Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Fólkatalið í Kollafirði? Bergur R Dam Jensen 29.03.2016 kundu vit lesa inni á http://in.fo grein við yvirskrift: Fólka­talið í Kolla­ firði skal upp­aft­ ur. Hilmar Jan Han­sen hevur í sambandi við hend­an tíðindatekst eitt prát við byggi- og býarnevnd­ ar­formann í Tórs­havnar Býráð, Tróndur Sigurðs­son. Hetta er enn ein grein­ing­ar stubbi um út­ stykking í Kolla­firði. Hesaferð ein fráboðan um hvar arbeiðið at gera Hamrabø” byggi­klár­an. Hetta við at aftur fáa møgleikar at keypa sær grundstykkið kommu­ nalt í Kollafirði, hava vit bíða eftir í longri tíð. Og tí skal eg verða ein tann fyrsti at gleðast um, tá hetta byrjar at líkjast, tí leingi hevur ljóða at kommunan fer at útstykkja. Nú hevur man valt 5 arbeiðstakarar út, til at bjóða uppá arbeiði, nú ljóðar meira verðuligt. Formaðurin í byggi og býar­ nevndini hjá Tórshavnar kommunu vísir á, at tá ið støða er tikin til hvør arbeiðstakarin verður, verður fari í gongd beinavegin. Einar 3-4 vikur skal væntast til arbeiðsbyrjan. Hetta eru fagrir tónar. Tað eru tvey ting sum grundað hesa grein frá mær. Samstundis sum eg haldi at kjakið um grund­ stykkir í Kollafirði er fari útav spor­ inum, langt síðan. 1. Skilji ikki hvussu man skal lesa hesa grein. Grundarlagið undir greinini ber fram umstøður rund­an um útstykking í Kolla­ firði. Man rættvísgerð tað ið enn ikki er hent á hesum økið við, at vísa til at Kollafjørður ber so nógva ognar jørð. Hetta er ilt at síggja. Samlað av teimum 52 merkunum er bert 1 ogn. Haldi ikki neyðugt er at vísa á % partin her, tí ein og hvør dugir at síggja hvussu lítið ein einsamøll eind er, av 52 eindum. Helst so lítið, at vit her hava eina tí minstu bygdina innan jarðarognar við- ur­skiftir, í mun til støddina á bygd­ini. Hetta er ikki vist, men so als ikki í hædd við tí ið her verður roynt at skapa. Veit ikki hvussu man kann kalla hetta,. Men hetta er ikki rætt. 2. Víðari vísir Jakup Dam á stórt tap fyri bygdina. Tikið beinleiðis úr greinastubbanum, so sigur hann: “Høvdu grundstykkir ver­ ið til taks í Kollafirði, hevði fólka­ talið verði uml. 300-500 hægri, enn tað er í dag.” Eg seti stórt virði til konstruktivt sam­skiftið, so hetta skal undir ong­ um umstøðum takast persónligt. Er støðan at 300-500 fólk, svarandi til uml.130-150 búðpláss/hús, so tosa vit um eina katastrofu. Fyri mær er hetta tó eitt sindur ilt at trúgva. Tí er viðkomandi at spyrja Jákup Dam hvar hann hevur hesi tøl frá? Er møguleiki at fáa alment innlit í hesa frágreiðing. Eg ivðist stórliga í um hetta er rætt og havi tí sett meg at hyggja nærri at, ikki um, men hvussu nógv hetta “neyðarrópið” úr Kollafirði fyllir.. Hyggja vit eftir árganginum 1994-2001 í Kollafjarðar skúla, so vóru vit 19 næmingar í alt. Av hes­ um 19 næmingum eru mær vitandi bert 2 stk búðstandi í Kollafirði. Er hetta nøkunlunda samlaða mynd­in av grundini av tilgongdini í Kolla­ firði, muga átøk setas í verk, fremja ábøtur á skipanina, fyri at broyta hesa gongd. Men hyggja vit nærri uppá hvar hinir 17 næmignarnir eru í dag, so er støðan ikki so heilt ring, í mun til dagsins gongd í sam­felag­ num. Skal ein nema sær útbúgving, so er leiðin út um klettarnar at lesa. Her uppstandast avbjóðingar ið ikki bara liggja á grundstykkingum í Kollafirði, fyri ikki at siga at hetta er meira ella minni óviðkomandi. Tí nú gerst hetta ein samfelagsábyrgd, tí tað eru starvsmøguleikarnir í síðsta enda avgerða um tey ið ætlað sær heim aftur, fáa møguleikan. Somuleiðis