Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 TRYGVI ASKHAM Átti ikki nakra skuld í málunum. Afturat málunum hevði hann ikki nógv at síggja til og fær miðal. 3 HØGNI EYSTUROY Miðal avrik av manninum, sum í gjár aftur var á sínum vanliga plássi á høgra bakki. Í álops­part­inum spurdist tó ov lítið burturúr. 2 ANDRIAS ERIKSEN Varð onkra ferðina yvir­ spældur, og hevði hann eisini mis­eydnaða sending í fyrra hálvleiki, sum viðførdi stóran málkjans til KÍ. 2 BJARNI PETERSEN Ikki heilt so galið avrik av unga miðverjanum, ið tó sá alt annað enn heppin út, tá ið Bjartalíð slapp framvið hann í samband við seinna málið hjá KÍ.  3 JÓNAS TÓR NÆS Ein av teimum betru hjá B36 í gjár. Hevði eitt rimmar langskot, ið endaði á yvirleggjaranum, men fær ikki meira enn miðal, tí at hann ikki var skuldarleysur í samband við fyrsta málið hjá KÍ. 3 GESTUR B. DAM Miðal avrik av hósvíkinginum, sum var nær við at minka um munin við skallara tíðliga í seinna hálvleiki. Spældi mitt á miðuni, har hann ikki hevur spælt nógv í ár.  2 RÓALDUR JACOBSEN Gjørdi líknandi mistak ímóti Víkingi fyri viku síðani, og hesa­ ferð kostaði tað mál, at hann misti bóltin beint frammanfyri egnan brotsteig. Hendan villan gjørd­ist dystaravgerandi. Taldi tó eitt sindur upp, at hann við hornasparki legði upp til málið.  2 BENJAMIN HEINESEN Fekk ikki stórvegis burturúr á sínum nýggja plássi á høgra vongi. Gult kort í fyrra hálvleiki, har hann í støðuni næstan gramdi seg til eitt reytt. Bleiv útskiftur eftir 72 minuttir. 2 PÆTUR PETERSEN Ungur, tekniskur leikari. Arbeiðsavrikið lá ikki eftir, men ov lítið kom burturúr frá honum, og varð útskiftur fyri Alex Mellemgaard. 3 LUKASZ CIESLEWICZ Tað vandamikla kom frá póllendinginum, ið telist ímillum allar bestu leikarar í Føroyum. Hesaferð bleiv Cieslewicz tó ikki so avgerandi, sum hann mangan hevur verið áður.  2 JÓGVAN SKEEL NOLSØE Kemur framvegis ov lítið burturúr hjá framherjanum, ið snøgt sagt skorar ov fá mál.  4 ALEX MELLEMGAARD Kom inn eftir 63 minuttir, og stendur hann eftir sum besti maðurin hjá B36. Hevði nøkur góð innlegg við sínum vanda­ mikla vinstra beini, og har­afturat skoraði hann sjálvandi málið hjá B36 við góðum stútara. 2 HANNES AGNARSSON Bert 17 ára gamal unglingi. Gjørdi ikki stórvegis um seg ta tíðina, har hann var inni. leik­arnar, ser­liga í fyrra hálvleiki. Lukasz Cieslewicz roynd­ist væl nakrar ferðir, men eyð­kent var fyri dystin í gjár, at KÍ-verjuleikararnir mang­an komu fyri í evstu løtu, áðrenn støðurnar gjørd­ ust heilt vandamiklar. Setningurin hjá B36 bleiv tó ikki lættari, tá ið Jóannes Bjartalíð enn einaferð gjørdi bart. Í besta Maradona-stíli Farnir vóru 23 minuttir, tá ið Jóannes Bjartalíð fekk bólt­in á miðum vølli. Síðani tók hann ein langan túr, har bæði Jónas Tór Næs og Bjarni Petersen hjá B36 blivu settir av, áðrenn Bjartalíð ísa­ kaldur útplaseraði Trygva Askham. Málið minti ikki sørt um tiltikna málið hjá Diego Armando Maradona í HM í 1986, hóast Maradona sjálv­andi fór framvið eini fimm-seks monnum, áðrenn bólt­urin bleiv skotin í netið.  