týsdagur 10. mai 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
Ikki órímiligt
Annfinnn Brekkstein vísir á,
at Sirið Stenberg hevur havt
málið í ein mánað, og tað
heldur hann ikki er órímiliga
leingi.
– Tað sigur seg sjálvt, at
landsstýriskvinnan má hava
rætt til at taka sær tað tíð,
hon hevur brúk fyri, til at
lýsa málið, so at hon kann
taka eina væl grundaða av
gerð. Og eg haldi ikki, at ein
viðgerartíð uppá einar tveir
mánaðir er órímilig, heldur
Annfinn Brekkstein.
Hann er eisini sannførdur
um, at Sirið Stenberg fer ikki
at draga málið longur út, enn
neyðugt er.
– Eg kenni hana bara sum
eitt álitisfólk og hon fer ikki
at drýggja málið fyri at gera
fortreð. Men tað er sjálvsagt,
at vit hava skyldu til at geva
henni stundir til at seta seg
inn í málið, sigur býráðslim
urin.
Vit hava roynt at fáa fat
ur a Heðin Mortensen í allan
dag, men tað hevur ikki
eydnast.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Nú fer Sirið Stenberg undir
arbeiðið at fáa danskar
myndugleikar at broyta
hjúnabandslógina, so at
samkynd eisini sleppa at
giftast í Føroyum.
Eitt tað seinasta, Løg
tingið gjørdi, áðrenn farið
varð í summarfrí, var at
samtykkja, at loyva sam
kyndum at giftast borgar
liga í Føroyum.
Men hetta kemur ikki í
gildi, fyrrenn stykki tvey í
grein 14 í hjúnabandslógini
er strikað, ella broytt, fyri
at tryggja, at samkynd ikki
eisini fáa krav uppá at fáa
hjúnalagið signað í kirkj
uni.
Í stykki tvey í grein 14,
stendur, at hjún, sum eru
borgarliga vígd, kunnu fáa
hjúnabandið signað í kirkj
uni. Tað hava summi fatað
sum um at tey hava krav
upp á tað. Og tað merkir, at
eisini samkynd hjún, sum
eru borgarliga vígd, sostatt
kunnu krevja at fáa hjúna
bandið signað í kirkjuni.
Og fyri at forða fyri tí,
kemur lógin um at loyva
samkyndum at giftast, ikki
í gildi, fyrrenn tann greinin
í hjúnabandslógini er strik
að, ella broytt, soleiðis at
ongin ivi er um, at ikki um
fatar samkynd hjún.
Beinanvegin
Men hjúnabandslógin er
danskt málsøki, so tað
er eitt mál, danska fólka
tingið skal samtykkja at
broyta. Hinvegin hevur
Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna í familjumálum,
gjørt greitt, at samtykkir
Løgtingið at loyva sam
kyndum at giftast borgar
ligar, við teirri treyt, at
hjúnabandslógin
verður
broytt fyrst, ætlar hon ikki
at liggja á boðunum.
Tvørtur ímóti boðaði
hon hon løgtinginum frá,
at so fer hon beinanvegin
at taka samband upp við
danskar myndugleikar um
at fáa grein stykki tvey í
grein 14, strikað, ella broytt
soleiðis, at ongin ivi er um,
at samkynd ikki kunnu
krevja at fáa hjúnabandið
signað í kirkjuni.
Og Sirið Stenberg sigur,
at hetta arbeiðið verður
tikið upp beinanvegin.
Longu í dag fara em
bætisfólk hjá henni á fund
av útgreinað, hvussu farast
skal fram fyri at fáa málið
avgreitt, sum skjótast.
– Løgtingið hevur víst,
hvør tann politiski viljin
er, og hann er, at samkynd
skulu fáa somu borgarlig
rættindi at giftast, sum
onnur. Og nú er tað so okk
ara uppgáva at slóða fyri,
at samtyktin kann setast
í gildi, sigur Sirið Stenberg.
Fløkt mál
Men Sirið Stenberg leggur
afturat, at talan er um eitt
løgfrøðiliga fløkt mál, og
tískil má málið fyrireikast
væl úr Føroyum.
– Spurningurin er um
uppleggið frá okkum til
danskar
myndugleikar
skal vera at strika stykki
tvey í grein 14, ella um vit
skulu mæla til, at orða tað
øðrvísi, so at tað ikki fevnir
um samkynd.
Sirið Stenberg sigur,
at ætlanin er at arbeiða
skjótt, tí miðað verður
eftir at fáa málið avgreitt,
áðrenn danska fólkatingið
fer í summarfrí.
Fólkatingið
fer
í
summarfrí um ein mánað,
ofta grundlógardagin 5.
juni.
– Fólkatingið kemur so
ikki saman aftur fyrrenn
í oktober, so vit stremba
eftir at fáa málið avgreitt
nú, tí annars verður tað
rættiliga leingi at bíða,
sigur Sirið Stenberg.
– Men hetta sigur eitt
sindur um ta støðu, vit eru
í, at vit ikki so frægt sum
sjálvi kunnu gera av, hvør
sleppur at giftast, leggur
hon turrisliga afturat.
Hinvegin arbeiðir sam
gongan við at yvirtaka
familjurættin frá donskum
myndugleikum. Í hesum
sambandi hevur tað verið
ført fram at tað hevði verið
nógv einfaldari at bíða til
málsøkið var yvirtikið, tí
so kunnu vit gera okkara
egnu lógir á økinum, uttan
at spyrja danir eftir.
Tað
ásannar
Sirið
Stenberg. Men hon sigur,
at so skulu samkynd bíða
tað longri eftir at fáa síni
borgarligu rættindi.
Annars gongur arbeiðið
at
yvirtaka
familjumál
rættiliga væl. Málsøkið er
umfatandi, men ein ætlan
er løgd fyri, hvussu farast
skal fram og endamálið er
at føroyingar skulu yvir
taka tað í seinasta lagi á
ólavsøku í 2018.
aki@sosialurin.fo
Arbeiðið at broyta hjúnabandslógina, so at
eisini samkynd pør kunnu giftast, byrjar í dag
Fara beinanvegin
í holt við danir
HJÚNABANDSLÓGIN
MÍN UPPGÁVA
Løgtingið hevur víst, at politiski viljin er, at samkynd skulu sleppa at giftast,
og so er tað mín uppgáva at slóða fyri, at hann kann setast í verk. Og tað fari
eg undir nú, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum
TIL FULNAR
– Avgerðin at at loyva Tórhavnar Býráð at byggja havnarlagið út, verður ikki tikin,
fyrrenn málið er lýst til fulnar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum