týsdagur 10. mai 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Smittar krabbamein? Kann
pápi doyggja, meðan eg eri í
skúla? Hvat ger krabbamein
við mammu? Verður pápi
sjúkur, tá eg geri fortreð?
Fara tey at arga meg í skúl
anum, tí mamma hevur mist
hárið?
Tá barnið fær at vita,
at pápi ella mamma hevur
krabbamein,
taka
nógvir
spurningar seg upp. Tí hevur
barnið eisini tørv á javnan at
tosa við onkran vaksnan um
støðuna.
Ofta stúrir barnið fyri,
at onnur í familjuni eisini
gerast rakt av vanlukku ella
deyðiligari sjúku. Tað er tí
týdningarmikið at fortelja, at
flestu sjúkur ikki eru álvar
samar.
Tað ger barnið róligari at
vita, at krím og virussjúkur
ikki eru vandamiklar á sama
hátt, sum krabbamein kann
vera tað. Tú kanst leggja
dent á, at onnur í familjuni
ikki eru álvarsliga sjúk ella
eru doyggjandi, men er onk
ur tað, eigur tú eisini at tosa
við barnið um tað.
Minst til, at børn ikki hava
tørv á longum samrøðum –
at børn snakka og gráta í løt
um og liva í nú’inum. Børn
spyrja, og tá tey hava fingið
svar, renna tey út og spæla
víðari. Seinni kunnu tey seta
nýggjar spurningar.
Gevur tryggleika
Tá tosast skal um truplar
spurningar, er tað ofta ein
hjálp, um tú heldur væl um
barnið, tekur í hondina á
barninum – ella vísir barn
inum kropsligan nærleika á
annan hátt. Nærleiki fortelur
týðiligari enn nakað annað,
at »... tú og eg eru saman nú,
og eg eri góð/-ur við teg...«
Barnið kennir seg ofta
eisini
tryggari,
um
tey
vaksnu eru í eygnahædd við
barnið.
Tað er tó ikki altíð, at børn
spyrja so nógv. Hetta kann
vera tí, at tey hava fingið
svar upp á tað, tey hugsa um.
Tøgnin kann vera eitt tekin
um, at barnið er ræðslusligið
yvir tær ógvusligu og ókendu
kenslur, sum sjúka hjá pápa
num ella mammuni hevur
elvt til. Orsøkin kann eisini
vera, at barnið ikki torir at
deila sínar kenslur við for
eldur ella onnur vaksin.
Ofta
vilja
børn
ikki
snakka um, hvat tey føla, um
tey verða trýst. Tey vaksnu
kunnu hinvegin hjálpa sam
røðuni í gongd við eitt nú at
siga, at »... nógv børn gerast
ill við pápa sín, tá hann er
sjúkur...« ella, at »... nógv
børn hugsa, um tað er teirra
skyld, tá mamman skal á
sjúkrahúsið...«
Á henda hátt vísa tey
vaksnu barninum, at tað
er í lagi at tosa um truplar
kenslur. Hetta kann í fleiri
førum geva barninum mót til
at lata seg upp. Um foreldur
hinvegin ikki vilja tosa um
tingini við at siga, at »... alt
fer nokk at ganga...«, heldur
barnið upp at við at spyrja.
At føla seg elskað
Tað mest týdningarmiklasta
fyri eitt barn er at føla seg
elskað av foreldrunum. Men,
tað kann vera trupult hjá
barninum at skilja, at pápi og
mamma eru líka so glað fyri
síni børn, tó at tey ikki altíð
hava so nógv yvirskot til at
vera saman við teimum sum
áður. Kanska eru børnini eis
ini ill, troytt og irriterað.
Tað er týdningarmikið, at
foreldrini eru umhugsin, tá
tey vilja staðfesta sín kær
leika til barnið – í orðum ella
við at taka barnið at sær.
Ofta er skilagott at greiða
barninum frá, hví foreldrini
eru irriterað, tí sjálvt smá
børn megna at skilja, at for
eldur kunnu broytast, tá tey
hava tað trupult.
Tað hendir, at børn við
sjúkum
foreldrum
fáa
óhøviskar spurningar frá
vaksnum, sum spyrja meira
av forvitni enn av umsorgan.
Ofta vantar barninum vitan
og innlit, sum skal til fyri at
svara, og tí kunnu tey gerast
ræðslusligin og í villareiði
yvir spurningarnar.
Tað besta, sum foreldrini
kunnu gera – saman við barn
inum – er at finna eitt ítøki
ligt svar, sum kann brúkast
í slíkum støðum, eitt nú »...
pápi mín hevur krabbamein
og fær sterkan heilivág sum
ger, at hann missur hárið og
sær troyttur út. Læknarnir
gera alt, teir kunnu fyri at
hjálpa honum...«.
Verður barnið argað av
øðrum børnum, kann tað
vera ein góð hjálp at tosa
opið um sjúku og viðgerð,
og tey vaksnu kunnu stuðla
barninum í at finna egnaði
orð og hættir at orðbera seg.
