týsdagur 10. mai 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
Tvær skrivibøkur hjá Dr.
Jakob Jakobsen við sagnum
og ævintýrum sum hann
savnaði saman tá ið hann
ferðaðist kring landið, ein
tekning yvir hvussu ein
stova sá út í einum føroysk
um prestagarði í 19. øld, nóta
bókin hjá Svabo, ein prædika
frá 1794, brot úr Nýggja
Testamenti skrivað í 1817 og
eitt kort yvir Føroyar frá 19.
øld er millum fleiri av dýr
gripunum, ið allir føroyingar
nú kunnu lesa ókeypis og
ómakaleyst heima við hús.
Landsbókasavnið
er
nevniliga fari undir eini til
gongd at talgilda skjøl úr
handritasavninum og leggja
eitt úrval av teimum út á
heimasíðuni handrit.fo, so
leiðis at allir føroyingar fáa
møguleikan at leita og lesa
í stóru rúgvuni av gomlum
skjølum og handritum.
Ogn Føroya fólks
Ogn Føroya fólks er eitt heit
ið, ið vanliga verður brúkt, tá
kjakið snýr seg um tilfeingi,
ið svimur í føroyskum sjóøki,
og hvussu virði av tí tilfeing
inum skal býtast millum tey
umleið 50.000 fólkini, ið hava
búsett seg í landinum.
Heitið er tó ikki ókent í
Landsbókasavninum,
men
verður har brúkt um eitt
heilt annað evni, nevniliga
tær mongu bøkur, skjøl,
handrit og annað, ið eru á
goymslu hjá stovninum, og
verður varðveitt til komandi
ættarlið at gleðast yvir.
Tað
er
tó
avmarkað
hvussu nógvir føroyingar
fáa gleði av tí tilfarinum, ið
allir føroyingar eiga, mill
um annað tí, at tilfarið bert
finnist í einum eintaki sum
verður varðveitt á serligari
goymslu á Landsbókasavn
inum. Tilfarið er gamalt og
skroypuligt, og tí má atgong
ið til tilfarið avmarkast.
Tað royna starvsfólk á
Landsbókasavninum nú at
broyta. Seinastu tíðina hava
Heiðrún Hödd Guðmunds
dóttir og Sofía Olsen arbeitt
við dagføra og leggja tilfar út
á heimasíðuna handrit.fo, so
øll fáa atgongd til tað.
– Hetta er ognin hjá øllum
Føroya fólki. Vit varðveita
tað bara her. So tað er deiligt
at kunna geva fólkinum at
gongd til hetta tilfarið, sigur
Sofía Olsen.
Eftirlýsa handrit
frá fólkum
Eitt er at veita føroyingum
innlit í savnstilfari, men tað
er nakað heilt annað at fylla
tað við tilfari. Til tað hava
kvinnurnar handan verk
ætlanini brúk fyri hjálp, og
eftirlýsa tilfar frá fólki, ið
møguliga hava okkurt liggj
andi.
– Vit vilja gjarna hava
gomul brævasamskiftir, dag
bøkur og annað, áðrenn fólk
tveita tað burtur. Tíverri
endar slíkt mangan í skrell
inum, tí fólk halda ikki, at
tað er serliga áhugavert.
Men eingin okkara veit, hvat
er áhugavert í framtíðini.
Flestu halda, at teirra ger
andisdagur ikki er serliga
hendingaríkur, men um 100
ár kann tað vera áhugavert
at lesa um hvussu lívið var
okkara tíð, siga Heiðrún
Hödd Guðmundsdóttir og
Sofía Olsen.
Sjálv heimasíðan handrit.
fo hevur verið virkin í eina
tíð, men er fyrst nú heilt lið
ug. Tað eru Heiðrún Hödd
Guðmundsdóttir og Sofía
Olsen ið, saman við Erling
Kjærbo, sum eisini arbeiðir
á Landsbókasavninum, hava
forrita heimasíðuna og tal
gilt tilfarið, ið liggur úti á
henni.
Ynskja at uppliva
gerandisdagin
Tá prátið snýr seg um
handrit, ið hava eitt slíkt
mentanarligt virði, at tey eru
verd at varðveita fyri eftir
tíðina, so munnu tankarnar
hjá
teimum
flestu
leita
sær til fyrsta handritið til
Bábelstornið hjá Regin í Líð
(dulnevni fyri R. Rasmussen)
ella sagnauppskriftirnar hjá
Dr. Jakob Jakobsen.
Men sjálvt um savnið
rúmar hesi handrit, so leggja
tær báðar dent á, at tað eisini
er tað, ið kann virka keðiligt
og einfalt, ið hevur veruligt
virði at goyma til eftirtíðina.
– Vit vilja gjarna samla
persónligt tilfar frá føroy
TALGILDA
FØROYSKAR
DÝRGRIPIR
– Eingin okkara veit, hvat er áhugavert í framtíðini.
Flestu halda, at teirra gerandisdagur ikki er serliga
hendingaríkur, men um 100 ár kann tað vera áhugavert
at lesa um hvussu ting vóru í 2016. Tað siga Heiðrún
Hödd Guðmundsdóttir og Sofía Olsen, ið eftirlýsa
handritum, ið kunnu varpa ljós á føroyska søgu
LANDSBÓKASAVNIÐ
Nú ber eisini til hjá fólki at sita í
Svínoy ella Lítla Dímun og leita í skjølunum.
Tey nýtast ikki at koma til Havnar