Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað hevur næstan verið luksus hjá bestu spælarunum, sum hava møgu­leika at rinda møðina frá sunnu­degnum og fram til í annað­ kvøld, áðrenn teir aftur skulu í eldin. Her er talan um teir í B36, HB, KÍ, NSÍ og Víkingi. Skálamenn hava havt møguleika síðani leygar­ kvøldið at rinda møðina og fokusera upp á avbjóðingina hóskvøldið, og teir í ÍF, B68, AB og TB hava ikki spælt síðani næstsíðsta sunnudag. Hóskvøldið verður farið und­ir annan triðing av hesum kapp­ingar­ árinum. Nú hittast somu lið, sum dystaðust í fjórða umfari, sum var 2. og 3. apríl. Munurin er tann, at tey, sum tá vóru á útivølli, nú eiga heima­vøll. Tølini tala Sunnudagin hevði Víkingur margi­ nal­irnar á sínari síðu, tá ið tað eftir brotssparkskapping ímóti HB end­ aði við hálvfinaluplássið í steypa­ kappingini. Tað er kappast um FM ellivu ferð­ir, síðani kappingin í 2005 varð víðk­að úr 18 og upp í 27 umfør. Tøl­ ini siga, at tað næstan aðru hvørja ferð er soleiðis, at tað liðið, sum er fremst eftir, at triðingurin av kapp­ing­ini er farin, ikki vinnur FM heitið. Í fimm av ellivu førum hevur liðið á tindinum eftir fyrsta trið­ingin ikki vunnið FM, og í seks av ellivu førum hevur liðið, sum var ovast eftir níggju umfør, eisini vunn­ið meistaraheitið. Víkingur bíðar eftir fyrsta FM heit­inum. Fyri fýra árum síðani sá tað ljóst út, tá ið øll liðini høvdu spælt einaferð ímóti hvørjum øðr­ um. Tá var Víkingur fremst við nítjan stigum – eitt frammanfyri EB/Streym. Eftir 27 umfør var EB/ Streym­ur meistari við 58 stigum, með­an Víkingur endaði á fimta plássi við 45 stigum! Heldur ikki í fjør megnaði topp­ liðið eftir níggju umfør at vinna FM. Tá var tað NSÍ, sum var topplið við 21 stigum – trý stig frammanfyri B36. Tá ið tað varð sett punktum, var B36 meistari við 61 stigum, og NSÍ var næstfremst við 54 stigum. Síðani 2005 hevur HB vunnið FM fýra ferðir – í 2006, 2009, 2010 og 2013. Tvær ferðir – í 2009 og 2013 – hevur HB verið fremst bæði eftir níggju og eftir 27 umfør. Hinar báðar ferðirnar er tað eydnast HB at venda gongdini. Teir í EB/ Streymi og í HB gloyma ongantíð 2006, tá ið EB/Streymur undan síðsta umfari var eitt stig frá FM heit­inum. EB/Streymur tapti á Mølini 1-0 ímóti KÍ, og so steyk HB við 2-0 heimasigri á ÍF avstað við FM. Eftir níggju umfør var EB/ Streym­ur trý stig undan HB, sum at enda var eitt stig frammanfyri EB/Streym! Tað er eingin orsøk til at broyta ÍF - NSÍ PETUR REINERT hósdagin klokkan 18.30 Hóskvøldið verður tað fyrsta ferð­ in, at teir báðir, Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen, í felag fara at manna bonkin hjá fuglfirðingum. – Tað hevur gingið væl tvær tær seinastu ferðirnar, so tað er eing­ in orsøk at gera tær stóru broyt­ ingar­nar. Tað snýr seg um at varð­ veita momentum, sum vit høvdu á Toftum og serliga ímóti HB á heima­vølli. Spælararnir vístu dirvi og sjálvsálit, og tað rokna vit við, at teir fara at gera ímóti NSÍ, sum vit fyrr í ár taptu stórt ímóti í Runavík, sigur Jákup Mikkelsen. Hava tit broytt venjingarnar, síðani tit spæla mest sum við sama liðnum og nú vinna? – Vit hava vant lítið, men vit hava tosað saman, og so hevur tað rigg­að í dystunum, sum ikki riggaði. Adeshina Lawal hevur verið væl fyri alt kappingarárið, og nú glapp hjá honum við málskjótingini, og so er tað ein fragd at síggja, hvussu væl upplagdur Clayton Soares er. Men tað sæst á liðavrikinum sum heild, at hugburðurin er góður. Í fjórða umfari var 6-1 tapi ímóti NSÍ í Runavík øgiligur sekkur. – Hetta var vánaligasta avrikið higartil. Kortini eru vit ikki so langt frá heiðursmerkjaplássum, og um tað gongur eftir vild tríggjar tær næstu ferðirnar, so kunnu vit av álvara blanda okkum í europeisku plássini. Vit skulu nú spæla ímóti NSÍ, Víkingi og B36, vísir Jákup Mikkelsen á. Í Runavík gekk tað fyri seg eftir teirra treytum. Í morgin fara vit at arbeiða fyri at fáa tað at ganga fyri seg eftir okkara treytum, sigur Jákup Mikkelsen. Sunnudagin tryggjaði NSÍ sær pláss í hálvfinaluni í steypa­kapp­ ingini við 2-0 heimasigri á EB/ Streymi. – Eg eri væl nøgdur við, at spæl­ ar­arnir alla tíðina megnaðu at halda fokus. Í Fuglafirði verður tal­ an heilt víst um javnari uppgerð, enn tá ið vit høvdu vitjan av ÍF, og okk­ara lið hevur sjálvsálitið, sum skal til, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber. Toppur og botnur á Svangaskarði B68 - VÍKINGUR DAGFINN FORNÁ hósdagin klokkan 18.00 Dagsskráirnar eru púra ymiskar í Eysturkommunu og Nes kommunu. Meðan Víkingur er topplið og tevjar møguleikan at vinna FM, so mugu teir á Svangaskarði staðfesta, at FÓTBÓLTUR Síðani kappingin varð longd til at fevna um 27 umfør, hevur tað aðru hvørja ferð verið soleiðis, at tað liðið, sum var fremst, tá ið øll liðini høvdu spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum, eisini vann FM Við aftur: Hørður Askham Ivasamir: Høgni Madsen (lær), Alex Mellemgaard (lærkriki) Ikki tøkir: Robert Heðin Brockie (knæskaði, langtíðarskaddur), Jákup á Borg (lærskaði), Hanus Thorleifsson (skurðviðgjørdur, 1-2 vikur) og Sebastian Pingel (knæ, 1-2 vikur) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (knæ, langtíðarskaddur), Fróði Benjaminsen (burturstaddur) Ivasmur: Rókur av Fløtum Jespersen (lærkriki) Ikki við: Hanus Jacobsen (Baklærskaði, ógreitt hvussu leingi) og Sølvi Vatnhamar (Leikbannaður, ov nógv gul kort) Við aftur: Hans Jørgen Djurhuus Ikki við: Jann Martin Mortensen (fipurspreinging, 1 vika), Einar Tróndargjógv (burtustaddur), Per Langgaard (leikbannaður), Andras Frederiksberg (lærkrikin, lantíðarskaddur) og Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Ikki við: Esmar Clementsen (Knæskaði), André Olsen Ivasamur: Evrard Blé (Smáskaddur) Við aftur: Niklas Poulsen (Eftir liðbandsskaða) LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 TAÐ KIKSAR AÐRU HVØRJA FERÐ Upptakt