týsdagur 10. mai 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
ingum. Tá tosa vit um brøv,
skrivi- og dagbøkur og annað
teksttilfar frá vanliga føroy
inginum. Tað nýtist ikki at
vera nakar kendur rithøv
undur ella persónur fyri at
handritini hava virði, sigur
tær báðar og leggja afturat.
– Onkur heldur kanska, at
øll brøvini, ið omman teirra
hevur sent teimum um sín
gerandisdag ella uppaling av
børnum eru virðisleys, men
fyri onnur kann tað hava
stórt virði. Tí fyri framtíðina
er tað týdningarmikið at lesa
um okkara samtíð.
Kvinnusøgan manglar
Í føroyskari søgu eru hetjur
nar og høvuðspersónar sum
heild menn. Tað endurspegl
ast eisini í teimum skjøl
unum, ið Landsbókasavnið
hevur. Har er nevniliga ger
andisdagurin hjá monnum
gjøgnum øldirnar betri lýst
ur, meðan tað stendur verri
til hjá kvinnum og børnum.
– Ofta koma fólk inn í
Landsbókasavnið og spyrja
eftir tilfarið, ið lýsir føroysku
kvinnuna. Men veruleikin er,
at hon er øgiliga lítlan mun
er lýst. Vit hava tilfar um
sjólívið, tað at vera á fjalli
og stórar hendingar, men
kvinnusøgan manglar. Vit
hava ikki serliga nógva vitan
um hvussu gerandisdagurin
hevur sæð út hjá kvinnum,
siga
Heiðrún
Hödd
Guðmundsdóttir og Sofía
Olsen.
– Í eldri handritum er
tað eisini trupult at finna
nakað um gerandisdagin hjá
børnum. Tað er tó ikki bara
í Føroyum, men aðrastaðni
við, at tað er trupult at finna
dagbøkur ella annað, ið lýsir
lívið hjá børnum í gomlum
døgum. Tá fólk skrivaðu
teirra ævisøgu, so byrjaði
hon vanliga ikki veruliga fyrr
enn tey eru vóru um 25 ára
gomul.
Slit var upphavið
Ein av orsøkunum til, at
gongd varð sett á arbeiðið at
talgilda handrit var tíðarinn
ar tonn. Á Landsbókasavn
inum eru tey tilvitað um, at
nógv at teimum gomlu skjøl
unum ikki tola at verða tikin
fram í heilum.
– Nøkur av skjølunum
eru
rættiliga
gomul,
og
hvørja ferð onkur arbeiðir
við teimum, so farast tey eitt
sindur meira. Tað er ein av
orsøkunum til, at heimasíðan
varð stovnað. Skjølini kunnu
brúkast til so nógv, men hug
myndin aftanfyri handrit.
fo er fyrst og fremst at økja
um atgongdina hjá almenn
inginum og at menna varð
veitsluna, siga Heiðrún Hödd
Guðmundsdóttir og Sofía
Olsen.
Við nýggju heimasíðuni
verða skjølini ikki bara varð
veitt, men fáa ein munandi
størri lesaraskara.
– Nú kunnu fólk til eina og
hvørja tíð fara inn á handrit.
fo og leita í skjølunum har.
Tað er enntá onkuntíð betri
at lesa tey á skíggjanum, tí
tá ber til at draga myndina
størri, so teksturin sæst
betri. Men nú ber eisini til hjá
fólki at sita í Svínoy ella Lítla
Dímun og leita í skjølunum.
Tey nýtast ikki at koma til
Havnar, siga tær báðar.
Verja privatlívið
Hjá summum kann tað tykj
ast ræðandi at handa yvir
skjøl, handrit og annað, ið
møguliga
innihalda
upp
lýsingar, ið eru privatar. Á
Landsbókasavninum verður
tó tikið hædd fyri, at tað ikki
eru øll, ið ynskja at ymisk
viðurskiftir enda í hond
unum hjá almenninginum.
