Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 19 • 9. MAI 2016 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen Mikudagin í síðstu viku fóru níggju fimleikarar úr Havnar Fimleikafelag til Danmarkar og hósdagin víðari til Barcelona í Spania at luttaka í einari World Cup-kapping í estetiskum fimleiki. Við sær høvdu tær tveir venjarar, systrarnar, Barbu og Rakul Jansdóttir, og ein samskipara. Vikublaðið hitti Barbu Jansdóttir í telefonini stutt, áðrenn tær fóru úr Føroyum, og ætlandi skuldu tær koma heimaftur til Føroya í dag. – Tað eru nakrar World Cup- kappingar um árið, og hetta verður hin seinasta fyri HM í estetiskum fimleiki, sum verður í Kekkia í døgunum, 11.- 12. juni. Hon sigur, at orsøkin til, at tær hava valt at fara til júst hesa kapping er, at her koma tey at kappast, sum tær fara at kappast ímóti til HM. – Vit fara eisini til HM, og vit halda tað vera umráðandi, at vit líka sum fáa høvi at kappast móti okkara kappingarneytum, nú World Cup er í Barcelona. Bestu fimleikarar Barba Jansdóttir sigur, at umleið 23 lið verða við í kappingini í Spania, men hon er ikki heilt vís í, hvussu nógv lond eru umboðað, tí nøkur lond hava meira enn tað eina liðið við. – Samstundis, sum World Cup verður í Barcelona, verður eisini World Challenge í estetiskum fimleiki, og eg havi skilt, at her luttekur Fimleikafelagið Ljósið við kvinnuunglingum. Hon sigur, at World Cup og Challenge Cup sum so er sama kapping, har World Cup er fyri kvinnur (seniors) og Challenge Cup er fyri kvinnuunglingar (juniors). – Í báðum førum eru tað bestu fimleikarar kring heimin, sum eru við til kappinina, leggur venjarin, Barbu Jansdóttir, aftrat. Kappingin, sum fimleikararnir hjá Havnar Fimleikafelag luttóku í, var seinasta leygardag. – Gongst okkum væl, sleppa vit í finaluna, sum verður sunnudagin, men sleppa vit ikki í finaluna, fara vit sjálvsagt at hyggja, meðan hini kappast. Eftirspurdur finnlendingur Barba Jansdóttir vísir á, at tá tú kappast í estetiskum fimleiki, telur alt við, eitt nú tónleikur, rørslur, hár og draktir. – Vit hava arbeitt við okkara seriu og hava vant síðan fjør heyst. Hetta er ein seria, sum vit hava keypt frá einum eftirspurdum finnlendingi. Hesin gjørdi eisini seriuna, sum í fjør vann heimsmeistaraheitið, og tað er ikki bara okkara seria, sum hann hevur gjørt til World Cup-kappingina í Bercelona. Barba Jansdóttir sigur, at tá HM í estetiskum fimleiki var í Føroyum í fjør, gekk ógvuliga væl. – Vit fingu eitt frálíkt úrslit, og vit sluppu við í finaluumfarið við báðum liðunum. Tað sluppu vit eisini, tá vit vóru uttanlands í fjør. Venjarin ásannar, at hóast hesi frálíku úrslit, er framvegis langur vegur fram til tey allar bestu innan estetiskan fimleik, sigur venjarin. Estetiskur fimleikur Í estetiskum fimleiki er grundarlagið stílfullar, náttúrligar og totalar kropsrørslur. Her skal vera eitt náttúrligt »flow« frá einari rørslu til aðra – sum um hvør rørsla er sprottin úr tí undanfarnu. Rørslurnar vera vístar »flótandi«, sum vit kunnu siga – við alskyns sløgum og ymiskleika av kraft og skjótleika. Barba Jansdóttir vísir á, at kompositiónin skal hava skiftandi og ymiskar kropsrørslur, eitt nú kropsbylgjur javnvágir, snúningar, hopp og lop og lyft. – Fysiskir eginleikar – smidni, skjótleiki, styrki, koordinatión og evnini at flyta seg leikandi lætt – er eitt krav í estetiskum fimleiki. Venjarin leggur aftrat, at á einum kappingarliði eru millum 6 og 10 fimleikarar. Føroyskur estetiskur fimleikur í Barcelona Í seinastu viku fóru føroyskir fimleikarar til Barcelona at kappast í World Cup og Challenge Cup Her eru fimleikarar, venjarar og samskipari á veg til World Cup í Barcelona Í estetiskum fimleiki er grundarlagið stílfullar, náttúrligar og totalar kropsrørslu – Kompositiónin skal hava skiftandi og ymiskar kropsrørslur, eitt nú kropsbylgjur javnvágir, snúningar, hopp og lop og lyft, sigur Barba Jansdóttir, venjari