Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54 SPÆLARAMENNING Í HEIMSFLOKKI Tróndur Arge Skála móti Víkingi og KÍ móti NSÍ. Tað var stað­fest­ ingin, tá lutakast var til hálv­finalurnar í steypa­ kapp­ingini í 3-2 sendingini mána­kvøldið. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 25. og 26. mei, meðan seinnu hálv­finalur­ nar verða leiktar 15. og 16. juni. Finalan verður á Tórs­ vølli 27. august. Víkingur favorittur Víkingur er fýrfaldur vinn­ ari av kappingini um Løg­ manssteypið, og eftir luta­ kastið eru teir favo­rittar at koma í steypa­final­una enn eina ferð. Víking­ur skal spæla móti Skála, sum hev­ ur sítt fyri í botn­stríð­num í Effo-deildini. Liðini spældu tíðliga í lands­kappingini. Tá vann Víkingur, eftir at Skála var á odda 1-0 í hálvleikinum. Verður hugt eftir søguni og stiga­talvuni í løtuni, so er ongin ivi um at Víkingur er favo­rittur at koma víðari. Av Skála skilst, at vónin var at fáa seinnu hálv­finl­ una á heimavølli, men luta­ kastið háttaði seg soleiðis, at Skála skal spæla á heima­ vølli fyrst. – Víkingur er eitt sterkt lið og tað verður trupult, men møguleikin er har. Tað er umráðandi, at fáa eitt gott úrslit í fyrra hálv­final­ uni á heimavølli, so vit hava ein betri møguleika í Gøtu, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá Skála. André Olsen, ítróttar­ skrivari í Miðlahúsinum, held­ur at tað kann blíva ein spenn­andi dystur á Skála, men tað verður trupult hjá teimum at gera nakað við Víking yvir tveir dystir. – Tá Skála var í Effo- deild­ini í 2014, endaðu báð­ ir dystirnir á Skála mill­um Skála og Víking við javn­ leiki. Tann fyrri við 1-1 javn­ leiki, meðan tann seinni end­aði við 3-3 javnleiki. Tí bendir nógv á, at fyrra hálv­ finalan millum Skála og Víking, sum verður spæld á Skála, kemur at vera opin og spennandi, men at Víkingur fer at orna tað á heimavølli, har felagið ongantíð í søg­ uni hevur sett stig til móti Skála, sigur André Olsen. Brak millum KÍ og NSÍ Í hinari hálvfinlauni møtast KÍ og NSÍ. Her er torført at peika á ein favoritt, tí talan er um tvey lið, ið er javnt sterkt á stigatalvuni. NSÍ er einasta liðið, sum Mikkjal Thomassen ikki hevur megnað at vunnið ímóti sum KÍ-venjari, men í løt­uni bendir nógv á, at KÍ er um at fáa um báðar endar­nar. NSÍ var í steypafinaluni í fjør, men tað var eitt vána­ ligt avrik frá teirra síðu, tá Víkingur trumlaði vespur­ nar umkoll og fór avstað við gull­inum. Fyrri dysturin verðu í Klaksvík, meðan tað seinni verður við Løkin. trondur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR Tað er málið hjá føroyska hondbóltssambandinum, sum hevur sett Petur Mittún, fyrrverandi venjaran hjá H71, sum spælaramennara FÓTBÓLTUR Víkingur fekk besta lutakastið, tá lutakast var til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið VÍKINGUR KÓS MÓTI STEYPAFINALUNI Tróndur Arge Føroyskur hondbóltur hevur verið í menning seinnu árini, nú landsliðsarbeiði aftur stend­ur í fagrasta blóma. Fleiri av ungdóms­lands­lið­ unum hava staðið seg væl í al­tjóða kappingum, meðan hol er við at koma á lands­ liðs­abeiði aftur. Vantandi landsliðsarbeiði í fleiri ár gjørdi millum ann­ að, at Jóhan á Plógv Hansen valdi at spæla fyri danska landsliðið. Skal eitt føroyskt hond­ bólts­landslið standa seg á altjóða pallinum, so er týdn­ ingar­mikið, at spælarar fáa røttu menningina. Nú hevur Hond­bólts­sam­ bandið sett Petur Mittún sum hondbóltsmennara fyri komandi kappingarár. Í heimsflokki Petur Mittún, sum saman við Halgir Dah Olesen, hevur staðið á odda fyri H71 seinnu árini, hevur eitt greitt mál við spælaramenningini. – Vit skulu miðja høgt. Leikara­menningin hjá HSF skal vera í heimsflokki, og sam­stundis geva feløgunum og venjarunum kring landið íblástur, sigur Petur Mittún. Kristian Johansen fegn­ ast um avtaluna við Petur Mittún, sum er ein av fremstu venjarunum í land­ inum. – Vit eru sera spentir til sam­starvið við Petur Mittún. Væntandi verður hetta við til at gera leikaramenningina hjá HSF enn betri, sigur Kristian Johansen, formaður í Hond­bóltssambandinum. Eitt ár fyribils Starvið sum hondbólts­menn­ ari inniber, at hava ábyrgdina av spælaramenningini hjá HSF. Bæði í mun til tað inni­ halds­liga og í mun til at seta venjarar í ymisku aldurs­ bólkunum. Í løtuni verður arbeitt við at lýsa og skriva ein føroyskan menn­ingar­ leist, sum skal liggja sum grund undir menn­ing­ini av føroyskum hond­bólts­leik­ arum. Ein partur av uppgávuni hjá Peturi Mittún verður at seta í verk nýtsluna av føroyska leistinum í spælara­ menningini, sam­stundis sum tilfarið skal geva íblástur og røkka út til feløgini og hvønn einstakan íðkara. Avtalan er fyribils fyri kom­andi kappingarár. Petur Mittún byrjar í starv­inum 1. juni, men longu nú í mai verður hann við, tá 24 U13 dreingir, sum hava verið partur av spælara­menn­ing­ ini í júst lokna kappingar­ár­ inum fara forvitnisliga hond­ bóltsferð til Danmarkar og Týsklands. trondur@sosialurin.fo