tá ið stóri miðvallarin fekk krampa longu eftir einum tíma. Varð útskiftur, tá ið 10 minuttir vóru eftir. 4 HJALGRÍM ELTTØR Vísti til tíðir sama høga støði, sum hann áður hevur havt. Var ágrýtin og arbeiddi væl fyri liðið. 5 JÓANNES BJARTALÍÐ Tað koyrir bara hjá Bjartalíð. Eitt upplegg og eitt framúr gott Maradona-mál gevur sera gott støðumet.  3 PÁLL KLETTSKARÐ Fekk ikki nakað mál, men um ikki annað kom hann fram til kjansirnar. Gott støðumet til ein áleypara krevur tó sum oftast mál, og tí fær KÍ-framherjin ikki meira enn 3. 2 NIELS PAULI DANIELSEN Spældi síðstu 20 minuttirnar. Ikki er nógv meira at siga um hansara avrik enn, at hann var við til at verja leiðsluna heim. TÓRUR JUSTESEN Ov stutt inni at fáa eina meting. ATLI DANIELSEN Ov stutt inni at fáa eina meting. SPÆLARAMETING Ahmed Mujdragic hjá KÍ setti liðfelagar sínar í eina sera trupla støðu, tá ið hann brádliga spýtti eftir mótstøðumanni. KÍ-liðið stóð tó saman sum ein sterk eind og hevur nú spælt seg í fyrstu hálvfinaluna í steypakappingini í trý ár 1 til 6 FÓTBÓLTUR DYSTURIN HESA VIKUNA Tórður sum áskoðari Tað var ein heldur sjálvsom sjón at síggja, tá ið eykamálverjin hjá B36 í gjár, Tórður Thomsen, í hálvleikssteðginum leitaði sær yvir í KÍ-skýlið at keypa sær kaffi frá lítlu sølubúðini í KÍ-skýlinum. Ikki ofta, at leikarar gera slíkt í dystartíð, men slíkum skal tað eisini vera pláss fyri. SPÝTTIÐ KOSTAÐI IKKI SIGURIN