leygardagur 28. august 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 28. august 2004
33
10
Sosialurin Nr. 163 - 28. august 2004
Kim Simonsen
César Vallejo var ein yrkjari frá
Peru. Nakrar av hansara yrking-
um eru ótrúliga eymar og fullar
av eini bløðandi samkenslu við
teim veikastu millum okkum.
Sviin og javnaðarmaðurin Roy
Andersson gjørdi í 2000 ein film
um eina av hesum yrkingum.
Filmurin er eisini ein sorgblíð og
kritisk mynd av okkara tíð og
kreppuni í svenska vælferðasam-
felaginum. Filmurin kallast
»Sånger från andra våningen«.
Men filmurin er ikki bert um
vælferð, men um okkara felags-
menniskjaligu skuldarkenslur, tí í
20. øld hevur lukturin av fanga-
legum, hópgravum og týningar-
legum ligið tjúkkur um alt Eur-
opa og tað mesta av heiminum.
Vit byggja hús og stovnar oman
á nakkaskotnum fólkum og oman
á hópgravir. Í 20. øld stóðu
Týskland og Russland fyri eini
umfatandi týning av minnilutum.
Allir evropeiskir sigoynarar, jød-
ar, menningartarnað og onnur
vórðu týnd. Í Russlandi m. a.
kulakkar og øll, ið komu at
standa fyri. Síðani kom kalda
kríggið, og alt varð svart og
hvítt. Kommunistar yvir fyri
»yankee« pro-amerikanarum.
Hetta er enn heimsmyndin hjá t.
d. Jóanesi Nielsen, svart og hvít,
(ella reytt og blátt), ið er júst tað
Roy Andersson heldur hevur
skapt »Vår tids rædsla i alvor« -
fananskapin í okkara tíð. Hendan
heimsmyndin gloymir skuldina,
gloymir menniskjað og hugsar í
abstraktum blokkum og hug-
myndafrøði.
Roy Andersson er ein listamað-
ur, ið er nærum eins vinstra-
vendur og Jóanes, men Roy er
fyrst mannavinur og humanistur
og síðani kann alt hitt koma.
Hvør tann einasti filmurin hjá
Roy er á tremur av deyðum
jødum, men Jóanes hevur nú
ongantíð, mær vitandi, syrgt tey
deyðu í greinum, yrkingum ella
bókum í eini 30 ár, hann hevur
sæð veruliga fíggindan, ið eru
eini fýra borgarafrúur á Snobhill í
Havn, handilsmenn og onkur
bygdasligur deknur, ið er limur í
Lyons Club. Sjálvandi skulu hesi
eyðmíkjast, tey eru stattarfíggind-
in, sigst Jóanes at siga. Einki er
ov smátt fyri Jóanes, alt skal við,
bileigarar, reiðarar og forkølaðir
fólkafloksmenn. Ikki tí Jóanes
hevur nú mangan rætt í sínum
djørvu atfinnungum. Mær dámar
tó ikki, at fólk deila heimin í tveir
partar. Jóanes sigur seg berjast
fyri friði og Irak á Vaglinum, men
eg livi í Dixieland í »The US of
A«. Um so eg livi í Dixieland, so
tykist Jóanes enn liva sum
fangavørður í Gulag, í fortíðini.
Í filminum hjá Roy Andersson
hópa tey deyðu seg upp, og høv-
uðspersónurin, Kalle, vil ikki
kennast við hetta. Hann vil sum
øll onnur hugna sær og hava tað
gott, men aftan á hann gongur
ein hongdur ungur maður í ham-
ferð. Ein 19 ára gamal russari, ið
er tikin av døgum av politiskum
ella vantandi orsøkum, sum eini
20 milliónir fólk í USSR. Sum
eini 20 milliónir ella fleiri Maosa
Kina. Sum 1.5. milliónir børn í
Irak, ið doyðu av ST-revsitiltøk-
unum, sum 200.000 kurdar í
Irak, sum 100.000 shiamuslimar,
sum øll tey Stalin- og Hitlerin-
spireraði fullveldisleiðarin í fyrr-
verandi suverena statinum Irak
fekk hug at skjóta, heingja, fóðra
hundar við, pína til deyðis, skera
eygunu úr, grava livandi, seta
streym til o.s.fr.
Tað er eitt stórt brotsverk, at
USA og sameind hava givið Irak
ein møguleika at fáa veruligt
frælsi framyvir, fullveldi, manna-
rættindi og fólkaræði staðin fyri
»helviti á jørð« við suvereniteti
og hópgravum.
Tað er eitt »satt« brotsverk at
velja mannarættindi fram um eitt
skjótt avoldað suverenitetsprin-
sipp frá fólkarættinum. Tað er
groft ikki at liva lívið víðari við
ST-revsitiltøkum, ella við
200.000 fleiri dripnum kurdum,
100.000 steindeyðum shiamus-
limum og at harra fullveldis-
leiðari Saddam ikki kann sleppa
at týna tann ella tey, hann og
synirnir hava hug á fyri tíðina.
Tað er nú eisini for galið, at eg
og Brynhild Thomsen ikki fóru á
Vaglið at savnaðst við seinastu
restunum av friðarinnar apolo-
getum, ið mannliga vildu berjast
fyri irakiskum suvereniteti.
