mánadagur 9. mai 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2016 · Nr. 53
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Astrið! Hví velur tú
at steðga við at svimja?
Eg velji ikki at steðga, tí eg ikki
tími. Eg havi valt at fara at taka
eina útbúgving, og fyri meg blívur
tað ov strævið, um eg skal venja so
nógv, sum eg geri, og harumframt
ganga í skúla.
Hevur tað verið ein
trupul avgerð?
Ja, avgjørt!
Hvat hevur verið
størsta upplivingin
við svimjingini?
Besta upplivingin innan svimjing
var nokk, tá ið eg var til HM í
Kazan, har man var millum teir
bestu svimjararnar í heiminum.
Hvat kemur tú at
sakna mest við
svimjingini?
At sleppa til kappingar
uttanlands.
Er tað púra
útilokað, at tú
gert comeback
einaferð?
Tað verður aldrin
útilokað, tá ið mær
dámar so væl at
svimja, men sum
nú er, so ætli eg
mær ikki at gera comeback. Men
nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer
at vera.
Vikan ið fór
Á fyrsta sinni er MMA stevna
í Føroyum. Dystast verður í
boksing, Kick-boksing og MMA,
Mixed Martial Arts. Føroysku
Fróði V. Hansen og Sarah
Mahfoud vóru í dysti á Hálsi
KÍ, Víkingur, NSÍ og Skála
spæla seg í hálvfinalurnar í
kappingini um Løgmanssteypið.
Víkingur er fýrfaldur vinnari
Fyri aðru ferð upp á trý ár
møtast Madrid feløgini, Real og
Atletico, í Champions League
finaluni. Í 2014 vann Real
Madrid eftir longdaleiktíð
Flogbóltslandsliðið hjá kvinnum
hevur Danmark á knøunum í
venjingardysti í Danmark, men
tapur akkurát 3-2. Liðið er væl
fyri til HM/EM undankapping
seinni í hesum mánaðinum,
sum verður í Føroyum
Rumenskur fótbóltur er
skelkaður, eftir at Dinamo
Bukarest spælarin Patrick
Ekeng smellur um lívleysur og
doyr á vøllinum. Gøtumaðurin
Kaj Leo í Bartalsstovu spælir
í felagnum og er somuleiðis
skelkaður av hendingini
Símun Eliasen verður settur
sum høvðusvenjari hjá
ÍF, eftir at Jógvan Martin
Olsen hevur lagt frá sær.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Eftirsum MMA stevna var í
høllini á Hálsi, so fara vit hesa
ferð at ummæla filmin ”Warrior”.
Tað er ein filmur um tveir brøður,
sum enda vit at skula berjast
móti hvørjum øðrum. Talan er um
klassiskan Hollywood film, sum
skal til eitt vist promovera MMA
og samstundis hava ein storyline.
Sum so er talan um ein fínan
film til endamálið, har brøðurnar
koma frá hvør síni lagnu. Annar
er fyrrverandi hermaður, sum
hevur eina fortíð, ið rennur eftir
honum, meðan hin beiggin er
lærari og meiri pragmatiskur í
síni hugsan, tí pengarnir strekkja
ikki til. Legg so ein pápa við
rúsdrekkatrupulleikum afturat,
so hevur tú eina vandamikla
blanding.
Filmurin
er
sum
flestu
aðrir
Hollywood
filmar,
har
høvðuspersónarnir vinna sínar
dystir, men tað er eitt sindur av
einum twisti, at brøðurnir enda
við at berjast móti hvørjum
øðrum.
Fínur filmur, tá hugsað verður
um hvør málbólkurin er.
Tom Hardy er sum altíð kul,
Nick Nolte er føddur til leiklutin
sum rúsdrekka plágaði pápin,
meðan Joel Edgerton, ið spælir
pragmatiski lærarin, sum ger
tað fyri at behalda húsini, er eitt
positivt íkast til filmin.
HYGG UM: Tú ert til klassisku
Hollywood filmarnar og til MMA
IKKI HYGGJA UM: Tú væntar
nakað annað enn ein Hollywood
film
HVUSSU ER AT HYGGJA:
Tað hendir okkurt gjøgnum allan
filmin, sum er á góðari leið
HVAT SIGUR TÚ? Kips, kola og
vinfólk, so er at hyggja
trondur@sosialurin.fo
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
FAKTA Filmurin hevur 8,2 av 10 í meting á imdb.com. Tað er er nummar 146 á topp 250 listanum.
Fróði V. Hansen, føroyskur MMA kempari
Sølvi Vatnhamar um Víking í kappingin um Løgmanssteypið
Vit eru ikki slagsbrøður, men seriøs ítróttarfólk
Vit doyggja ongantíð
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Astrið Foldarskarð
Aldur: 21
Ítróttur: Svimjari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvat stendur MMA fyri?
2 Hvussu æt stóra MMA-tiltakið á Hálsi?
3 Hvussu nógvir áskoðarar vóru til tiltakið?
4 Hvussu eitur hálvføroyski kvinnuligi boksarin,
Sarah, til eftirnavn?
5 Hvussu eitur írska stjørnan innan MMA?
6 Hvussu leingi er ein MMA-dystur?
7 Hvat er eyknevnið hjá Fróða Vitalis Hansen, sum klingar
við Vitalis?
8 Hvør er maðurin á myndini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1. Mixed Martial Arts, 2. North
Atlantic Fight Night, 3. 500-600, 4. Mahfoud
5. Conor McGregor, 6. Eitt korter (3x5min.)
7. Brutalis, 8. Mike Tyson
Filmurin:
Warrior (2011)
ÍTRÓTTAR UMMÆLI