Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Fríggjadagin blivu vit øll mint á, at tað kann ganga skjótt her í lívinum. Hóast 26 ára gamli Patrick Ekeng ongar relatiónir hevur til Føroyar, so er deyðin hjá honum fríggjakvølið alíkavæl tætt upp á okkum. Eitt er, at hann í Kaj Leo í Bartalsstovu hevði ein føroyskan liðfelaga, men vit spæla eisini fótbólt í Føroyum – og annan ítrótt sjálvandi. Tí er tað ikki óhugsandi at ein líknandi hending kann koma fyri á einum føroyskum fótbóltsvølli. Í fjør var millum annað ein hending í Klaksvík, har lív bleiv bjargað. So væl stóð ikki til í Bukarest og ongin hjartastartari var á økinum. Fyribils røddir vilja vera við, at tað kundi havt bjargað lívinum hjá 26 ára gamla miðvallaranum úr Kamerun. Tað skal vera ósagt herfrá, um tað er ein møguleiki ella ikki, men tað hugvekjandi at ongin hjartastartari er á leikvøllinum til ein so stóran dyst í einum landi í Evropa. Hjartastartari.fo er ein heimasíða verd at vitja og helst er hetta eitt gott høvi, at uppfríska tíni evnir til at reagera um nakað líknandi hendir á einum føroyskum ítróttarøki. Hest er tað ein góður spurningur at seta sær sjálvum – hvat geri eg beint nú, um ein spælari smellur um. Veist tú ikki svarið upp á standandi fót, so munnu eini góð ráð í hesum døgum vera, at tú finnur útav tí. Í slíkum tíðum kemur alt annað í aðru røð, og hetta er bara enn ein áminning um, at lívið er viðbrekið. Á heimasíðuni hjartastartari.fo sært tú hvar hjartastarar eru at finna í Føroyum, umframt hvussu tú brúkar hann. Tá ítrótturin kemur í aðru røð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Rumenskur fótbóltur er skelkaður, eftir at bara 26 ára gamli Patrick Claude Ekeng Ekeng doyði undir ein­um dysti millum Dinamo Bukarest og FC Viitorul. Før­ oyski landsliðsspælarin Kaj Leo í Bartalsstovu var á leik­ vøll­inum, tá liðfelagin hjá hon­um small um. Gøtumaðurin er skelk­ aður av hendingini – Upplivingin var sjálv­ andi øgiliga skelkandi. Eg havi aldrin vitnað, at nak­ að líkn­andi er hent beint framm­an­fyri mær. Eg sat gott nokk á áskoðara­pláss­ unum, men tað var ríkiliga tætt, greiðir Kaj Leo í Bartals­ stovu frá. Tosaði við Patrick fyrr um dagin Føroyski landsliðsspælarin vandi fyrr um dagin vegna skaða á venjingarstøðini við øðrum spælara, ið er besti vinmaðurin hjá Patrick Ekeng, tá kamerunski mið­ vall­arin kom ein túr forbí. – Patrick kom til okkum. Hann snakkaði og tvætlaði eitt sindur, áðrenn Dinamo buss­urin gjørdi eitt floyt, fyri at fáa hann avstað við hinum lið­feløgunum. Tað kennist púra óveruligt, at nakrar fáar tímar seinni er Patrick deyð­ ur, fortelur Kaj Leo í Bartals­ stovu úr Rumenia. – Patrick var eitt fan­tast­ iskt menniskja, sum liðfelagi, vinur og familjumaður. Altíð smílandi og glaður, sig­ur gøtu­maðurin, ið eins og Patrick Ekeng skifti til Dinamo Bukarest fyrr í ár. – Vit tosaðu oftani sam­an og plagdu at halda sam­an til venjing, har vit avlever­aðu og spældu bólt millum okk­ um, sigur Kaj Leo í Bartals­ stovu, sum saman við lið­ feløg­unum møttust dagin eftir. – Vit møttust til samling dagin eftir og syrgdu okk­ ara vin og liðfelaga. Venj­arin segði nøkur orð í møti­rúm­ inum. Summir grótu, meðan aðrir bara gløddu út í einki, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu, ið leggur afturat, at spæl­arar­ nir halda saman og stuðla hvørjum øðrum. Svár tíð hjá felagnum Dinamo Bukarest skal eftir ætlan spæla í steypafinlauni týsdagin í komandi viku. Hesum ynskja spælararnir ikki at ganga á møti í løt­uni. Ynski er at útseta steypa­ final­una. – Allir spælarnir eru samd­ir um, at vit ikki vilja spæla. Tað er alt ov tíðliga, sigur føroyski landsliðs­spæl­ arin, sum í dag fær vita, um finalan verður útsett. – Felagið fer sjálvandi gjøgn­um eina øgiliga svarta tíð. Serliga tá tú hugsar um, at felagið hevur roynt hetta eina­ferð fyrr, fyri góðum 16 árum síðani, greiðir gøtu­ mað­urin frá. Í 2000 doyði bara 24 ára gamli Catalin Hildan, sum tá var liðskipari hjá felagnum. Ongin hjartastartari Eftir hendingina hava fleiri røddir verið frammi um, at bráðfeingishjálpin, eftir at Patrick Ekeng í 69 min­utti small um lívleysur á vøll­ inum, ikki fór rætt fram. Millum annað var ongin hjartastartari á leikvøllinum, hóast tveir sjúkrabilar vóru á staðnum. Umboðsmaðurin hjá Patrick Ekeng, Hasan Anil Eken, sigur at lívið hjá spælaranum kundi verið bjargað við røttu viðgerðini og útgerðini. Tá Patrick Ekeng kom á sjúkrahúsið var roynt at fáa lív í miðvallaran í 90 min­uttir, áðrenn læknarnir valdu at gevast. Patrick Ekeng bleiv 26 ár. – Mínir taknar eru hjá teimum avvarandi, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu at enda. trondur@sosialurin.fo Tað er sigur Kaj Leo í Bartalsstovu um liðfelagin í Dinamo Bukarest, Patrick Ekeng, ið brádliga small um lívleysur á vøllinum fríggjadagin ÓVERULIGT AT PATRICK ER DEYÐUR Føroyski landsliðsspælarin Kaj Leo í Bartalsstovu var á leikvøllinum, tá liðfelagin, 26 ára gamli Patrick Claude Ekeng Ekeng, doyði undir einum dysti hjá Dinamo Bukarest Mynd: Polfoto Spælararnir hjá Dinamo Bukarest minnast Patrick Ekeng