týsdagur 10. mai 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
Sosialurin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæra systir, mostir, omma og
langommusystir
Thala Rókstein
f 11.03.1923 - d 26.12.2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum á Vesturstovu fyri góða røkt og
umsorgan.
Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina,
fyri blómur, kransar og minnisgávu.
Hjartaliga tøkk øll somul
Familjunnar vegna
Diana, Sigga og Maria
Tøkk
Vit ynskja at takka fyri sýnda samkenslu, tá ið
elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Egil Toftegaard
f. 22.09.35 d. 05.03.16
andaðist og varð jarðaður.
Takk til øll tykkum, sum komu á gátt, í kapellið og
til jarðarferðina.
Takk til tykkum á røktarheiminum fyri góða røkt
og umsorgan. Takk fyri góð og troystarrík orð á
heiminum og í kirkjuni.
Takk fyri alla hjálp til jarðarferðina og takk fyri
minnisgávur til Eysturoyar Ellis- og røktarheim; og
ikki minst takk til tykkum, ið trúliga vitjaðu Egil á
sjúkralegu hansara.
Rigmor, Helgi, Karin og Regin við familjum
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara
góði maður, pápi, abbi og langabbi
Kaj Arthur Joensen
f. 21. apríl 1934 d. 19. sept. 2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Marjun, Kathe, Helge og Aida
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum
sum við tykkara nærveru og hjálpsemi
vístu okkum samkenslu, tá okkara elskaða mamma
Hjørdis Reinert Kristiansen
andaðist og varð jarðað
Familjunnar vegna
Ingerd, Andrea, Jon og Guðny
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum gleddu
meg á 85-ára føðingardegnum. Takk fyri
blómur, gávur, heilsanir, uppringingar, sang
og upplestur. Takk til øll sum gleddu meg við
at koma á gátt. Takk til børn, svigarbørn,
ommubørn og langommubørn, sum gjørdu
dagin so sera minnisríkan.
Heilsan
Irena Olsen
Undir Heyggi 15, Porkeri
Tøkk
Eg takki hjartaliga øllum, sum vóru við til at
gera mín 80 ára føðingardag heilt serligan.
Takk fyri gávur, blómur og heilsanir. Ein serlig
tøkk til øll, sum hjálptu til á ymiskan hátt.
Jógvan Joensen, Hvalvík
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá
elskaða mamma, vermamma, omma og langomma
Anna Katrina í Skálanum
f. 29-09-1927 d. 01.03.2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á Niðristovu fyri tíðina, hon var
hjá tykkum.
Takk fyri góða røkt, umsorgan og blíðskap. Takk til
Poul Færø og Eyðun Eltør fyri vøkur og troystarrík
orð í Betesda og við grøvina.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til
Akurin. Takk til tykkum, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðina.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu mammu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóhannes, Magnus, Birgir Poula og Anita
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá ið pápi, verpápi, abbi og langabbi
okkara
Sámal Kristiansen
f. 17.09.1928 d. 28.12.2015
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Vesturstovu, sum vóru um hann.
Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina,
fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til kirkjuna.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Aleksandur, Elin og Beinir