Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STØRV Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum arbeiðs- takarum at biðja um undangóðkenning, nú nýggjur fólkaskúli verður bygdur úti á Fløtum. Arbeiðið at byggja skúlan verður skipað eftir partalagsleisti. Upplýsingar um byggiætlan og útbjóðing Tórshavnar kommuna Vaglið – Postsmoga 32 FO-110 Tórshavn T-postur: eivind@torshavn.fo Um verkætlanina Tórshavnar býráð hevur samtykt at lata byggja nýggjan fólkaskúla úti á Fløtum. Skúlin verður trýsporaður frá 0.-7. flokk og fimm spor í 8. og 9. flokki. Tilsamans verða umleið 850 næmingar og 100 starvsfólk á skúlanum. Skúlin verður 11.600 m2 til víddar. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum. 1. byggistig skal verða liðugt í juli 2018, 2. byggistig í juli 2019 og 3. byggistig í juli 2020. Til ber at lesa meira um verkætlanina á heima- síðuni undir BÝRÁÐ verkætlanir Skúlin á Fløtum. torshavn.fo Mannagongd fyri útbjóðingina Arbeiðstøkan verður boðin út í innbodnari høvuðsarbeiðstøku. Ætlanin er at heita á 3 – 5 arbeiðstakarar um at geva tilboð. Tilboðið verður grundað á skipanaruppskotið við nøgdarlistum. Eftir hetta verður arbeiðstakarin við í fram- haldandi verkætlan í partalagi. Ráðgevaratoymið Eind vann Hugskotskappingina um skúlan. Tekningar eru at síggja undir Skúlin á fløtum Vinnandi uppskotið. Umbøn um luttøku Umbønin skal verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 17. mai 2016. Saman við umbønini um luttøku verður at senda upplýsingar um arbeiðstakaran, so mett kann verða um kravda førleikan hjá fyritøkuni bæði á fíggjarliga og tekniska økinum. 1. Upplýsingar um fyriskipan og bygnað í fyritøkuni og møguligt samband við móður- felag. 2. Royndir við líknandi verkætlanum. 3. Váttan um árliga miðal starvsfólkatalið í fyritøkuni. 4. Lívsrensl (CV) hjá lyklafólkum, ið ætlandi verða knýtt at verkætlanini. 5. Upplýsingar um góðsku-, trygdar- og umhvørvisskipanir hjá fyritøkuni. 6. Upplýsingar um eginogn og javna í roknskapi saman við váttan fyri samlaðu søluna hjá fyritøkuni síðstu trý roknskaparárini. 7. Váttan um trú og heiður. Nýtir arbeiðstakarin undirarbeiðstakarar, skulu oman fyri nevndu upplýsingar eisini gevast fyri teir. Samtøk kunnu eisini taka lut við somu treytum. Arbeiðstakarin verður valdur Mett verður um arbeiðstakararnar við støði í upplýsingunum omanfyri. Útbjóðingartilfarið Útbjóðingartilfarið verður sent út 1. juni 2016. Grundarlag ABF 06 er galdandi fyri arbeiðstøkuna. Verkætlanin verður teknað í 3D objektbaser- aðum byggimodelli við grundarlagi í Revit tekniforriti. IKT kunngerð nr. 118, sum er grundarlag undir avtalu við ráðgevararnar, verður eisini galdandi fyri arbeiðstakaran. Øll skjøl, heiti og frágreiðingar eru á føroyskum, og fyri verkætlanina verða føroysk rættarviður- skifti galdandi. Eru ivamál, fæst meira at vita frá verkætla- narleiðaranum Eivindi Danielsen, tlf. 214037 ella teldupostur: eivind@torshavn.fo Skúlin á Fløtum í undangóðkenning     Góði kundi! Keypstreytir: Fleiri kalendarar: Ynskja tit fleiri kalendarar, so ringið 341800 ella send mail til bokhald@sos.fo Returskipan: Lata tit kalendaran inn aftur til okkum, fáa tit peningin aftur. Føroya Myndakalendari 2017 Vit ynskja øllum eitt gott 2017