Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 15 KT og banka­ skipanir heimaftur Sjúkrahúsini Yvirtøka ein partur av politikkinum Tað var mikil rokan, tá ið peningastovnarnir søgdu farvæl við Elektron og fluttu heimabanka og aðrar KT- skipanir av landinum, til eitt tá dansk felag at umsita Núverandi samgonga, sum tá var andstøða, leikaði í og segði, at hetta mátti steðgast, tí so føl­ samar persónligar upplýs­ingar eiga at goymast heima á landi. Kortini hendi onki og skip­anir eru nú grundfestar í út­lendsk­um skipanum. Herfyri kom fram, at sam­ gong­an er farin undir at kanna møguleikarnar at fáa hes­ar skipanir heimaftur til Føroya og at málið nú er lagt undir lands­ stýris­mannin við vinnu­málum. Um skipanirnar koma heim­ aftur er onki frætt um enn, men nú verða kanningar gjørdar. Landsstýrið hevur eisini sam­tykt og sett pening av til at menna eina almenna KT skipan í Føroyum, sum millum annað skal gera samskifti millum borgaran og myndugleikarnar lættari. Fyri at gera forkannignar til hetta arbeiðið, hava almennu Før­oy­ar sett 10 milljónir krón­ ur av í ár, umframt at peninga­ stovn­arnir koma við nøkrum milljónum. Talan er um eina ætlan, sum røkkur yvir árini 2017 til 2020, men tað ber illa til at gera neyvar kostnaðar­metingar fyrr enn for­ kanningarnar eru gjørdar. Eitt annað mál, sum hendan sam­gongan lovaði, var at komu tey framat, so verður Lands­bank­ in endurstovnaður. Hetta arbeiðið er í gongd. ARNIG@SOSIALURIN.FO Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, umsitur hetta økið og teir fyrstu fundirnir hava verið mill­um før­ oysk­ar og danskar umboðs­menn um hetta økið. Í avtaluni við danir stendur, at føroyingar skulu hava yvirtikið familju- og arvarættin í seinasta lagi á ólavsøku 2018. Samstundis sum hetta er sett út í kortið, so hava vit við samtyktini av uppskotinum um broytingarnar í hjúnabandslógini, heitt á danskar myndugleikar um at gera hetta, stutt áðrenn vit sjálvi yvirtaka máls­økið. Eitt annað mál verður eis­ini ar­beitt við at yvirtaka. Tað er før­oyska loftrúmið. Á árs­fund­ inum hjá Framsókn fyri ein­ari viku síðani, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður við loft­ferðslu­ mál­um, at tað verður ar­beitt við yvir­tøkuni og at tað ar­beiðið gong­ur væl. Kanningar áður hava víst, at ein yvirtøka av loft­rúm­inum fer at kassta pening av sær, men at tað eisini krevur arbeiðs­orku. Tal­ an er um arbeiðsorku við ser­lig­ um útbúgvingum á høgum støði – altso útbúgvingar, sum vit ann­ ars ikki brúka í Føroyum. Landsstýrismaðurin við uttan­ ríkis­málum heldur eisini, at Føroy­ ar eiga at gera eina nýggja av­talu við Danmark, sum tek­ur burt­ur uttanríkispolitisku heimild­ar­lóg­ ina og ger aðra avtalu í staðin fyri. HEILSUMÁL FAMILJU- OG ARVARÆTTUR KT-SKIPAN Broytingarnar í hjúnabandslógini eru komnar ígjøgnum í Løgtinginum, men ætlanin hjá hesi samgonguni er annars at yvirtaka familju- og arvarættin frá dønum Landsstýriskvinnan við heilsu­mál­ um, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, vil vegna landsstýrið hava eina vitan um, hvat fakfólk halda um hesi trý sjúkrahúsini og hvussu tey best kunnu brúkast. Hetta er eisini eitt gamalt mál, sum mangan hevur verið kjakaast um. Talan hevur av og verið um at lata annað av teimum smærru sjúkra­húsunum aftur, men so langt er tað kortini ikki komið enn. Sitandi landsstýriskvinnan hevur ikki sett út í kortið, at sjúkra­ hús skulu niðurleggjast, men vil hava at vita frá einum stórum bólki – 38 fólk – hvussu tey halda, vit fáa mest burturúr sjúkrahúsunum. Nógv er broytt við samferðslu seinnu árini, sum broytir for­treyt­ ir­nar fyri at hava trý sjúkrahús. Tí er ætlanin at skipa sjúkrahúsverkið á ein annan hátt, so mest fæst burtur­úr einstøku støðunum. Ótaldar ferðir hava vit hoyrt talan um, at sokallaðar »dupult­ funktiónir« skulu fáast burtur. Fyri stuttum er føðideildin á sjúkra­ húsinum á Tvøroyri latin aftur og soeiðis mugu allar barna­konur til Havnar at eiga. Stóri bólkurin, sum altso ger eina menningarætlan fyri sjúkra­húsverkið, skal koma við ein­um upp­skoti um heta undan ólav­søk­uni komandi. Í Føroyum eru trý sjúkrahús: Landssjúkra­ húsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkra­hús. Hvussu skulu vit brúka tey? Framhald á næstu síðu Sam­gong­an er farin undir at kanna møguleikarnar at fáa KT og bankaskipanirnar heimaftur til Føroya 2 3 SAVNSMYND SAVNSMYND