týsdagur 10. mai 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54
tað eru aðrar tíðir, enn tá ið B68 var
upp á tað besta og vann trý FM –
tað síðsta fyri 24 árum síðani.
Setningurin hjá B68 er at stríð
ast fyri at sleppa upp um strik
una. Tann royndin verður gjørd
við nógvum ungum og óroyndum
toftamonnum. Eitt nú málverj
anum Ragnar Lindholm, Búa í
Hjøllum, Jógvan Ingvard Hansen,
Esmar
Clementsen,
Jóhannus
Hansen, Ari Johannesen, Otto R.
Petersen, Michal Przybylski og
Albert Róin Johannesen. Hesir eru
blaðungir og harvið ikki føddir, tá
ið B68 síðst var meistari.
Millum mótstøðumenninar hós
kvøldið er bara nýggi og sera evna
ríki vongverjin í vinstru, Jákup
Vatnhamar Olsen, undir 20 ár.
Tað eru altso royndir menn
við nógvum sigrum, sum fara úr
Sarpugerði og út á Svangaskarð,
har óroyndir og ungir dreingir
bíða.
KÍ søgan á Skála er ikki góð
SKÁLA - KÍ KÁRI J. Á HØVDANUM
hósdagin klokkan 18.00
Tað gongur væl í Klaksvík, har teir
royna ikki at hava ov høga sigar
føring og í staðin at hava fokus á
næstu avbjóðingini. Hon er stór, tí
tað hevur ofta hilnast illa á Skála.
Í fyrra árið tapti KÍ landskapp
ingardystin har úti 2-0, og í fjør gekk
tað syndarligt, tá ið EB/Streymur
hevði heimavøll á Skála, og úrslitið
var 4-4, eftir 4-1 KÍ leiðslu.
– Tað gongur rætta vegin, og tað
eru nógvir um boðið. Hýrurin er
góður undir venjing, men trupul
leikin er, at tað ikki eru stundir
at venja so nógv meiri enn at
hvíla og koma fyri eg, nú tað er so
stutt millum dystirnar, sigur Atli
Danielsen.
Stinni
miðverjin
Ahmed
Mujdragic verður ikki við næstu
ferðirnar. Hann sá beinleiðis reytt
sunnudagin og fær í minsta lagi
tveir og kanska tríggjar dagar fyri
tað. Frammanundan var hann
leikbannaður ímóti Skála, tí hann
hevði sæð gult fýra ferðir.
Skálamenn eru á aldukambinum
eftir stórsigur á TB og eftir at hava
spælt seg í hálvfinaluna í steypa
kappingini:
– Vit høvdu fult og heilt tak á tí í
Gundadali ímóti Giza Hoyvík, og vit
spældu okkum til fleiri aðrar møgu
leikar enn teir, sum bóru 2-1 sigurin
við sær, sigur Skála venjarin Pauli
Poulsen.
Meistararnir fara
haltandi út á Argir
AB - B36 ALEX TROLEIS
hósdagin klokkan 18.00
AB bíðar framvegis eftir fyrsta
sigrinum. Trygvi Mortensen er væl
nøgdur við spælið, men tað knípir
við málskjótingini:
– Tað gongur heilt víst rætta veg
in, og tað er positivt, at vit oftast
spæla okkum til møguleikar. Nú er
takið at fáa størri úrtøku, og fyrr í
ár taptu vit tepurt 2-1 í Gundadali
ímóti B36.
Í B36 var vónbrotið sera stórt
eftir steypatapið í Klaksvík.
– Persónlig mistøk kosta nógv.
Tað rakar meint, at fleiri stuðuls
spælarar framvegis eru skaddir. Vit
fara út á Argir við teimum, sum eru
tøkir, og teimum havi eg álit á, sigur
B36 venjarin Eyðun Klakstein.
