Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 17 Politiska handalagið hjá samgonguni Við at hyggja aftur á fyrstu vikur­ nar sæst væl, at talan er um eina óroynda samgongu við einari leiðslu, sum ikki raðfesti samskifti nóg høgtIkki bert fór átta tey mest royndu tingfólkini úr tinginum í lands­stýrið, men samstundis komu nýggju onnur inn at manna Løg­ tingið. Og tað er lætt at skilja, tá ið vit fingu eitt skifti sum hesaferð, at andstøða bleiv samgonga og sam­ gonga andstøða, at tey, sum tóku við valdinum hildu, at tye vistu hvat tey gjørdu. Samstarvið í andstøðuni rigg­aði hampuliga væl í seinasta val­skeið­ num, so Poul Michelsen, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen vistu helst, hvar teir høvdu hvønn annan. Tað sum teir gloymdu vóru nýggju fólkini, sum sjálvandi ikki høvdu somu vitan, tá ið tey nýggj komu á ting. Vitandi, at tað ikki eru tey nýggju fólkini, sum skipa samgonguna, so fingu hesi heldur ikki allar smá­ lutir at vita, tá ið leiðararnir við nærmastu ráðgevarunum bryggj­ aðu samgonguskjalið saman og fingu eitt felags forstáilsi av, hvat orðini á pappírinum søgdu. Tí eitt er at skriva ein setning í eitt samgonuskjal. Eitt annað er semjan um, hvussu orðini skulu tulkast. Tær fyrstu vikurnar, meðan nýggju landsstýrisfólkini høvdu úr at gera við at seta seg í máls­økini og biks­ast við fyrstu fíggj­ar­lógina, vóru tað mong av teimum nýggju í Løg­ting­inum, sum av álvara kendu seg slept uppá fjall. Tey fingu ikki nóg mikið at vita og smgonguleiðslan tók sær ikki tíð til at greiða frá niður i smálutir hvat hendi. Hyggja vit samstundis at and­støðuni, sum í stóran mun eru roynd tingfolk við bæði parla­ mentar­iskum og ráð­harra­royndum erfar­ingum, so kundi tað ikki vera lætt hjá nýggju tingfólkunum í ting­sal­inum og í nevndunumm. Men sum fráleið skilti sam­ gongu­leiðslan, at neyðugt er at taka øll við, skal ein slík samgonga við 16 tinglimum klára seg. Henni verður ikki langt lív lagað um so er, at ikki øll hava sama ára­ lag. Seinastu mánaðirnar nu áðrenn tingið fór í summarfrí vísti tað seg, at samgongan stendur sterk, tí fleiri mál vóru atkvødd gjøgnum ting­ið við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti. Samgongan fekk eina ringa byrjan í september og í oktober Við hvørt sæst væl,a t samgongan ikki hevur samskift nóg væl um, hvat skal henda við málum, sum landsstýrisfólk leggja fram. Spurnbingurin um miðlastuðul hevur mangan verið uppi at venda og aftur í hesi samgonguni. Miðlastuðulin var ein partur av umleggingini av kring­varps­gjald­ inum. Ætlanin var tí eisini at veita privatum miðlum ein stuðul. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, legði uppskotið fram, men sam­ gongufólk tóku ikki undir við tí og súltaðu tað í mentunnarnevndini, so tað nú er fallið burtur. Eitt annað mál – kommunala val­ lógin – var eisini løgd fram. Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum kom við tí í tingið, men har vakti tað mótstøðu. Uppskotið kom so seint, at rættarnevndini súltaði málið. Sama landsstýriskvinna ætlaði eisini, at tað skal bera til at selja el fyri ymiskan prís – alt eftir nær og til hvat hann verður latin. Hetta málið var eisini steðgað, tí at umsitingin gjørdi vart við, at allir borgarar skulu kunna keypa el fyri sama prís. Eitt annað mál, sum Nýtt Sjálv­ stýri eftir avtalu við samgonguna, legði fram var um elbilar. Eisini tað málið er súltað og fall so­statt burtur. Hetta eru dømir u hvussu tor­ ført tað er at arbeiða í politikki. Ein­stakir fótfeilir ella skeivar út­ sagnir kunnu gera, at mál ikki koma gjøgnum tingið sum ætlað. Ofta er hetta manglandi polit­ iskt handverk – ella ov ringt sam­ skifti. ARNIG@SOSIALURIN.FO Kjakið dult handan stongdar dyr Gjøgnumskygni og opið kjak var ofta nevnt, tá ið núverandi samgonga mannaði andstøðusessirnar í Løgtinginum Men hendan samgongan stendur onki aftanfyri nakran annan, tá ið tað snýr seg um at flyta álvars­ ligu kjakini úr almenna rúminum inn í bólkar, sum frammanundan fáa at vita, at onki má leka al­ ment út. Bólkurin, sum arbeiðir við størsta málinum, nýskipan av fiski­vinnuskipanini, fekk longu fyrsta dagin at vita, at onki mátti leka út í tíðarskeiðnum, bólkurin arbeiðir. Sama er galdandi fyri teir báð­ar fylgibólkarnar, sum arbeiða við sama málið. Og sigast má, at bólk­arnir hava duga at halda tætt við tí, sum kjakast verð­ ur um. Fiskivinnunýskipanin er í veru­leikanum har samgongan ger umfordeilingina av virðunum í føroyska samfelagnum, so tað átti at veri upplagt, at hetta var til kjak millum allar føroyingar. Tað vísir seg tó, at politiska skipanin er ikki sterkari enn so, at hon ikki orkar at hava eitt alment kjak gangandi með­an arbeitt verður, men vil heldur bíða til semja er gjørd ella til arbeiðsbólkurin er liðugr og hevur latið lands­stýris­mann­ inum álit. Opinleiki um hvør ávirkar arbeiðsbólkin og gjøgnumskygni í argumentatiónin er partur av fólkaræðinum, men sjálvandi er tað politiska valdið, sum tekur av­gerðina. Sama dulda og afturlatna ger seg galdandi í pensjónsbólkinum. Har er eisini semja um onki at siga fyrr enn arbeiðið er komið longri enn nú. Eisini her er talan um eitt mál, sum rakar allar núlivandi før­oy­ingar. Eitt sindur bakvent, at hetta ikki kann vera partur av al­menna kjakinum. Stóri arbeiðsbólkurin, sum skal skipa fyri í heilsuverkinum, letur heldur onki koma út um, hvat kjakast verður um. Samanumtikið má sigast, at hendan samgongan hevur sett fleiri arbeiðir í gongd, men hon hevur valt at hetta skal fara fram handan afturlatnar dyr og har­ við halda almenningin burtur úr kjakinum og forða gjøgnum­ skygni. ARNIG@SOSIALURIN.FO Súltað mál og lítið samstarv UMFORDEILING AV VIRÐUM MIÐLASTUÐUL & VALLÓG SAMSTARV Hvussu støðan er við politiska handverkinum í samgonguni, er sum nevnt ivasamt 3 3 Rigmor Dam, legði upp­ skotið um miðlastuðul fram MYND: ÁLVUR HARALDSEN Samgongan hevur valt at halda almenningin burtur úr kjakinum og forða gjøgnumskygni SAVNSMYND