Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 12 TEMA Fyrsta tingsetan HETTA KOM Í september í fjør tók nýggja samgongan við. Samgongan verður myndað av Javn­aðar­flokkinum, Tjóðveldi og Framsókn Samgongan hevur sett sær mál, sum hon ætlar at fremja og longu undir valstríðnum boðaðu flokkarnir frá, at komu teir í Tinganes, so skuldi býtið av virðunum í samfelagnum broytast. Amboðini til hesar broytingar eru avgjøld og skattir. Vit greiða nærri frá hvat er komið burturúr, ætlanir og politiska handverkið... Ikki lætt at fáa uppskotið ígjøgnum Endaði sum eitt samgongumál Tað var ikki lætt at fáa uppskotið um royndar­ uppboðssøluna ígjøgnum í Løgtinginum Tað var ongatíð ætlanin, at broytingarnar í hjúnabandslógini, sum geva samkyndum rætt at giftast, skuldi enda sum eitt samgongumál Longu nú eru broytingarnar framdar á ávísum økjum. Størsta politiska broytingin er, at ein partur av fiski­rætt­ind­ unum, sum føroyingar eiga, nú verða seld á einari royndar­upp­ boðssølu. Tað var ikki lætt at fáa upp­ skotið um royndar­upp­boðs­ søluna ígjøgnum í Løgtinginum. Málið lág í drúgva tíð í vinnu­ nevnd­ini, tí meirlutin í vinnu­ nevndini vildi hava, at um­sit­ ing­in í Løgtinginum kom við einum uppriti, sum svaraði uppá um vandi er fyri, at tey sum missa rættindi fara at reisa endur­gjalds­krav móti almennu Føroyum. At enda kom uppskotið við áliti aftur í tingið við nøkr­um smærri broytingum, men tað stutta av tí langa var, at lands­ stýris­maðurin við fiski­vinnu­ málum, nú hevur heimild at skipa fyri einari royndar­upp­ boðs­sølu. Kunngerðin um hvussu hetta verður gjørt er ikki al­manna­ kunngjørd enn, men rætturin at fiska 3000 tons av botnfiski í Barentshavinum verður seldur um­framt rætturin at veiða nak­ að av makreli, norðhavssild og makreli. Men tað gjørdi tað. Tá ið málið fekk enda­ligu 3. viðgerð og sjálvt undir 2. við­ gerð kom fram, at her var talan um eitt etiskt mál, sum sam­stund­ is var vorðið eitt sam­ gongu­mál. Í samgonguskjalinum stendur, at etisk mál ikki eru samgongumál. Í slíkum málum stend­ur tað ting­fólk­um í sam­gong­ uni frítt at at­kvøða eftir egnari sannføring. Soleiðis var tað eis­ ini upp­runa­liga, tá ið fýra tingkvinnur, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen, Javn­aðar­flokk­urin, Hanna Jensen, Fram­sókn, og Sonja Jógvansdóttir, uttan­flokka, løgdu uppskotið um broyt­ing­ar­nar fram. Men tað vísti seg undir við­ gerð­ini, at her var talan um eitt sam­gongu­mál, sum doyin var lagd­ur á at fáa samtykt. Málið var eina­ferð sent aftur í nevnd, tí ting­ið mangl­aði svar uppá nakrar spurn­ing­ar, men forkvinnan í trivn­aðar­nevndini, Katrin Kallsberg,Tjóðveldi, gjørdi hvat hon kundi fyri at finna semju. Men serliga var tað Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, sum skapti iva um, um tað fór at eydn­ast at bera málið gjøgnum ting­ið. Hann var – sum ofta verður sagt í politikki – bukaður uppá pláss og at­kvøddi fyri málinum. Sama gjørdu sambandstingmennirnir Edmund Joensen og Magni Laksafoss. ARNIG@SOSIALURIN.FO LAGT TIL RÆTTIS: ÁRNI GREGERSEN ROYNDARUPPBOÐSSØLA Makrelur HJÚNABANDSLÓGIN SAVNSMYND