Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Hjalgrim Samuelsen fyrisitingar­ stjóri á Føroyaprent STØRV Tveir stjórar eru nú á Før­ oyaprent. Frá 1. mai at rokna myndar Hjalgrim Samuelsen leiðsluna á Føroyaprent saman við Jon Hestoy, sum higar­til hevur verið stjóri einsa­mallur. Sum fyrisitingarstjóri hev­ur Hjalgrim Samuelsen nú høvuðsábyrgd av fíggj­ ar­málum og fyrisiting, með­ an Jon Hestoy framyvir fyrst og fremst fer at varða av marknaðaføring, sølu og framleiðslu. Hjalgrim Sam­ uelsen er 51 ára gamal og út­ búgvin siviløkonomur (cand. merc.) og kemur úr starvi á fíggjardeildini í Eik Banka. Hann hevur frammanundan leiðsluroyndir sum m.a. fyri-taksstjóri á Dimma­lætt­ ing og sum deildarleiðari í Føroya Sparikassa. Føroyaprent er størsta graf­iska virkið í landin­um við um 30 starvs­fólk­um. Virk­ið varð sett á stovn í 2004 sum ein saman­renning av Hestprent og ark­prent­ smiðj­uni hjá Dimma­lætt­ ing. Virkið er í dag ein fram­ komin prentsmiðja við tíðarhóskandi útgerð inn­an undanprent, digital­prent, arkprent og bók­bind­ing. Harumframt fevn­ir virk­ semið eisini um skelti, bann­ arar, plakatir í stór­um stødd­ u­m og deko til vind­eygu og bilar. – Føroyaprent hevur ver­ ið í einari støðugari menn­ ing síðani byrjan, og við at seta Hjalgrim í starv fáa vit servitan til fe­lag­ið, ið kann tryggja ein fram­hald­andi vøkstur. Hjal­grim hevur verið ein part­ur av Føroya­ prent síð­ani byrjanina; fyrst sum ein av teimum, ið løgdu prentsmiðjurnar saman til Føroyaprent og síðani sum nevndarformaður í felag­ num. Tað verður spennandi nú at fáa møguleikan at virka saman í gerandisdegnum, sigur Jon Hestoy. KT-virksemið á Gjaldstovuni økist alsamt. Tí søkja vit eftir KT-fólki at vera partur av Kervisfyrisitingini, sum umsitur Búskaparskipan Landsins (BSL). Starvið Høvuðsuppgávan er at tryggja skilagóðan og tryggan rakstur av BSL. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar:  eftirlit við og yvirvaking av, at allar yvirføringar eru gjørdar frá tilknýttum skipanum og mótulum, soleiðis at roknskapurin altíð er dagførdur  standa fyri menning av markamótum við aðrar almennar skipanir  skipa fyri, at skipanir verða dagførdar á tryggan hátt  standa fyri menning av verandi arbeiðsgongdum í BSL  samskifta við KT-veitarar  umsita brúkarar og loyvir. Kervisfyrisitingin stendur eisini fyri menningaruppgávum av BSL og KT-økinum á Gjaldstovuni sum heild. Tøknin, sum Búskaparskipan Landsins byggir á, er fyrst og fremst Oracle tøkni. Eginleikar og førleikar Tú skalt hava útbúgving, sum samsvarar við telduatstøðing ella bachelor í KT. Fyrimunir eru, at tú  hevur hollan kunnleika um tøknina, sum BSL byggir á  kennir skipanir og mannagongdir hjá Gjaldstovuni  hevur royndir við líknandi uppgávum. Tað er týðandi at vera fryntligur og fyrikomandi, tí nógv samskifti er við brúkarar, onnur starvsfólk á Gjaldstovuni og við KT-veitarar. Setanar- og lønarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving tú hevur. Starvsstaður Starvsstaðurin er fyrsta árið í Klaksvík og kann seinni verða broyttur til á Argjum. Umsókn Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til gjaldstovan@gjaldstovan.fo. Umsóknin skal hava frámerkið “KT-fólk til Gjaldstovuna”. Umsóknarfreistin er 25.05.2016 á middegi. Nágreiniligari upplýsningar fáast við at venda sær til Dáva Johannesen, sum er at hitta á tel. 352485 ella 212441. KT-fólk til Gjaldstovuna Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: Løn & bókhald landsins, KT landsins og Fígging landsins. Kervisfyrisitingin er partur av KT landsins og hevur til uppgávu at tryggja raksturin av BSL. Á Gjaldstovuni starvast 53 fólk, 4 teirra eru í Kervisfyrisitingini. Meiri fæst at vita á heimasíðu okkara gjaldstovan.fo GJALDSTOVAN I KVÍGGJARTÚN 1 I FO-160 ARGIR I FØROYAR TEL: +298 35 24 00 I FAX: +298 35 24 01 GJALDSTOVAN@GJALDSTOVAN.FO I WWW.GJALDSTOVAN.FO Leys størv á Landssjúkrahúsinum Anestesisjúkrarøktarfrøðingur Umsóknarfreist 18. mai 2016 kl. 12.00. Introstarv í Intern Medicin Umsóknarfreist 20.juni 2016 kl. 12.00. KT supportari til fyrisitingina Umsóknarfreist 18. mai 2016 kl. 12.00. Leiðandi yvirlækni til Medisinska depilin Umsóknarfreist 1. juli 2016 kl. 12.00. Sjúkrarøktarfrøðingur til varaleiðarastarv Umsóknarfreist 25. Mai 2016 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til B6 Umsóknarfreist 25. Mai 2016 kl. 12.00 Les meira á www.ls.fo MentaMálaráðið SKÚLA STJÓRAR, EINA LÆRARAR OG ÚTOYGGJA­ LÆRARI Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so eru leys størv nú at søkja. Umsóknarfreistin er týsdagin 17. mai 2016. Meira fæst at vita á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo undir »Leys størv« MENTAMÁLARÁÐIÐ