Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Hvør grunar leið og lagnu mans tín káti hjartasláttur bar boð um vón og ungdómsmátt men millum lív og deyðanátt er bert ein andráttur Góða Eimy Nei ikki grunaði tað okkum, at tínir dagar vóru taldir, aftan á so stutta sjúkralegu. Vit, grannakonurnar í Garðs­ gøtu, hava fyri stuttum havt okk­ ara seinasta bindiklubb hendan vet­urin, nú dagarnir verða ljósari og summari nærkast. Tað var seinast í 70’inum og fyrst í 80’inum, at vit øll húskini fluttu í Garðsgøtu at búgva, øll um somu tíð, og búgva vit øll enn sama stað. Børn okkara, tey flestu javn­gom­ ul, høvdu stóra gleði hvør av øðrum, spældu saman og brúktu nógva tíð at spæla úti her í gøtuni. Vit, mammur hittust um kvøldarnar í bindiklubba. Vit plagdu at gera okkurt eyka burturúr á jólum, og um summarið. Síðstu jól ætlaðu vit okkum at fara út at eta, á onkra matstovu. Hetta bleiv útsett nakrar ferðir, tí vit ynsktu at tú kom við, men brádliga var hesin møguleikin ikki til longur. Í fjør vóru vit so góðan túr á Húsum, og vardi tað okkum ikki, at hetta bleiv seinastu ferð, vit vóru útferð saman við tær. Tað kennist løgið og er so tómt og tungt, nú tú góða Eimy ikki er millum okkum longur. Tín stólur stendur tómur, og tínir stokkar eru tagnaðir. Vit sakna teg, títt fitta smíl, okk­ ara prát um heim, børn ommubørn arbeiði, ja, alt sum upptekur okkum í gerandisdegnum. Vit hugsa um teg Andrew, hvørja fer vit ganga framvið húsum tykkara, hvussu tómt og einsligt tað má verða hjá tær. Vit upplivdu allar, hvussu góð tit bæði vóru, tú og Eimy, og hvussu stóran týdning tit høvdu fyri hvønn annan. Eisini kendu vit, hvussu ómetaliga stórt títt mammuhjarta var, fyri gentunum, versynum og ikki tala um ommubørnini, tey høvdu øll sítt stóra pláss í tínum hjarta. Seinastu ferð vit báðar sóust, var tá eg beint undan jólum fór á Landsjúkrahúsið at vitja teg. Vit fingu eitt so gott prát, sum eg altíð fari at minnast aftur á. Tú fortaldi mær so glað eina hemmiligheit, at nú skuldi tú skjótt aftur blíva omma, tú kundi ikki halda tær, mátti fortelja mær hetta. Í dag er so mammudagur, og slíkar dagar trúgvi eg eru svárir, og saknurin stórur hjá tykkum báð­um Honnu og Edtih, nú mamma tykk­ ara ikki er millum okkara longur. Orð kennast so fátøk, og onki kann sigast, sum beinleiðis troyst­ ar, men eitt er vist, at minnini um tykkara góðu umsorgsfullu mammu, kann ongin taka frá tykk­ um. Vit drýpa høvur og minnast okk­ara fittu grannakonu, við tøkk fyri tey mongu minnir vit hava um nógvar góðar løtur saman við Eimy. Vegna grannakonurnar á Garðsgøtu. Bjørghild Først når væven er standset, og skytlen hørt op med at slå, da vil Gud tage tæppet til side, så vi kan rigtig forstå, hvorfor de mørke tråde såvel som de gyldne bånd var lige nødvendige for mønstret i Mesterens kyndige hånd. Tríatifýra ár eru liðin, síðan vit í føroyska kórheiminum á fyrsta sinni lærdu Jón Stefánsson at kenna – á Kórstevnuni 1982 suð­uri í Vági. At vit tá høvdu vent okkum vesturyvir eftir tónlistarliga fyri­støðumanninum hevði sína orsøk í, at vit tað skúla­árið høvdu fingið í lag eina musikk­skúlaroyndarskipan við ís­lendskum lærarakreftum, og tey – Hrefna Eggertsdóttir, Kjartan Óskarsson og Bjørn Árnason – mæltu okkum til at heita á Jón, sum tey kendu bæði heimanífrá og frá lestrartíð í Wien. Og væl hildnaðist. Okkum gjørd­ist beinanvegin greitt, at her var komin serstakur maður, sum við sínum hóvliga og miðvísa arbeiðslag fekk sera væl burturúr og ikki minni við sínum vinsæla og skemtingarliga verumáta vann fólkið fyri sær. Væl fall hann eisini til í føriska umhvørvinum, og hetta gjørdist tí ikki hansara einasta Føroya-ferð – fleiri komu eftir bæði til kórstevnuhald og til framførslur av stórverkum sum t.d. Händels “Messiasi” og ora­tor­ ium J.S.Bachs, sum hann hevði ser­ligan tokka til. Á ungum árum vaktist hugur Jóns móti tí kirkjutónlistarliga. Abbin Sigfús Hallgrímsson var gitin urguleikari