hósdagur 12. mai 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
13. mai 2016
– Lyftisbrot og full ferð móti loysing. Aksel
Johannesen og Høgni Hoydal tiga og fjala
seg, og Poul Michelsen svingar taktstokkin.
Málið er at lata so nógv grús sum møguligt
niður í maskinuna hjá ríkisfelagsskapinum.
Løgtingið verður misbrúkt. Nýggjar rokn
ingar til føroyingar. Og full ferð móti loysing.
Lyftisbrotið hjá Javnaðarflokkinum er
ómetaligt, skrivar Edmund Joensen, løg
tingsmaður – í ikki so ókendum sambands
retorikki.
Víðgongd fólk hava ofta felags áhugamál
– líka mikið, um tey eru rúkandi ósamd. Tí
rennur saman millum til dømis sera aftur
haldssinnað sambandsfólk, sum Edmund,
og sera víðgongd loysingarfólk. Er søgan
ikki har, so skapa vit bara søguna.
Tí tað sum hevur størstan týdning av
øllum er, at broytingar eru av tí ónda – og at
vit halda lív í konfrontatiónini við danir.
Fyri tey loysingarvíðgongdu er tað altav
gerandi, at einki ber til. Tað má ikki rigga at
»spæla fólk í húsi« við at reka uttanríkispol
itikk í Føroyum. Og tað má fyri alt í verðini
ikki bera til hjá Føroyum at fáa limaskap í
til dømis OIC ella øðrum altjóða felagsskap
um. Tað mótprógvar, at »einki ber til«.
Hjá víðgongdu sambandsfólkunum er
tað sama galdandi. Bara við øvugtum for
tekni. Og hetta vilja so øll onnur, sambært
teimum, oyðileggja – serliga Javnaðarflokk
urin, sum eisini dyrgir eftir »samríkisatkvøð
um«. Alt er best í ríkisfelagsskapinum – vit
skulu enntá sleppa frá at betala skatt, tí tað
skulu onnur gera fyri okkum.
Og onnur, sum siga seg vilja ríkisfelags
skapin – til dømis Javnaðarflokkurin, tey
meina tað ikki í álvara sambært Sambands
flokkinum. Tí arbeiðir Aksel V. Johannesen
saman við Høgna Hoydal, trýstur av Poul
Michelsen, í myrkir um náttina fyri loysa
Føroyar úr ríkinum.
Seriøst Edmund???
Samgongan hevur eisini gjørt avtalu við
Kringvarpið um hetta, sambært Edmund
Joensen. Kringvarpsfólkini hava fingið
meira í løn, og Kringvarpið meira í kring
varpsgjaldi, afturfyri, at Kringvarpið einki
nevnir um loysingarætlanirnar hjá Akseli –
fyrr enn loysingin brádliga er her.
Man Edmund Joensen vilja takast í
álvara? Hetta er ein maður, sum hevur verið
28 ár í politikki, sum sigur hetta.
Jú, sanniliga er politikkur løgin.
Men mest løgið er, hvat pol
itikarar halda seg kunna
billa fólki inn...
Fríggjamorgunin vóru fýra
starvsdagar hátíðarhildnir á
Tannlæknastovuni í Havn.
Brynhild Zachariassen og
Maria Simonsen høvdu 20
ára starvsdag, Annika Thors
vig og Helga Rúnadóttir
Øster hildu 10 ára starvsdag.
Borgarstjórin segði nøkur
orð við morgunmatarboðið
um tær fýra. Brynhild
byrjaði í starvi hjá Hans
Olaf Hansen, tannlækna í
Klaksvík, og seinni avloysti
hon tann so kenda Erling Simonsen. Síðan
varð hon sett í avloysarastarv fyri Sigrid, sum
var tannlæknastjóri í farloyvi. og eftir tað varð
hon sett í fast starv.
Síðani oktober 2011 hevur Brynhild eftir
áheitan frá Landssjúkrahúsinum og Tann
læknafelagnum starvast á Landssjúkrahúsi
num mánadagar. Her tekur hon sær av teim
børnum, ið ikki megna at fáa vanliga tann
læknaviðgerð, men noyðast at verða burtur
doyvd.
Maria Simonsen byrjaði í 1996. Tá Maria
sum 26 ára gomul byrjaði í vardum starvi í
barnatannrøktini, so var hetta helst ein av
teim fyrstu av slíkum, ið Almannastovan
játtaði.
Hon bleiv ein ordans fongur hjá Tann
læknastovuni. Millum annað stýrir hon í stór
an mun floksundirvísingi í tannrøkt.
Annika Thorsvig byrjaði sum klinikkass
istentur á Tannlæknastovuni. Hon hevði
útbúgving sum klinikkassistentur frá Jakku
Heinesen, tannlækna, har hon var liðug við
útbúgvingina í 1992.
Anniku kenna tey flestu frá móttøkuni, har
viðskiftafólkini altíð føla seg vælkomnan altíð
verða móttikin við einum blídligum smíli. Hon
er eisini teldukøni KT-superbrúkarin á Tann
læknastovuni.
Helga Rúnadóttir Øster er klinikkassi
stentur í barnatannrøktini. Hon er útbúgvin
klinikkassistent úr Aalborg kommunalu tann
røkt í 1998. Hon starvaðist síðani í tannrøktini
í Aalborg í 9 mdr áðrenn nøsin aftur varð vend
móti heimlandinum.
Dagliga arbeiðið hjá Helgu í tannrøktini er
rættuliga víttfevnandi. Hon hevur leingi tikið
sær av klinikkin í Kollafirði, og nú tannheilsan
í Kollafirði er vorðin so góð, so starvast hon
eisini á klinikkini á Argjahamri.
Forkvinnan
í løgtingsins
mentanar
nevnd sóknast
eftir gløggum
føroyingum
– Nú hoyra vit
aftur ein danskan
Eurovison serfrøð
ing hjá DR greiða
frá hesum tiltaki í KVF.
Tað gjørdu vit eisini í tíðindasendingini
klokkan 18 í gjár, og tá hoyrdu vit eisini í somu
sending ein danskara greiða frá um Donald
Trump og hansara møguleikar at vinna
amerikanska forsetavalið.
– Eg má siga sum Birgir Kruse: »Dagsins
danskari« er á skrá, nú klokkan var 9.15 hendan
hósmorgun. Men munnu vit ikki eiga bæði
eina og tvær ella ein og tveir, sum kunnu greiða
gjølliga frá um bæði europeisku songkapping
ina og um gongdina fram ímóti amerikanska
forsetavalinum á móðurmálinum – à propos
dentin tær báðar Bjørg
hild og Anna løgdu á
føroyskt mál í sam
bandi við prátið um
bókaútgávuna fyrr í
morgun?
Hanna Jensen á Facebook
Politikkur er løgin og ikki altíð seriøsur
Dagsins danskari
Kringvarpið
Les eisini blaðið
á telefonini
Vælferðarsamfel
agið er forsyrgj
arin, ið setur krøv
Ruth Vang
Tíðargrein síða 26-27
Tjóðsálmurin
og bíbillógin
Høgni Djurhuus
síða 40
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Tannrøktin í havn
Fýra rundir starvsdagar
Visti tú?
Edmund Joensen er
valdur á ting 8 ferðir
síðani 1988 og 3
ferðir á fólkating