Tað lekur illa hjá HB
TB - HB LARS MÜLLER
hósdagin klokkan 18.30
Tað er fyrst og fremst á heimavølli,
at vit skulu tryggja okkum sigrar
nar, sum kunnu lyfta okkum úr
støðuni, sum vit nú eru í. Tað hevur
TB venjarin Robert F. Roelofse aftur
og aftur sagt. Sambært hesum var
tað eftir bókini, tá ið tað eydnaðist
at vinna 2-1 við Stórá ímóti NSÍ.
Tætta dystarskráin fór illa við TB,
sum fýra dagar seinni varð avsmurt
5-1 á Skála.
Nú hava stundir verið at pjøssa
um og at koma fyri seg aftur. Klass
ikarin ímóti HB verður í annað
kvøld, og havnarmenninir eru
svangir, eftir at teir sunnudagin
mistu plássið í steypakappingini,
og teir hava tapt 3-2 ímóti B36 og
4-2 í Fuglafirði.
HB venjarin, Jan Dam, hevur
ikki mist svøvnin, hóast tíggju mál
eru farin ígjøgnum tríggjar tær
seinastu ferðirnar.
– Tað gongur upp, og tað gongur
niður. Vit hava alla tíðina sagt, at
vit arbeiða við at menna liðið við
fleiri ungu m spælarum. Einasti
máti at menna liðið er at geva
teimum høvi at royna seg ímóti eitt
nú Víkingi. Vit stóðu okkum væl,
eisini fysiskt, men teir vóru eitt vet
betri og kanska eisini hepnari, sigur
Jan Dam.
Fróði Benjaminsen er farin av
landinum í útbúgvingarørdinum,
og hann verður ikki við tær næstu
vikurnar.
joannes@sosialurin.fo
Ikki við:
Ahmed Mujdragic (Leikbann,
4 gul í landskappingini og
reytt í steypakappingini),
Semir Hadzibulic (Skaddur)
Ivasamur: Mayowa Oladele Alli
Ikki við:
Dánjal á Lakjuni
og Poul Nolsøe Mikkelsen
(Skaddir, báðir venja aftur)
Við aftur: Karl Løkin (fór út
við heilaskjálvta ímóti HB)
Ikki við:
Gert Drangastein
(slitið hælsinuna),
Andri Freyr Bjørnsson (knæið),
Gunnar Haraldsen (knæið),
Karstin Højgaard (fóturin)
og Árni Guldborg Nielsen
(ikki loyvi at spæla ímóti B36)
Ikki við:
Ndende (fýra gul, leikbann)
og Rógvi Joensen (skaddur,
møguliga klárur í vikuskiftinum)
Við aftur:
Fritleif í Lambanum
(eftir leikbann)
KÍ
ÍF
AB
TB
SKÁLA
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Besta deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
Víkingur
9
5
3
1
19
10
+9
18
2
KÍ
9
5
2
2
18
10
+8
17
3
B36
9
5
2
2
17
9
+8
17
4
HB
9
5
2
2
16
11
+5
17
5
NSÍ
9
5
0
4
22
13
+9
15
6
ÍF
9
4
2
3
16
21
-5
14
7
Skála
9
2
3
4
9
14
-5
9
8
TB
9
2
2
5
6
14
-8
8
9
AB
9
0
5
4
6
10
-4
5
10 B68
9
0
3
6
5
22
-17
3
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
AB - B36
Skála - KÍ
B68 - Víkingur
ÍF - NSÍ
TB - HB
KENDI TIPPARIN
Magni Arge
fólkatingslimur fyri Tjóðveldi
Kendi tipparin hesaferð:
Seinast tippaði fólkatingslimurin
hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale
Hann hevði tveir rættar av fimm, men sigast skal at hetta var enn
eitt torført umfar at tippa. Sjúrður Skaale tippaði: TB - NSÍ 2 (2-1),
HB - B36 X (2-3), Víkingur - KÍ x (0-2), AB - Skála 1 (0-0) og B68 - ÍF X (1-2)
Mynd: Álvur Haraldsen