Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 14 TEMA Fyrsta tingsetan ÁRNI GREGERSEN M en hon hevur stungið út í kortið og sett ar­ beiðsbólkar at fyri­ reika tey stóru mál­ ini, sum skulu gjøgnumførast í hes­um fýra ára valskeiðnum. Eitt høvuðsmál, sum er knýtt at høvuðsmálinum hjá samgonguni – at býta samfelagsvirðini øðrvísi – er at nýskipa fiskivinnuna. Hetta er eitt mál, sum skal loys­ ast, tí eftir núgaldandi lóg, so fella øll fiskiloyvir aftur til landið, tá ið 2017 er komið at enda. Høgni Hoydal, lands­stýris­ maður, hevur ábyrgdina av fiski­ vinnu­málum og hann hevur sett ar­beiðið í gongd. Ein bólkur mannaður við níggju serfrøðingum, skal eftir einum arbeiðssetningi koma við einum uppskoti til, hvussu fiskivinan verður skipað í framtíðini. Bólkurin skal longu vera liðugur við sítt arbeiðið á ólavsøkiu, so polit­isku samráðingarnar um fiski­vinnuna kunnu byrja, so skjótt ting­ið er sett á ólavsøku. Johnny í Grótinum, sjúkra­hús­ stjóri og búskaparfrøåðingur, er for­maður í bólkinum, men nógvar upp­gávur eru eisini lagdar á Hans Ellefsen, næstformann í bólkinum. Umframt hendan bólkin eru settir teir fylgibólkar – ein frá polit­isku skipanini og ein sum um­boðar vinnuna. Í setninginum, sum bólkurin hev­ur fingið, stendur millum ann­að, at farast skal frá ein­ari út­lut­ingar­skipan til eina markn­ aðar­til­gongd av fiskirætt­ind­ unum. Hetta vil siga, at tað skal vera vinnan sjálv, sum bjóðar seg fram at fiska tann fisk, føroyingar eiga rætt til og so gjalda fyri hesi rætt­indi. Hetta er helst størsta av­bjóð­ ingin hjá hesi samgonguni, tí mótstøðan móti einari upp­boðs­ sølu av fiskirættindumm er ómeta­ liga stór í vinnuni. Sum lýst aðrastaðni, so var tað stórsigur hjá smølu sam­gong­uni, tá ið tað eftir drúgva tíð eydn­að­ ist at fáa samtykt eina royndar­ upp­boðs­sølu, sum lands­stýris­ maðurin arbeiðir við at fáa at virka. ARNIG@SOSIALURIN.FO HETTA ÆTLA TEY Nýggj fiskivinnu­skipan á nýggjárinum 2018 Pensjónin er eitt tungt mál Búskaparráðið hevur sveiggjað pískin yvir politisku skipanini. Ráðið sigur, at haldføri í føroyska búskapinum er ikki nóg gott og um eini 20-30 ár fara pengar at mangla í PENSJÓN FISKIVINNUSKIPAN Samgongan, sum hevur sitið við valdinum síðani hálvan september í fjør, hevur sjálvandi ikki enn loyst alt, sum hon setti sær fyri í samgonguskjalinum Demografiin – ella aldursaman­ setingin av føroyingum – verð­ ur broytt so nógv komandi ár­ini, at vit verða alt færri á ar­beiðs­ marknaðinum, men fleiri eldri, sum skulu hava pensjón. Búskaparráðið hevur gjørt vart við hesi viðurskifti og sagt, at skal hetta ikki enda galið, so skal arbeiðast við einari loysn nú. Og tá ið tað í hesum sambandi verður tosað um pensjón, so er tað pen­sjónin hesi 20-30 árini frammi ítíðini, tosað verður um. Lands­stýriskvinna við al­manna­ málum, Eyðgunn Samuel­sen, hev­ ur sett ein nýggjan bólk við um­ boð­um fyri allar flokkar, at gera eina pensjóinsnýskipan. Bólkurin hevur arbeitt tað mesta árinum, burtursæð frá í apríl. Nú eru fundir aftur og næsti fund­urin verður um 10 dagar. Fleiri spurningar eru, sum semja skal fáast um. Tað er hvør skal gjalda inn til pensjónina – einstaki borgarin ella vinnan skal tað gjaldast inn til eina sam­ halds­fasta skipan, ella skal hvør einstakur gjalda inn á egna konto? Landsstýriskvinnan sigur, at hon ætlar at hetta arbeiðið skal vera liðugt áðrenn summarfrítíðin byrjar, so uppskotini til lógina kunnu gerast klár beint eftir ólav­ søku. MYND: ÁLVUR HARALDSEN MYND: ÁLVUR HARALDSEN