týsdagur 10. mai 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
– Eg haldi at arveiðið gongur
væl og vit halda framvegis
fast um tíðarætlanina, sigur
hon.
Pensjónsbólkurin arbeið
ir í løtuni við at royna at
finna eina semju um, hvussu
pensjónirnar skulu skipast
komandi árini. Ætlanin er, at
hetta arbeiðið skal vera lið
ugt undan summarfrítíðini.
– Men tá ið vit eru komin
hartil, at hesin bólkurin er
liðugur vitað, sum hann
skal gera, so skulu sjálvi
lógaruppskotini lagast til og
formast. Tað tekur sjálvandi
nakað av tíð eisini, sigur
landsstýriskvinnan.
Pensjónsbólkurin
Ein pensjónsbólkur er settur,
sum skal royna at finna fram
til eina semju um, hvussu
pensjónirnar
í
Føroyum
skulu virka uppá langt sikt.
Tvey umboð eru fyri
hvønn av flokkurnum í pen
sjónsbólkinum, sum í veru
leikanum er ein afturlatin
bólkur. Lítið og onki kemur
út frá tí arbeiðið, sum verður
gjørt.
Í gjár kom landsstýris
kvinnan við einum upp
leggið,
sum
hon
hevur
arbeitt
við
í
seinastuni.
Grundleggjandi var hetta
eitt uppskot, sum kritaði
vøllin av og hevði boð uppá
nakrar loysnir.
Pensjónsbólkurin arbeiðir
í veruleikanum langt fram í
tíðina fyri at tryggja, at tað
ber til at hava haldføri í før
oyska búskapinum.
Samansetingin av teim
um, sum búgva í Føroyum
broytist rættuliga nógv og
verður hugt eini 30 ár fram,
vísir tað seg, at tað vera mun
andi fleiri eldri í samfelag
num enn í dag og samstundis
færri
á
arbeiðsmarknað
inum.
Við øðrum orðum verða
vit færri at tjena pengar,
men fleiri til at brúka pengar,
tá ið vit hyggja eitt sindur
fram í tíðina.
Búskaparráðið
hevur
gjørt vart við gongdina og
mælt politisku skipanini til
at gera eina skipan, so hond
verður tikin um trupulleik
arnar.
Og tað er hendan setn
ingin, sum landsstýriskvinn
an við almannamálum hevur
átikið sær, saman við polit
iska pensjónsbólkinum.
Hugsjónir og pensjónir
Arbeiðslagið í pensjónsbólk
inum er hampuliga gott,
hóast partar av andstøðuni
finnast at, at samgongan
longu undan jólum gjørdi
ógvusligar broytingar í pen
sjónsskipanini.
Tá valdi samgongan at
lækka skattafríu grundupp
hæddina í pensjónini og so
heldur gjalda peningin úr
Samhaldsfasta.
Peningurin,
sum
pen
sjonistar fáa úr Samhalds
fasta, er skattskyldugur, men
hækkingin í útgjaldinum var
so mikið stór, at tað svarar til
tað sama sum tað, skattafría
grundupphæddin lækkaði.
At hesar broytingar vóru
gjørdar, áðrenn pensjóns
bólkurin av álvara fór til ar
beiðis, hóvaði ikki øllum and
støðufólkum so væl.
Undir viðgerðini í Løg
tinginum hildu hesi,a t tað
var undarligt at vera boðin
til fundar um pensjónsmálið,
samstundis sum samgongan
gjørdi broytingar í pensjón
unum, uttan at hetta var lagt
fyri andstøðuna.
arnig@sosialurin.fo
KLÁRT AT GERA NÝGGJA PENSJÓNS-
LÓG EFTIR SUMMARFRÍTÍÐINA
Landsstýriskvinnan við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin, heldur fast við, at klárt
skal vera at gera lógaruppskot um pensjónsnýskipan, tá ið tingið kemur saman eftir summarfrítíðina
PENSJÓNSLÓG
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, heldur
fast um, at pensjónsbólkurin skal verða liðugur
við arbeiðið áðrenn summarfrítíðina
Mynd: Álvur Haraldsen
Alsamt fleiri eldri skulu forsyrgjast, meðan færri vera á arbeiðsmarknaðinum