nøkur ið vit als ikki fáa heim aftur. Heldur ikki heim til Kollafjarðar at seta búgv. Deilingin sær soleiðis út. Týsdagin 29.3.2016 Árgangur 1994-2001 í Kolla­fjarð­ ar skúla Talið 19 næmingar 2 stk búsitandi í Kollafirði 5 stk búsitandi í øðrum bygdum í Føroyum 12 stk búsitandi uttanlands í lestrar ørindum og ikki. Av hesum 12 eru tvey komin heim eftir loknan lestnað. Hetta gevur eitt býtið uppá 63,2 % til tey ið fara av landinum og 36,8% ið eru búðsitandi í Føroyum. Óvissan er stór um hvussu nógv av hesum yvirhøvður venda aft­ur heim á klettar okkara. Og gong­ ur leiðin til Kollafjarðar ? Grund- stykkir er sjálvandi ein hjálp, men tað er onki at ivaðst í, at starvs­pláss og hvar starvsplássið er plasera, vigar enn meira. Tí vil eg vísa á at hesi 63,2%, ið er ein sera stór­ur meiriluti í slíkar støðu, er ein so óvissur faktorur, at hann er óbrúki- ligur til slíka útrokning. Hinvegin so eru tað bara 28,5 % av teimum 36,8% ið eru búsitandi í Kollafirði í dag. Tað eru hesi tøl­ ini ið eru viðkomandi fyri eini for- søgn um ein beinleiðis tørv hjá koll- firðingum. Sum sagt, boðskapurin er tor- førur at skylja og tí viðkomandi at man hevur møguleika at fáa innlit í hetta. Eisini kundi eg hugsa mær at sæð hvat tíðarbil vit tosa um. Grein­in sigur at Tórshavnar komm­ una hevur ikki útstykkja sein­astu 30 árini. Aftur her er ilt at fáa fatur á samanhanginum. Í ár eru tað 16 ár liðin, síðan komunu sam­an­legg­ ingina. Tey írestandi 14 árini, var Kollafjørður ein sjálvstøðug komm- una. OBS!. Síðan eg gjørdi út­grein­ ingina av árganginum 1994-2001 í Kollafjarðar skúla eru 2 av teimum 12 ið eru flutt av landinum, komin til bygdinaaftur. Men tað broytir ikki samlaðu myndina. Og er tørvurin kritiskur, so er útgrevstur gjørdur til randarhús Inni á Rætt. Her má verða møguleiki við samráðingum, at fáa útvunnið hetta økið. Men skiji á lagnum, at har er ongin eftir­ spurningur. Ùrslitið her, er ein smeitur fyri útsjónd og umhvørvið. Kollafjørður 13 apríl 2016 Hví ólukkan er Eysturoyggin afturúrsigld? Lasse Klein S t r ey m oyg g i n hev­ur 900% fleiri al­menn ársverk enn Eysturoyggin, og í mun til fólka­ talið liggja bæði Suðuroyggin og Norðoyggjar nógv fremri, sama gerð seg galdandi, tá talan er um Vágar og Sandoy. Hví í ólukkan er Eysturoyggin so langt afturúrsigld í mun til restina av landinum, tá talan er um ársverk hjá tí almenna? Skulu vit vera solidarisk Ja, tað skulu vit sjálvsagt verða. Tá tú krevur samhaldsfasti, soli­ dariska samábyrgd av øðrum, so er neyðugt at tú sjálvur livur upp til eitt rættvíst býti. Ikki bara tá talan er um gjald til t.d. undirsjóvartunlar v.m., men eisini á øðrum økjum. 10% hækking av almennum ársverkum høvdu gjørt stóran mun. Kommunuskatturin kundi lækk­að, sama við barna- og vøggu­ stovuplássum, bíligari grund­stykk­ ir, betri vegir, væl útbygd ítróttar útbúnaður; til fótbólt, hand­bólt, svimjing, bygging av vinnu­økjum, havnum v.m. Týðuligt og greitt gevur myndin onga greiða ábending um at vit yvirhøvur eru solidarisk. Tvørturímóti vísir myndin sera greitt at ávíst øki í landinum er við skerdan lut. Almenn hoyring um rættvíst býti Politisku flokkarnir eina at taka stig til almenna hoyring um býti av almennum ársverkum, og einki er meira enn rímiligt at stjórn­ar­ berandi flokkarnir taka stig til eina slíka hoyring um hvussu almenn ársverk verða býtt rættvíst yvir á sýslur, so at allir landsins borgarar fáa gagn av samfelagságóðanum. Eitt rættvíst býti er ikki meira enn rímiligt.