Spæl hjálpir barni
Tað er týdningarmikið, at
børn fáa møguleikan at
vera kreativ, tá foreldur eru
sjúk. Við leiki vísa børn sínar
kenslur og geva soleiðis for
eldrum møguleikan at skilja,
hvat tey eru upptikin av.
Nógv børn spæla eitt nú
sjúkrahús við dukkum og
børnum skiftandi sum lækni
og sjúklingur. Í spæli kann
barnið seta orð á tankar, sum
annars eru truplir at seta
orð á. At spæla við bandasju,
plástur og ymisk doktarating
til børn kann vera ein stór
hjálp fyri eitt barn, sum skal
arbeiða við truplum kensl
um.
Ofta tekna børn motiv,
sum
hava
samband
við
nýggju støðuna í familjuni,
og slíkar tekningar kunnu
vera eitt gott útgangsstøði
fyri einum práti við barnið.
Børn føla seg tryggast um
gerandisdagurin, tey kenna,
heldur fram so óbroyttur
sum gjørligt, eisini meðan
sjúka er. Sjálvt stuttur skiln
aður frá tí sjúka kann skapa
ótta, og eitt nú er tað ikki
óvanligt, at børn eru bangin
fyri, at hin sjúki er burtur, tá
tey koma heim aftur úr skúl
anum.
Um sjúkan hjá pápanum
ella mammuni er lívshótt
andi, kann tað vera klókt at
lata barnið vera heima so
nógv sum gjørligt. Fyri eitt
barn kann tíðin, sum tað
er saman við tí sjúka, vera
meira virðismikil enn eitt nú
ein lega. Lat ikki barnið vera
burtur, um tað kann um
gangast. Hava tey vaksnu
brúk fyri umlætting, er best
at fáa onkran heim at ansa
børnunum í egnum heimi.
Tá foreldur er doyggjandi,
er tað týdningarmikið, at
barnið kann vera saman
við tí sjúka seinastu tíðina.
Eisini smá børn vilja gjarna
sleppa at vísa kærleika og
umsorgan. Tað kunnu tey
gera við eitt nú at geva tekn
ingar ella blómur. Størri børn
vilja ofta gjarna hjálpa teim
um vaksnu við at veita tí
sjúka røkt.
Góð minnir kunnu linna
pínuna við at missa pápa
ella mammu. Tað kann vera
gott fyri barnið, um hin sjúki
skrivar eitt bræv ella kanska
lesur eitt ævintýr inn á ljóð
band – ella fær gjørt eina
videoupptøku.
Týdningarmikið farvæl
Tað er týdningarmikið fyri
eftirtíðina, at eitt barn slepp
ur at siga farvæl við doyggj
andi pápan ella mammuna.
Tí er ikki rætt at senda barnið
burtur seinastu dagarnar ella
tímarnar. Heldur eiga vit at
geva barninum møguleikan
at vera til steðar.
Tað besta er, um skilnað
urin kann byrja, meðan hin
sjúki enn er førur fyri at
vera við og soleiðis kann
siga nøkur orð ella kína barn
inum. Tað er umráðandi fyri
barnið at uppliva skilnaðin
sum nakað týdningarmikið
og endaligt.
Hetta ger, at deyðin verð
ur meira veruligur, og seinni
verður tað lættari hjá barn
inum at fyrihalda seg til, at
pápi ella mamma eru burtur.
Tá barnið er hjá tí doyggj
andi, hevur tað brúk fyri at
hava ein vaksnan hjá sær,
sum tað hevur álit á – ein,
sum kann vera stuðul í einari
truplari løtu. Heilsustarvs
fólk ella onnur vaksin hava
her
eina
týdningarmikla
uppgávu.
Doyggja
pápin
ella
mamman óvæntað, kann
sorgin gerast nógv truplari,
enn um barnið hevur havt
stundir til at liva seg inn í
og fyrireika seg mentalt til
broyttu umstøðurnar. Tað
kann tí vera skilagott, tá
sjúkan er álvarslig, at fyri
reika barnið upp á tað ring
asta, sjálvt um vónir eru um,
at alt skal fara at laga seg. So,
mugu børn og vaksin heldur
gleða seg saman, um hin
sjúki verður frískur aftur.
vilmund@sosialurin.fo
Kelda: www.sundhed.dk
Børn eiga at sleppa at siga farvæl
Tað er týdningarmikið fyri eftirtíðina, at eitt barn sleppur at siga farvæl við doyggjandi pápan ella
mammuna. Barnið skal ikki sendast burtur seinastu dagarnar ella tímarnar. – Tað er umráðandi fyri barnið
at sleppa at uppliva skilnaðin sum nakað týdningarmikið og endaligt, sigur serlæknin, Mikael Rørth
– Góð minnir kunnu linna pínuna við at missa pápa ella mammu, sigur serlæknin, Mikael Rørth
Tað er serlæknin, Mikael Rørth,
sum hevur skrivað hesa greinina