mánadagur 9. mai 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tá seinasta brotssparkið hjá
HB brast á stongina runnu
spælararnir
og
hjálpar
fólk í ein trunka. Allir
uttan venjarin Sámal Erik
Hentze, sum stóð uttanfyri
girðingina í hinum endanum
á vøllinum.
Venjarin
hjá
Víkingi
hevur ein veikleika fyri pá
trúgva, sum ger at hann
má gera nøkur ting heldur
øðrvísi ting áðrenn hvønn
dyst. Millum annað bakkar
hann á bygdaskýlið í Gunda
dali áðrenn hvønn dyst, tí
hann eina ferð gjørdi tað
av óvart, men vann eftir
fylgjandi dystin.
– Tað passar, men nú havi
eg fingið mær krók á bilin,
so tað bara er krókurin, sum
tekur í, sigur Sámal Erik
Hentze brosandi.
Tað kann tykjast fjákut
og fjantut, men fyri fólk sum
Sámal Erik Hentze, so er tað
ein máti at gera seg til reiðar
til uppgávuna.
Tíggju minuttir
Ein avleiðing av pátrúgvini
hjá Sámal Eriki Hentze,
vanliga
eisini
kallaður
Bagge, er at tað tekur honum
tíggju minuttir at koma frá
húsinum.
– Eg eri ein tann ringast
til at verða pátrúgvandi.
Eg havi nøkur ting eg skal
í gjøgnum, áðrenn eg kann
fara frá húsinum. Millum
annað okkurt, sum eg skal
hoyra, sigur Bagge, ið ikki
er bangin fyri at tosa um
pátrúgv, sum ikki er óvanligt
millum ítróttarfólk.
Fyrrverandi kurvabólts
spælarin Michael Jordan,
kundi millum annað ikki
spæla uttan at hann hevði
einar
ávísar
stuttbuksur.
Meðan nøvn sum Serena
Williams, Bjørn Borg og
Rafael Nadal úr tennis
heiminum,
og
fótbólts
spælarar
sum
Cristiano
Ronaldo og Daniel Sturridge
eru kend fyri at vera pá
trúgvin
– Fyri meg, so er tað ein
máti at gera meg til reiðar til
uppgávuna. Tað er tó ikki so,
at dagurin hjá mær syndrast,
tí okkurt ikki verður gjørt,
sigur Sámal Erik Hentze, sum
altíð hevur verið pátrúgvin.
– Eg hevði tað eisini so,
tá eg spældi sjálvur. Tá vóru
tað fleiri ting, sum eg mátti
gera, áðrenn eg kundi fara
út at spæla, sigur Bagge,
sum
ikki
minnist
nær
pátrúgvin bleiv ein partur
av gerandisdegnum.
Pátrúgv í Víkingi
Tá Sámal Erik Hentze nú
sjálvur hevur ein feril av pá
trúgv, so hjálpur tað eisini
honum,
tá
hann
hevur
3
GEZA TURI:
Klossar í fyrsta málinum hjá
HB, har hann endar við at gera
sjálvmál. Helst tí hann lesur
støðuna skeivt. Annars javnt gott
avrik, men villan kostar
4
BÁRÐUR J. HANSEN
Er sum altíð aktivur á høgra
bakki. Eigur millum annað
uppleggið til 3-2 málið, sum er
eitt frálíkt innlegg. Spældi við
orku allar 120 minuttirnar, men
brendi brotsspark
4
ATLI GREGERSEN
Hóast trý mál fara í gjøgnum,
so er verjan hjá Víkingi trygg.
Atli vísir styrki í avspælinum og
viljin at vinna smittaði av. Gott
brotsspark eisini
4
ERLING JACOBSEN
Sum ikki eina ferð
arbeiðssamur í miðverjuni, og
passar væl saman við Atla. Eigur
ikki lut í nøkrum av málunum, og
gott brotsspark
4
JÁKUP V. OLSEN
Ein ung speglvend útgava
av Bárði J. Hansen. Fleiri góðar
dribblingar og renningar í
álopsstøðu. Hevur tikið av
møguleikanum
4
GERT HANSEN
Er endurføddur á verjukenda
miðvøllinum, har hann stórtrívist
í løtuni. Aftur sannførandi avrik
5
SØLVI VATNHAMAR
(DAGSINS SPÆLARI)
Skoraði tvey mál og spældi
avbera væl. Hevur stóran motor,
sum koyrdi í 120 minuttir. Eisini
skilagóðar avspælingar
3
HANS PAULI
SAMUELSEN
Undir miðal avrik frá Hans Paula,
sum plagar at liggja á einum
4-tali. Lítið íblandaður og setti
seg ikki á dystin, men tó nokk til
eitt 3-tal
5
ANDREAS LAVA
OLSEN
Skapti trupulleikar fyri HB
verjuna fleiri ferðir. Eigur 3-2
málið har hann er í uppspælinum
og skorar
3
FILIP DJORDJEVIC
Slapp ikki til sín rætt í
dystinum, sjálvt um innsatsurin
ikki lá eftir. Kom sjáldan í góðar
støður, men átti eina tá í 2-0
málinum
2
JÓN KROSSLÁ
POULSEN
Hevði eisini trupult við at finna
seg til rættis í dystinum, men
gevur minni til tað verjukenda og
tí sást ov lítið til framherjan, sum
enn er nakar vikur aftanfyri hinar
viðvíkjandi uppstarti
3
GUNNAR
VATNHAMAR
Eins og Filip, so tuskaði hann
runt og royndi at órógva har hann
var, men tað bleiv sjáldan meiri
enn tað. Átti frálíka dribbling í
3-2 málinum
4
MAGNUS JANSKOR
Mennist í hvørjum. Fínt
innhopp við fleiri góðum
aktiónum í álopsstøðu á høgra
vongi við vinstra beini
SPÆLARAMETING
Tá Víkingur vann brotssparkskappingina á HB var Sámal Erik Hentez
í hinum endanum av vøllinum, har hann tók sær av løttum. Tað er
ikki ókent hjá venjaranum hjá Víkingi at gera ávís ting øðrvísi. Millum
annað bakkar hann á bygdaskýlið í Gundadali áðrenn hvønn dyst
1 til 6
FÓTBÓLTUR
DYSTURIN
HESA VIKUNA
Víkingur kann útjavna HB met Við sigrinum á HB, so kann
Víkingur framvegis útjavna metið hjá HB við at vinna fimm
steypakappingar upp í slag. Tað var frá 1978 til 1982. Víkingur
hevur vunnið steypakappingina fýra ár upp í slag.
PÁTRÚGVIN
BAGGE BAKKAR
Á BYGDASKÝLIÐ