Jú, orsaka, at eg ikki vildi
berjast fyri rættindi hjá Saddam
at fremja hugnaliga suverænitets
sjálvmorðið av øllum fólkinum í
Irak. Hvør kann skilja, at 80
prosent av irakarunum frøast,
men at tíðindafólk bert hava
áhuga fyri einum manni í rúgv-
uni, ið rópar ókvæmisorð? At
nærum øll lærd og útisetar úr
hesum landinum er fyri hesi inn-
rás (hví skal eg so vera ímóti?)
Orsaka Javnaðarflokkurin og
orsaka meg Tjóðveldisflokkurin,
at eg ikki dugdi at síggja, at
neyðugt var at verja Irak, ið hev-
ur lopið á nærum allar sínar
grannar og t. d. sent rakettir yvir
Ísrael, og ikki vildi loyva vápna-
eftirliti í 12 ár. Sjálvandi skuldi
eg lært at virt hetta landið, eins
og hugnalig lond sum Kosovo,
Rawanda, Sudan o. s. fr.
Eg má buka tað inn í skallan á
mær, at suverenitetsprinsippið
gongur fram um alt og øll áhuga-
mál, fram um mannarættindi,
fram um frið, fram um fólka-
morð, fram um píning, fram um
alt vit og skil. Ein dag fari eg at
læra frá Jóanesi og teim knív-
skarpu tulkingunum frá tjóðveld-
isflogvitum, sum hava Che hang-
andi á vegginum, sum vitja bask-
arnar, sum júst sum allir nati-
onalistar halda, at suverenitets-
hugtakið skal verjast, um so tað
endar við at teir seinstastu ør-
vitisskøltarnir skjóta hvønn ann-
an. Er suvereniteturin í ordan, ja
so kunnu vit kvetta høvdið av
øllum við góðari samvitsku,
hetta eru okkara høvd og okkara
avhøvding í einum suverænum
landi. Hvat sigur tú? Nei, her eru
einki lík, vit liva í friðsælu.
Tað er líkamikið um eg so
dragsi heimsins førandi serfrøð-
ingar í statsbygging, í heimspeki,
í løgfrøði, í sosiologi inn í hetta
kjak, so eri eg bert, fyri Jóanes,
eitt slag av Pizza Åge. Eg eri
bert ein yankee-go-home og um-
boði Kristiligt Lurtarafelag. Bert
tí eg havi verið í USA og havi
ein stóran áhuga í amerikanskari
mentan, eri eg ikki ókritiskur. Eg
havi m. a. skrivað eina tulking av
øllum hugsandi anti-amerikansk-
um sjónarmiðum, ið finnast.
Einki, ið Jóanes (ið er endaður
sum ein illa skøvað 78´ara pláta
við Internationale sungið í DDR)
sigur hava vit ikki hoyrt frá hon-
um tvey túsund ferð fyrr. Jóanes
er eins lættur at rokna út, sum
leiðin ein maður við einum reyð-
um flaggið við hamar og seglið
heldur 1. mai.
Sjálvandi er tað vert at kjakast
um Michael Moore. Men Moore
er eingin listamaður, hann hevur
ikki framleitt ein minutt av list.
Moore og list eru fulkomnir mót-
setningar. Góð list, sum hon hjá
Roy Andersson er ikki propa-
ganda. Vit kunnu siga, at Moore
er ein intellektuellur, ið eg virði,
sum við myndatólinum setur eld
á svakligar meiningar í USA t. d.
um at øll skulu hava vápn. Van-
liga virði eg Moore, men í film-
inum um Irak og um Bush er
hann fulkominliga einstáttaður.
Hetta hava øll stór bløð í m. a.
Danmark funnist at. (Tá eg sigi
»Shame on you«, er hetta bert
ein kommentarur, tí tá Moore
fekk Oscarvirðislønina fyri ein
annan film, segði hann hetta við
Bush.)
Tað er sum um Jóanes roynir
at endurskapa eina sundurskotna
hugmyndafrøði við at rópa um
suverenitet fyri mordarar. Sum
so er einki nýtt, tí alt tað Jóanes
hevur vart hevur fullkominliga
vanvirt menniskja alla 20. øld.
og sjálvandi skilir hann ikki, at
eg og onnur ikki vilja við til
hetta utopia, ella hendan »einki-
stað« ella »óstað«
Enn er spurningurin eftir:
Góði Jóanes, Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldisflokkurin, kann eg
spyrja tykkum, hvat gera vit við
fananskapin í okkara tíð?
Føroyingar í Nowherelandi:
- Hvat gera vit við fananskapin
í okkara tíð?
– Tað er sum um Jóanes roynir at
endurskapa eina sundurskotna
hugmyndafrøði við at rópa um
suverenitet fyri mordarar. Sum so er
einki nýtt, tí alt tað Jóanes hevur
vart hevur fullkominliga vanvirt
menniskja alla 20. øld. og sjálvandi
skilir hann ikki, at eg og onnur ikki
vilja við til hetta utopia, ella
hendan »einkistað« ella »óstað«,
sigur Kim Simonsen m.a. í
viðmerking til Jóanes Nielsen
Hjálp
Einlig mamma søkir íbúð/hús í Havn skjótast tilber.
Drekki ikki.
Max. 5.500 pr. mðr. við ljós og hita.
Tlf. 225334
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
33
32