týsdagur 10. mai 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
26
Sosialurin
Arbeiði
Arbeiði verður gjørt
Mala, pussa, grava, urtagard,
stoypa, smida. Fleiri ara royndir.
Tilbod givin. Goymsluholi til
leigu.Toyota Previa og Nisynadur
Mazda 323 til solu.
224910
Málara arbeiði
Vit átaka okkum alt málara
arbeiði og arbeiða um alt landið.
Ring ella skriva til okkum og bið
um tilboð á malarin.fo@hotmail.
com
273766
B.H.C smíð Timbur og
snikkaratænasta
Treingja hús tykkara til
ábøtur? Vit átaka okkum alt
timburarbeiði, vit garantera
dygdarsmíð, skjótt og til ein
rímiligan kostnað. Royn okkum!
B.H.C smíð
tlf. 218991
Býli í Føroyum
Íbúð søkist í Tórshavn, Argir
ella Hoyvík
Eg eri 41 ára gamal maður, ið
søkir íbúð, fyri max 5500 kr við
øllum. Eg drekki og royki ikki.
Havi fast starv og gjaldi til tíðina
Tlf 268640
Nordjobb søkir eftir kamari
í Havn
Nordjobb søkir eftir eitt kamar í
Tórshavn til ein norrmaður (20
ára gamal) sum ætlar sær til
Føroyar at arbeiða ímillum 7 juni
til og við august
+45 52 65 30 77
Hús til leigu
Hús í Vestmanna til leigu við
møblum.
724580
Eitt stórt hús á Argjum
til leigu, hevur 5 sovikømur
Tlf 211208
Íbúð í Havn
Friðarligur ungur maður søkjir
íbúð í Tórshavn skjótast gjørligt,
fer væl um og betalir til tíðina
284878
Dýr
Frensur horvin úr Hornabø
Frensurin hjá okkum hevur
verið vekk í meira enn eina viku
nú. Hann er stríputur: brúnur,
ljósabrúnur, gráur og svartur.
Hevur nakar sæð hann?
+298229740
Fundir
Aðalfundur hjá Cøliakifelag
Føroya
Aðalfundurin hjá Cøliakifelag
Føroya verður í MBF húsinum
leygardagin 28. mai kl. 14. Skrá
sambart lógum felagsins.
Aðalfundur
Árligi aðalfundurin hjá HSR
verður í kappróðrarneystinum
mikukvøldið 25. Mai kl. 19.30.
Skrá sambært lógum felagsins.
Við róðrarkvøðu HSR
Eykaaðalfundurin hjá Sunda
Róðrarfelag
Eykaaðalfundurin hjá
Sunda Róðrarfelag, verður í
róðrarneystinum mikukvøldi 18
mai. kl. 20. Skrá sambært lógum
felagsins.
Innbúgv
Etagusong
Etagusong (koyggjusong) fæst í
Mikladali við at avheinta hana.
29 29 82
Ymiskt
Søla av føroyskum vevi
Hann er í góðum standi, hevur
4 skøft og eina vevbreidd uppá
1.m Prísur ca.3000. kr
Tlf 312263(Best kl.12-13 ella
18-19)
Frítíðarhús til sølu
Lítil frítíðarhús á Ternuryggi til
sølu.
213356
Starvslýsing
Landslæknin søkir eftir skrivstovufólki
Hjá Landslæknanum er eitt skrivstovustarv á 32
tímar um vikuna leyst at byrja skjótast tilber.
Starvið er tíðaravmarkað til 30. apríl 2017, tó við
møguleika at halda fram við niðursettari tíð.
Vit søkja ein virkisfúsan persón, sum kann taka
sær av skrivstovuuppgávum umframt meira
sjálvstøðugum uppgávum.
Harumframt leggja vit dent á,
at umsøkjarin hevur:
• Góðan kunnleika til føroyskt og danskt
• Góðan teldukunnleika
• Góð evni at samskifta og samstarva
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært organisatións-
avtalu millum Finansministeriet og HK/STAT.
Kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Liljuna Midjord ella Bjarnhild Patursson á telefon
+298 311832.
Umsóknin
Øll áhugaði uttan mun til aldur, kyn, trúgv ella
uppruna verða biðin um at søkja starvið.
Umsókn saman við avritum av viðkomandi
prógvum, CV v.m. skulu sendast til:
Landslæknan, Sigmundargøta 5, FO-100 Tórshavn
ella við telduposti til foe@sst.dk, og verða okkum í
hendi í seinasta lagi 20. mai 2016
Chief Medical Officer · Sigmundargøta 5
FO-110 Tórshavn · foe@sst.dk · www.landslaeknin.fo
Telefon +298 311832 · Fax +298 317660
Um broyting í byggisamtykt
og býarplani fyri Sunda kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við lógtinglóg nr. 19 frá
18.mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna
á býráðsfundi tann 26.04.2016 hevur samtykt at gera niðanfy-
ristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
Broyting í býarplaninum fyri Gjógv
Broytingin umfatar ein part av matr. nr. 137 og 136 við Gjógv,
hetta økið verður broytt frá J øki landbúnaðarøki til B øki
sethúsaøki.
Broyting í byggisamtyktini,
ásetingar fyri øki N - neystaøki
Í grein 13 verður hetta lagt afturat:
Byggivaldið kann, við møguligum sertreytum loyva, at bygt
verður rúm til uppihald í samband við neyst.
Um køks-, vesi- og/ella baði-viðurskifti verða í tí bygda, skal
frárensl leiðast burtur sambært galdandi lógarásettum treytum,
og ber eigarin av neystinum allar útreiðslur av hesum.
Um kommunal spillivatnsleiðing er í økinum, stendur eigarin av
neystinum fyri, og rindar allar útreiðslur fyri at leiða spillivatn
frá neystinum í kommunalu spillivatnsleiðingina.
Loyvt er ikki at hava bústað í øki N.
Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunu-
skrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð
frá 04. maj 2016 til 27. maj 2016 báðir dagarnir íroknaðir
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu latast
skrivliga til kommununa í seinasta lagi 17. juni 2016.
Oyrarbakki tann 04. maj 2016
Sunda kommuna
KUNNGERÐ
Ársaðalfundur
P/F Tjaldur hevur
ársaðalfund
mánadagin 30. mai
2016 klokkan 11.00,
á Bryggjubakka 22,
Tórshavn
Dagskrá:
a) Frásøgn nevndar
innar um virkið í
hinum lidna ári.
b) Framløga av
hinum grannskoðaða
rokn skapi og fíggjar
standi.
c) Uppskot frá nevnd
ini um, hvussu árs av
lopið skal verða nýtt.
d) Val av 37 nevnd
ar limum, sum verða
valdir fyri 1 ár í senn.
e) Val av grann
skoðara, sum verður
valdur fyri 1 ár í senn,
til at grannskoða
rokn skapin fyri inni
verandi ári.
f) Skotið verður upp
at geva nevnd felags
ins heimild at keypa
upp til nominelt kr.
15.000.000 av egnum
parta brøvum fyri
kurs, sum er millum
140 og 190. Heimildin
er gald andi í fimm ár
frá aðal fundinum
g) Ymiskt
Til ber at tekna seg til
fundin við at ringja til
tlf 45 75 00 ella senda
teldupost til status@
olivant.fo í seinasta
lagi 27. mai klokkan
12.00
Nevndin
LÝSINGARTORGIÐ
eblaðið
sos.fo