og kórleiðari í heimaøki hansara Mývatnssveit á Norðurlandinum, og á Tónskóla Þjóðkirkjunnar í Reykjavík tald­ ust gitnu tónlistamenninir Páll Ísólfsson og Róbert Abraham Ottósson millum hansara lærar­ar. Jón troytti eisini aðrar tón­listar­ mennandi møguleikar í Reykjavík, og longu 17 ára gamal fekk hann fast samstarv við Langholtskirkju. Men sum íslendingum so líkt leitaði Jón sær í mennningarligum framhaldi út í heim, spældi seg fram til upptøku hjá tí gitna Bach-tulkaranum Karl Richter í Münch­en, og saman við konuni Ólöf Koll­brún Harðardóttir - gitn­ astu song­kvinnu Íslands í ára­ tíggir – helt hann seinni út­búgv­ ingarleiðina til Wien til urguleik hjá navnframa professaranum Michael Radulescu. Men navn Jóns Stefánssonar verður meira enn nakað knýtt at Langholtskirkju, har hann um­framt sítt dagliga kirkju­tæn­ aravirksemi framdi undrunavert lívsverk við at byggja upp ein heilt serstakan kórskúla við barna­ kórum á ymsum aldurs­stigum, ung­dómskóri og úrvaldum Graduale-kórum til kvinnu- eins væl og blandaðan kórsang, sum hann vann heiðursprísir við bæði burturi og heima. Kór Lang­holts­ kirkju var tó hansara meginamboð til tær stóru avbjóðingarnar við áðurnevndu klassisku fram­ førsl­unum, men eisini við bæði heim­ligum og útlendskum sam­ tíðartónleiki. Í øllum hesum kom hansara trygga fakliga bakstøði honum til góðar; men tað, sum í ikki minni mun eyðkendi alt hetta kórjørðildi uttan um Jón var hansara menniskjaligi hugburður, hvussu væl hann dugdi at vera um børnini og tey ungu og tað, at hann hóast sín myndugleika ongantíð setti seg á høga hestin, men altíð var líkamaður og hevði eitt persónligt eygnabráð til hvønn einstakan. Stuttlig hugskot sum t.d. at lata kvinnukórið syngja máttmiklar manskórsatsir hjá eitt nú Karlakóri Reykjavíkur og Fóst­bræðum settu eisini kveikj­ andi dám á. Í øllum hesum Jónsa virksemi var Ólöf hansara drúgvasti stuð­ul og samstarvari, har ikki minst hennara førandi leiklut­ur á sangskúlanum veitti grund­ leggjandi trygd í hansara kór­ arbeiði. Gevandi var tað somuleiðis at uppliva sambæri teirra millum í heiminum á Langholtsvegi, haðan vit eisini fleiri føringar hava gestablídni at minnast aftur á, sum bar út um tað vanliga. Á slíkum vitjanum komst tú í hugna­ligum práti hesum ser­ støku menniskjum nærri, har ofta okkara felags vinur Garðar Cortes eisini var við uppií. Tíðliga á morgni at fara við Jóni út at ambæta hestunum var ein partur av hesari persónligu samveru, og frá seinastu vitjanini stendur mær sum serligt íslendskt minni, tá vit í kulda og kavaroki fóru oman í úti­svimjihylin, og tað ráddi um at kvika sær eftir hyljarkantinum til tess sum skjótast at sleppa sær undir kav og so innímillum at krúpa upp og skunda sær í hita­ pottar við ymsum hitastigum. Nakað fyri seg var tað, tá Jón heima vísti upp trappurnar niðan á hanaloftið, ið var honum eins og alstórur matkovi, har hann hevði alskyns nátturugivið góð­gæti bæði til kjøt og fisk, sum hann fyri mestapartin sjálvur hevði skaffað til vega, tí Jón var náttúru­ menniskja og royndur veiðimaður bæði við stong og byrsu. Hevði tað tá eydnast mær at lirka ein góðan spikbita gjøgnum tolleftirlitið, frøddi tað Jón almikið at kunna hava slíkan føriskan leskibita aftr- at at ganga á. Í persónligum ávikum var ong­ in dyggari at heita á og eitt nú í sambandi við kórvitjanir hiðan úr Føroyum ongin so beinasamur at ganga til handa sum føroyavinurin Jón Stefánsson. Sárur kennist okk­um saknurin, nú hann ikki er meira. Við Jóni hevur Ísland mist ein av sínum dugnaligastu og virknastu tónlistarmonnum, og meinast man missurin kenn­ast í nærumhvørvinum kring Lang­ holtskirkju, har hann á hvørjum degi við sál og orku hevði sína ávirkan. Við sorg og samkenslu hava vit teg í huga í tínari tungu lagnustøðu, góða Ólöf. Ólavur Hátún Minningarorð um Jón Stefánsson Minningarorð um okkara kæru grannakonu Eimy Christiansen www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.