Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 13 BURTURÚR Meir pening úr Samhaldsfasta Gevur eyka lætta Skattalætta til lág- og meðallønt Í langtíðarætlanini hjá hesi sam­ gongonu er ein umleggingin av allari pensjónsskipanini í Føroyum Samgongan, sum tók við hálvan september, segði, at tey lág- og meðalløntu áttu at fáa ein skattalætta Kringvarp og kringvarpsgjald hevur gjøgnum árini verið ein trupulleiki, politiska valdið hevur noyðst at fyrihalda seg til Tí koma tað eitt sindur óvart á nógv, tá ið skotið var upp í sein­astu ting­setu, at skattafría grund­upp­ hæddin í fólkapensjónini skuldi lækka. Hetta kom óvart, bæði tí at hetta kom frá einari samgongu við Javnaðarflokkinum í, og tí at allir flokkar samstundis vóru bodnir at lutttaka í pensjónsbólkinum, sum arbeiðir við at tilevna eina nýggja pensjónsskipan. Men hóast skattafrí grund­upp­ hjæddin lækkar nógv, so var ikki ætlanin, at pensjonistarnir skulu hava minni útgoldið. Talan var bara um eitt annað slag av pengum, sum liggja uttanfyri lands­kassan í Samhaldsfasta Eftir­ lønar­grunninum. Landsstýrið kann ikki avgera, hvussu nógv grunnurin skal gjalda út til pensjonistar, men hinvegin so kann Løgtingið lættliga áseta inn­gjaldið og so ber til at trýsta grunnin at útgjalda meira. Og tað var júst tað sum hendi. Løgtingið samtykti at hækka inn­ gjaldið í Samhaldsfasta og so fór lands­stýrið í samnráðingar við nevndina í Samhaldsfasta um at hækka útgjaldið. Semja fekst í lag um hetta og tað endaði við, at útgjaldið úr Sam­haldsfasta hækkaði, so tað sam­svaraði nøkulunda við tað, sum skattafría grundupphæddin í fólka­pensjónini lækkaði. ARNIG@SOSIALURIN.FO Hetta kom eftir at fráfarandi sam­ gongan hevði givið føroyingum flatskattin. Flokkarnir, sum manna nýggju samgonguna eru samdir um, at tað ikki er rætt, at bara tey við hægru lønunum fingu ein skattalætta. Undan valinum var tað eis­ ini soleiðis, at teir flokk­ar­nir, sumhøvdu mannað ta sam­ gonguna, eisini hildu, at lægru inn­tøkurnar nú eisini skuldu merkja skattalættan. So sjálvt um fíggjarnevndin undir viðgerðini ikki var samd um, hvussu skattalættin til lægru og miðalinntøkurnar skuldu veitast, so var ongantíð ósemja um, at ein lætti skuldi veitast. Tað vísti seg eisini undir at­kvøðu­greiðslunum at stórur meirluti á tingi tók undir við hes­um og 31 atkvøður vóru fyri, tá ið málið endaliga var samtykt. Ein uppgerð vísir, at øll, sum fáa minni enn 35.000 krónur um mánaðin sleppa eitt sindur bíligari. Í viðmerkingunum til lógar­ uppskotið var sagt, at hesin skattalættin fer at kosta lands­ kass­anum einar 137 milljónir krónur. Fíggjar­mála­ráðið segði eisini í einum fylgi­skjali, at allar inn­tøkur millum 65.000 krónur og eina hálva milljón í ársinntøku fáa ein skatta­lætta við hes­um broyt­ing­unum. ARNIG@SOSIALURIN.FO UMLAGDUR SKATTUR KRINGVARPSGJALD PENSJÓNSSKIPAN Sama er, tá ið tað snýr seg un handils­lýsingar í almenna kring­ varp­inum. Samgongan setti sær fyri at loysa hetta mál og fyribils er tað gjørt soleiðis, at sjálvt kring­ varpsg­jaldið nú verður gold­ið um skattin í staðin fyri, sum eitt ser­ stakt gjald. Fyri ung og pen­sjonist­ ar er gjaldið eisini lækka nógv. Hvør pensjonistur skal nú gjalda 50 krónur um mánaðin – ella 600 krónur um árið. Verður hugsað, at tveir pensionistar búgva saman, so er gjaldið 1200 krónur um árið. Í mun til gjaldið, sum var, so er talan um eina lækking uppá 2.400 krónur fyri tveir pensjonistar ella tvey ung. Fólk yvir 24 ár og upp til pen­sjónsaldur skulu eftir nýggju lógini gjalda 150 krónur um mánaðin hvør. Tað vil siga, at nú er talan um eitt gjald fyri hvønn einstakan persón – heldur enn fyri eitt húsarhald. Nýggja lógin ger, at lýsingar í útvarpinum ikki eru av handils­ ligum slag og at peningurin fyri kommersiellar lýsingar í sjón­varp­ inum fara í landskassan í staðin fyri í kringvarpskassan. Tilsamans er mett, at um­legg­ ing­in fer at geva KVF slakar 63 milljón­ur krónur í ár. ARNIG@SOSIALURIN.FO Framhald á næstu síðu Landsstýrið kann ikki av­gera, hvussu nógv grunnurin skal gjalda út til pen­sjonist­ar, men hin­vegin so kann Løgtingið lætt­liga áseta inn­gjaldið 1 3 SAVNSMYND