Sigast má, at U21-lands­ liðs­leikarin er í stórformi í løt­uni. Um steypakappingin verður tald við, so hevur bert 19 ára gamli klaksvíkingurin skorað heili átta mál í fýra teim­um seinastu dystunum hjá KÍ. Fótbóltsevnini eru eyð­sæð hjá unga manninum, ið veruliga breyt ígjøgnum í fjør, og sum í ár hevur tikið enn meira ábyrgd. Ein leik­ari, sum klaksvíkingar kunnu vænta sær nógv av í kom­ andi árum. Nógv kort Afturat reyða kortinum var Petur Reinert ofta noyddur at fara niður í lumman eftir gulu ostaflísuni. Heili sjey gul kort vórðu givin, og fleiri av hesum høvdu leikararnir lættliga kunnað skákað sær undan. Súni Olsen og Lukasz Cieslewicz fingu báðir gult fyri felags kjaftaslit, og heilt margháttiligt sá tað út í seinna hálvleiki, tá ið Mikkjal Thomassen helt so leingi í einum bólti, sum hann síðani gav víðari til Ísak Simonsen, at viðoyingurin á vinstra bakki hjá KÍ sá gult. Annars var meira veiggj í B36 í seinna hálvleiki, men tað var ikki fyrr enn í enda­ num, at tað fór at brenna framman­fyri KÍ-málinum. Fyrst hevði Jónas Tór Næs rimmar langskot, ið fór á yvir­leggjaran, og síðani kom spenningur loksins í dystin, tá ið innskifti Alex Mellemgaard minkaði um mun­in. Eftir hetta var Jónas Tór enn einaferð nær við, men meira hendi ikki. Hóast alt vann KÍ uppiborið, tí at klaks­víkingar spældu skila­ gott eftir umstøðunum, með­ an B36 hevur skyldu til at vísa meir, tá ið spælt verður í yvir­tali í fimm korter. Fyrsta hálvfinala í nøkur ár Sigurin merkir, at klaks­vík­ ing­ar spakuliga kunnu byrja at droyma um steypa­finalu á Tórsvølli. KÍ hev­ur ikki vunnið steypa­kapp­ing­ina síð­ani 1999, og norð­oy­ingar­ nir hava ei­held­ur verið í sjálv­ari final­uni í kappingini síð­ani 2006, tá ið júst B36 fór av­stað við steypasigrinum. Seinasta ferðin, har KÍ var í hálvfinaluni, var í 2013, tá ið eitt av fyrr­ver­andi stór­lið­ unum í steypa­kapp­inini, EB/ Streymur, var mót­støðu­liðið.  Fyri B36 merkir tapið, at tað eiheldur verður í ár, at felagið endar sín steypa­ kapp­ingar­turk, ið sum skriv­ að oman­fyri hevur vart síð­ ani 2006.  neli@sosialurin.fo SPÆLARAMETING 1 til 6 KÍ - B36 2-1 (2-0) 1-0 Súni Olsen, 4 2-0 Jóannes Bjartalíð, 23 1-2 Alex Mellemgaard, 86 Dómari: Petur Reinert KÍ: Kristian Joensen – Sørmund Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen – Jákup B. Andreasen, Súni Olsen, Jóannes Bjartalíð (Niels Pauli Danielsen, 69.min) – Hjalgrím Elttør, David Langgard (Tórur Justesen, 82.min) – Páll A. Klettskarð (Atli Danielsen, 87.min) Gul kort: Súni Olsen, Jákup B. Andreassen, Ísak Simonsen, Hjalgrím Elttør, Tórur Justesen Reytt kort: Ahmed Mujdragic Venjari: Mikkjal Thomassen B36: Trygvi Askham – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Jónas Tór Næs – Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam – Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson, 72.min), Lukasz Cieslewicz, Pætur Petersen (Alex Mellemgaard, 63.min) – Jógvan Skeel Nolsøe Gul kort: Lukasz Cieslewicz, Benjamin Heinesen Venjari: Eyðun Klakstein FÓTBÓLTUR Plussið fer til Jóannes Bjartalíð, sum í løtuni er tann heilt stóri profilurin á KÍ-liðnum. Seks mál í trimum teimum seinastu dystunum er framúr gott, og harafturat legði hann upp til fyrsta málið í gjár. Hvat hugsar Ahmed Mujdragic fyri sær, tá ið hann velur at spýta eftir mótstøðumanni eftir ein sakleysan nærdyst? Framúr afturkoma frá Alex Undan dystinum í gjár hevði Alex Mellemgaard ikki verið í leiki síðani 12. mars, men hann kom sterkt aftur í gjár, næstan tveir mánaðir seinni, tá ið maðurin við sjey-talinum á rygginum skoraði einsamalla málið hjá B36. Myndir: Álvur Haraldsen