hósdagur 12. mai 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016
SOSIALURIN 55
16
TEMA Fyrsta tingsetan
ÁRNI GREGERSEN
N
ývalda tingkvinnan fyri
Javnaðarflokkin, Sonja
Jógvansdóttir, boðaði
floksformanni sínum
og samgonguleiðaranum, Aksel V.
Johannesen, frá, at hon ikki longur
var partur av Javnaðarflokkinum.
Hon legði kortini afturat, at hon
framvegis fór at stuðla samgong
uni og taka undir við tí politikki,
sum var settur út í kortið í sam
gonguskjalinum.
Boðini frá løgtingskvinnuni,
sum var vald við 1021 persónligum
atkvøðum, loyptu hvøkk á sam
gongufólk. Tey ivaðust í, hvat fór
at henda við samgonguni og serliga
tey eykafólkini, sum høvdu fingið
boð um,a tey skuldu í Løtingið í
staðin fyri landsstýrisfólkini vóru
ivasom.
Men Sonja Jógvansdóttir gjørdi
skjótt greitt, at hon á ongan hátt
ætlaði at venda samgonguni bakið.
Hon hevði bert tikið seg úr Javn
aðarflokkinum. Síðani tá hevur
Sonja Jógvansdóttir arbeitt sum
uttanflokkatinglimur. Hon hevur
stuðlað samgonguni fult út.
Hon stóð saman við trimum
øðrum tingkvinnum aftanfyri
uppskotið um broyutingarnar í
hjúnabandslógini og hon hevur
eisini fingið fleiri uppskot á sosiala
økinum samtykt í tinginum. Nógv
undrast á, at javnaðarflokkurin
hevur tikið undir við hesum upp
skotum, sum beinleiðis eru partar
av málsøkinum hjá Eyðgunn
Samuelsen, landsstýriskvinnu.
Vanliga vera slík uppskot ikki
sett fram í einari samgongu utttan
so, at tð er landsstýriskvinnan, sum
ger tað, men í hesum føri er tað
tingkvinna uttanfyri samgonguna,
sum setir uppskotini fram.
Tað sum undrar er, at sam
gongan hevur atkvøtt fyri hesum
málum, men kanska er tað prísurin
fyri, at uttanflokka tingkvinnan
er parlamentariska grundarlagið
undir samgonguni.
Samgongan
ikki fullmannað
Bíða leingi eftir
hjálpini til børnini
Ósemja og ringt áralag í Javnaðarflokkinum
Samgongan hevur hildið væl saman síðan hon var skipað og nógv
mál eru samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti
Tað sær út til at bera til í and
støðu, men so skjótt arbeiðast
skal við einum máli, so tekur tað
tíð og kostar pengar.
Á sumri í fjørleikaði táver
andi andstøðan í og vildi hava,
atd landið skuldi lata pening til
familjur í fátækraváða, so tær
høvdu pening til børnini.
Tá var onki sum forðaði fyri,
at hetta var sett í verk beinan
vegin. Uppskotið fall tó, men er
tikið framaftur og var einmælt
samtykt av Løgtinginum 22.
desember.
Men í vikuni er lógin farin
at virka og vit eru komin út á
várið 2016.
Orsøkin er, at tað er sera
torført at broyta tær almennu
skipanirnar, sum skulu umsita
hesa skipanina.
Eitt annað lógaruppskot var
eisini samtykt. Tað skal geva
barnafamiljum ein barnabeina.
Málið var samtykt fyri jól, men
fer neyvan at virka fyrr enn 1.
januar komandi ár.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
MISTI PARLAMETARISKA MEIRLUTAN
BROTASJÓGVAR
FÁTÆKRAVÁÐI
Longu frá fyrsta degi, tá ið samgongan
skuldi fara til arbeiðis, hevði hon mist sín
parlametariska meirluta í Løgtinginum
Tá ið atkvøðutalið sær soleiðis út,
so er tað tí øll samgongan hevur
atkvøtt fyri eins og Sonja Jógvans
dóttir og øll andstøðan hevur
atkvøtt ímóti.
Men hóast tað til endans hevur
gingið samgongunar veg, so hava
snávignarsteinar veirð á vegnum
og viðhvørt hevur tað sæð út til, at
brotasjógvarnir hava verið heldur
ógvusligir í Javnaðarflokkinum.
Kristin Michelsen er borgar
stjóri á Tvøroyri og samstundis
tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Saman við honum kom hann í
fokus, tá ið uppskotið um roynd
aruppboðssøluna va lagt fram í
desember. Fleiri ferðir var hann
lagdur undir ikki at fara at taka
undir við uppskotinum, tí at stóra
uppsjóvarfelagið Varðin hevur
uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á
Tvøroyri og uppboðssøla hóvar
generelt ikki vinnuni.
Formaðurin í vinnunevndini,
Bjarni Hammer, er eisinni av
Tvøroyri. Eisini hann var lagdur
undir ikki at fara at taka undir
við uppskotinum um royndar
uppboðssølu.
Málið kom heldur ikki úr
vinnunevndini undan jólum, sum
ætlanin var, men tá ið samanum
kom vóru tað ikki Suðuroyar-
tingmennirnir, sum hildu aftur.
Tað vóru hinvegin andstøðu
tingmennirnir, sum sótu við meir
lutanum í vinnunevndini, sum
forðau fyri at málið kom aftur úr
nevndini fyrr enn í vár.
Kristin Michelsen var eisini
ein av teimum, sum tey ikki
væntaðu fór at taka undir við
uppskotinum um broytingarnar
í hjúnabandslógini. Saman við
Heðin Mortensen, borgarstjóra í
Havn, helt hann til tað seinasta
tingfólk á pínubeinkinum, áðrenn
hann endiliga atkvøddi ja fyri upp
skotinum.
Talan var ikki um eitt sam
gongumál, men hóast tað, so fekk
formaðurin í Jvnaðarflokkinum
stórar trupulleikar.
Brølarin er helst, at formaðurin
ikki undan atkvøðugreiðslunum
hevði tryggjað sær, at hansara
flokslimir tóku undir við upp
skotunum.
Kristin Michelsen segði ferð
eftir ferð, at hann á ongan hátt
fór at gera ímóti tí, sum stendur
í samgonguskjalinum.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Onki er lætt at broyta í samfelagsskipanini í dag
SNÁVINGARSTEINAR
Politiska handverkið
Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri
og tingmaður fyri
Javnaðarflokkin
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
SAVNSMYND