Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Eg haldi at Heðin Morten­ sen skuldi gjørt meiri og tosað minni. Annfinn Brekkstein, lim­ ur í Vinnunevndini hjá Tórs­ havnar Býráð, er ikki sørt speiskur í sam­bandi við út­ søgnir hjá borgar­stjór­anum um ætlanina at byggja Tórs­ havn­ar Havn, út. Sum vit greiða frá aðra­ staðni á síðunum, skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nú taka støðu til, um býráðið sleppur undir ætlanina. Men borgarstjórin í Havn er so mikið ótolin, at herfyri gav hann Lands­stýris­kvinn­ uni eina freist upp á tvær vikur, tí Tórshavnar Býráð vil ikki bíða longri enn tað. – Heldur hann tað, eigur hann at gera nakað við tað, sigur Annfinn Brekkstein. Hann vísir á, at Heðin Mortensen og Sirið Stenberg sita í samgongu saman, og mein­ar hann nakað við síni orð, hevur hann møguleika at gera nakað við tað. – Hann skuldi gjørt meiri og tosa minni, sigur Annfinn Brekkstein um borgar­ stjóran. Teir eru báðir í samgongu í Tórshavnar Býráði, men Annfinn Brekkstein er ikki so ótolin, sum borgar- stjórin. HEÐIN SKULDI GJØRT MEIR OG TOSAÐ MINNI Landsstýriskvinnan má fáa stundir at avgreiða málið og hevur borgarstjórin ikki tíð at bíða, má hann gera nakað við tað HAVNARÚTBYGGING Annfinn Brekkstein Tekur onga avgerð enn Hetta er eitt stórt mál og vit taka okkum ta tíð, sum er neyðug at taka Enn er púra óvist, nær Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, fer at taka støðu til, um Tórs­ havnar Kommuna skal sleppa at byggja Tórs­havn­ ar Havn út, soleiðis sum ætlan­in er. Fyri at kunna fara undir byggingina, má byggi­sam­ tyktin fyri økið broytast. Í eini byggisamtykt eru treytir ásettar fyri, hvussu og hvat kann byggjast í einum øki, og sum støðan er nú, loyvir byggisamtykin ikki, at Tórshavnar Havn verður bygt út, soleiðis sum býráðið ætlar. Tí hevur Tórshavnar Kommuna samtykt at broyta byggi­ sam­tyktina soleiðis, at bygg­ing, sum hendan, verð­ ur loyvd. Men at broyta eina byggi­ samtykt er eitt alvorligt mál, tí fyrst skulu ætlaðu broytingarnar leggjast fram alment, so at fólk fáa høvi at siga sína meining, og at enda skulu tær góðkennast av landsstýrinum. Í hesum sambandi hev­ ur landsstýrið eina býar­ skipanar­nevnd, sum kannar slíkar broytingar, og síðani gevur landsstýrisfólkinum á økinum eitt tilmæli um, hvørja støðu tað skal hava til ætlaðu broytingarnar. Og í hesum føri hevur Býar­skipanarnevndin hjá landinum mælt Sirið Stenberg frá at góðkenna, at byggi­samtyktin verður broytt, so at farast kann undir arbeiðið. Óvist Tað eru næstan tveir mán­aðir síðani, at Býar­ skipanar­nevndin tók sína niður­støðu, og síðani hevur Tórs­havnar Býráð ótolnast eftir at Sirið Stenberg skuldi taka sína avgerð. Og at enda var Heðin Mortensen, borgarstjóri, so ótolin, at hann gav lands­ stýris­kvinnuni tvær vikur at taka eina støðu, longri enn tað er býráðið ikki sinn­að at bíða. Tær tvær vikurnar eru farnar í dag – men enn røkist onki fyri, at nøkur av­gerð verður tikin. – Hetta er eitt stórt mál og avgerðin má vera væl grund­að. Tí má viðgerðin tata ta tíð, tað er neyðugt hjá henni at taka, staðfestir Sirið Stenberg. Og nær avgerðir verður tikin, dugir hon als onki at siga um enn. Hon dugir heldur ikki at siga, um avgerðin verður tikin í summar, ella um tað er neyðugt at bíða til summ­ ar­frítíðin er av. Hon vísir á, at hon hevur havt fund við býráðið um málið og har vóru nógvir ivaspurningar reistir. – Summar av spurning­ unum kundu vit sjálvi í Inn­ lendismálaráðnum svara uppá, men aðrir spurningar vóru av slíkum slagi, at tað neyð­ugt at senda teir aftur til Býarskipanarnevndina at svara upp á. Sirið Stenberg veit ikki, nær svar er væntandi hað­ ani, men hon vónar ikki, at tað verður so leingi. Hinvegin, so veit hon heldur ikki, hvat nevndin fer at svara, tí svarið kann eisini elva til, at onnur viður­skifti skulu kannast. – Tað verður ongin av­ gerð tikin, fyrrenn málið er lýst til fulnar, og nær tað verður, dugi eg einki at siga um enn, sigur Sirið Stenberg. aki@sosialurin.fo TEKUR TÍÐ – Er borgarstjórin ótolin, eigur hann at seta gerðir aftanfyri orðini, heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur Nær tað verður, dugi eg einki at siga um enn