Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Undirtøkuni bilti einki, tá ið tað leygarkvøldið varð skipað fyri North Atlantic Fight Night á høllini á Hálsi í Havn. Tað skuldi eisini bara manglað, tí fyriskipararnir høvdu gjørt nógv burturúr til hetta forvitnisliga til­tak­ ið, har dystir vóru í boksing, kickboksing og MMA. MMA stendur fyri Mixed Martial Arts og er ein samrenning ímillum boksing, kickboksing og glíming. MMA hevur vundið upp á seg kring heimin seinastu tíð­ina, og hetta var fyrstu ferð, at skipað varð fyri slík­ari kapping í Føroyum. Fyri­skip­ararnir meta, at tað vóru ímillum 500 og 600 fólk í høllini á Hálsi til tiltakið. Vanligt er, at MMA-íðk­ ar­ar burturav hava íðkað eitt nú boksing, kickboksing ella glíming frammanundan, men soleiðis kann ikki sig­ ast um Fróða V. Hansen, sum byrjaði at íðka MMA fyri 13 árum síðani. Hann hev­ur roynt eitt sindur av hvørj­um. Sum yngri spældi hann fótbólt og badminton, og seinni hevur hann eisini íðkað brasilskt jiu-jitsu, glím­ ing, boksing og thai-boksing. – Eg havi altíð beistast nógv sum smádrongur havt áhuga fyri hesum. Eg byrj­ aði at venja tá ið eg fór til Dan­mark­ar. Eg bleiv bitin av tí, og havi verið tað síðani, sigur Fróði, sum fyrstu tíðina hevði ein brasiliumann sum venjara. Vann 37 ára gamli Fróði, sum venur við Rumblesports Academy í Keypmannahavn, var mið­ depilin á North Atlantic Fight Night. Tað mundi tað ikki vera nakar ivi um, tá ið hann varð róptur upp í hátal­ ara­num sum tann allar­sein­ asti í ringinum leygar­kvøldið. Mótstøðumaðurin hjá hon­um var Raymond Jarman úr Hollandi. Fróði hevur ongan­tíð bart ímóti honum áður, men fortreytirnar vóru kanska ikki tær bestu hjá Fróða. Hann hevði nevniliga ikki bart í tvey ár vegna eina skurð­viðgerð í handlið­- inum. Men væl gekk. Longu í fyrsta umfari steðgaði danski dómarin dystinum, tí at Fróði hevði smurt hol­ lendska mótstøðumannin av. – Dysturin kom niður á gólvið beinanvegin, og har­ frá domineraði eg. Eg fekk isolerað hann frá síðuni og gav honum nógvar albógvar. Hann mátti koma vekk har­frá, og so bleiv eg bara enn meira dominerandi. Til endans vendi hann sær á búkin – eg fekk takið um háls­in, hann fekk ikki komið vekk, og so endaði dysturin, greið­ir Fróði frá, sum eftir sigurin tuskaði runt í ring­ inum og klintraði upp til kantin við Markinum um akslar­nar. Fantastiskt Tað kókaði í høllini hesa løtuna. Fleiri av útlending­ unum søgdu, at teir merktu góða hýrin á áskoðarunum heilt inn at sær. Fróði heldur eis­ini, at tiltakið gekk frálíka væl. – Hetta var heilt fan­tast­ iskt. Eg havi sjálvur ver­ið við til at skipa fyri MMA-part­ inum, og tað hevur gingið øgiliga væl. Eg havi verið við til nógvar kappingar, men eg má siga, at hetta var impo­ nerandi. Allir útlendingar­nir eru glaðir fyri túrin og at teir eru behandlaðir so væl, sigur Fróði. Hann sigur, at tað hevði verið ynskiligt, at tað komu enn fleiri kappingar í Føroy­ um. At MMA er ein ógvusligur ítróttur, er Fróði eitt gott dømi um. Hann hevur havt nógv­ar og drúgvar skaðar, og hevur verið skurðviðgjørdur í báðum knøunum, nøsini, oyr­anum og handliðnum. Hóast hetta, so merkir hann ikki mótstøðu í fam­ iljuni. – Systkini halda tað er kul. Nøkur í familjuni halda tað vera fínasta slag, men vilja ikki síggja tað, tí tað er ov ógvu­sligt. Tað er eisini í lagi, tí tey stuðla mær í tí sum eg geri. Eg venji jú seriøst, havi eitt sunt lív og gangi upp í tað, sum eg geri, sigur Fróði. NORTH ATLANTIC FIGHT NIGHT – Systkini halda tað er kul. Nøkur í familjuni halda tað vera fínasta slag, men vilja ikki síggja tað, tí tað er ov ógvusligt. Tað er eisini í lagi, tí tey stuðla mær í tí sum eg geri, sigur Fróði V. Hansen, sum altíð hevur beistast nógv og leygarkvøldið gjørdist hetjan í North Atlantic Fight Night MMA HETJAN HAVI ALTÍÐ BEISTAST NÓGV Myndir: Álvur Haraldsen