Flestu handritini eru frítt
atkomilig hjá øllum, Men er
talan um viðkvæmar privat
ar upplýsingar í skjølum,
staðfestir
reglugerðin,
at
einki skal vísast alment,
fyrr enn upp til 70 ár eftir, at
viðkomandi, sum eigur ella
skrivaði tilfarið, er deyður.
– Tað er eisini ymiskt til
far, ið bara kann síggjast
við loyvi frá leiðaranum á
Landsbókasavninum, greiða
Heiðrún Hödd Guðmunds
dóttir og Sofía Olsen frá.
Tað er eisini komi fyri,
at Landsbókasavnið hevur
noktað at loyva útgávu av
upplýsingum í handritum
tí ymiskt varð nevnt, ið ikki
var ætlað almenninginum at
síggja.
– Á heimasíðuni liggja
handrit, tekningar og annað.
Tað kann prentast út, men
er fyrst og fremst til egna
nýtslu, og eingin kann tjena
pengar upp á tilfarið, siga
tær báðar.
Viðmerkingar
eru vælkomnar
Heiðrún Hödd Guðmunds
dóttir og Sofía Olsen vóna,
at nú heimasíðan er vorðin
almenn, at tær møguliga fáa
fleiri upplýsingar um tey, ið
hava latið teimum tilfarið.
– Vit ynskja eisini við
heimasíðuni, at fólk koma
við viðmerkingum til hand
rit. Tey elstu vit hava her, eru
ikki øll so neyvt skrásett, at
vit í dag altíð vita hvør hevur
skrivað ella givið okkum tey.
So tað hevði verið gott at
fingið okkurt at vita um hes
ar persónar, siga Heiðrún
Hödd Guðmundsdóttir og
Sofía Olsen.
Til ber at fara á Lands
bókasavnið, har ein kunn
andi framsýning er at síggja
um handritini. Harumframt
er ætlanin at skipa fyri ym
iskum fyrilestrum í juni, har
fólk, ið vanliga brúka tilfarið,
fara at greiða gjøllari frá tí.
LANDSBÓKASAVNIÐ
FAKTA
Eins og navnið ber brá av, er handrit tekstir,
skrivaðir við hond, men ikki prentaðir ella
endurritaðir á annan hátt. Eitt dømi um handrit er
hondskrivað bræv, men annars kann heitið handrit
nærum nýtast um allan skrivaðan tekst, ikki bert
skaldskap ella annan samfeldan tekst. Skráir,
útrokningar og hagfrøðiligar upplýsingar, landkort,
ritmyndir og tekningar kunnu eisini vera handrit.
Við skrivimaskinuni bleiv heitið eisini nýtt um
maskinskrivaðan tekst, og nú eru flestu handrit
skrivað á teldu við tekstviðgerðarforriti.
Í bókaútgávu er heitið »handrit« brúkt um tekst,
sum er sendur til forlag til gjøgnumlesturs ella til at
fyrireika útgávu.
Handrit hava tjóðskaparligt, siðsøguligt og
mentanarligt virði, og eru tey vitnisburðurin hjá
føroyska fólkinum gjøgnum øldir. Handrit hava
munandi størri fróðskaparligt virði, enn flest fólk
geva sær far um.
Á Landsbókasavninum verða goymd og varðveitt
handrit, sum fevna um langt tíðarskeið av Føroya
søgu. Í savninum eru 1.230 eskjur við handritum,
og í hvørji eskju kunnu vera alt frá einum til tjúgu
handrit. Um 1.600 handrit eru skrásett í bókasavns
grunninum. Seinnu árini eru um 200 av hesum
handritum talgild.
Hetta er ognin
hjá øllum Føroya fólki.
Vit varðveita tað bara
her. So tað er deiligt at
kunna geva fólkinum
atgongd til hetta tilfarið
Seinastu tíðina hava Heiðrún Hödd Guðmundsdóttir (vinstrumegin) og Sofía Olsen
arbeitt við dagføra og leggja tilfar út á heimasíðuna handrit.fo, so øll fáa atgongd til tað
Mynd: Álvur Haraldsen