Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 20 Skilir óttan Tá vit hoyra um og síggja yvir­ gangs­atsóknir í Evropa, gerst ein sjálv­andi eisini óttafullur um sítt sam­felag. Men orðaskiftið í miðl­ unum stimbrar fordómar, sum reingja veruleikan. Ugur vil vera við, at hetta er ein stórur trupul­ leiki fyri báðar partarnar. – Fjølmiðlarnir gera ikki mun á átrúnaði og yvirgangi, og tí verður orðaskiftið merkt av fordómum. Tá islam javnan verður nevnt saman við yvirgangi, so skapast eitt fatanar­ligt samband millum orðini í huga­heiminum hjá fólki. Soleiðis fáa for­dómarnir fríar teymar, sigur hann. Ugur vísur á, at bretskar kann­ingar staðfesta, at miðvísar endur­tøkur av tveimum orðum í miðl­unum kunnu taka burtur egin­ leikan at skyna mun á orðunum. Myndin, sum verður skapað í miðl­ unum stendur ikki í røttum lutfalli til veruleikan. – Talið av teimum, sum skjóta frá hond í Guds navni, stendur ikki mát við tey mongu, sum verða væl samsnsjóvað í nýtt samfelag. Sagt kundi verið, at heildarmyndin átti at verið positivari. Hoyrdu vit ferð eftir ferð um buddistiskar yvir­ gangs­kroppar, fóru vit at óttast buddistar, heldur Ugur. Hann metir, at ræðusøgurnar verða valdar fram um tær positivu søgurnar. Hetta ger integrasjónina trupla. – Skalt tú integrera fólk í sam­ felagið, krevst eisini, at fjøl­miðlar­ nir gera sítt íkast. Til dømis er tað eggjandi fyri ein tilflytara at hoyra søgur, ein kann fyrihalda seg til. Útvarpið segði á jólum, at her var føroyskur muslimur, sum ætl­aði sær at hátíðarhalda jólini. Hetta vísir, at eisini muslimar taka við øðrum mentanum, sigur Ugur Kevioglu. Felags um samansjóðingina Føroyar hava ein gyltan møguleika at fáa í lag ein væleydnaðan integra­sjóns­hugburð, tekur ein við læru av mistøkunum hjá øðrum lond­um. – Eisini, um Føroyar fara at bjóða flóttum vælkomnum, sigur Ugur. – Tað er sera týdningarmikið at skapa ein dialog, soleiðis at báðir partar fáa fatan av ymiskleikanum mill­um mentaninar. Til hetta áttu føroyingar, at nýtt ágóðan av teimum, sum eru komin til Føroya frammanundan. Teir flestu til­flyt­ arar­nir hava føroyskan maka, og sostatt hava tey virðismikla vitan um virðini og lívsháttin hjá føroy­ ingum, sigur Ugur Kevioglu. Ugur ivast ikki í, at í Føroyum eru nógv fólk, sum vilja hjálpa teim­um, sum finna leiðina higar. Eis­ini er neyðugt, at tey, sum framm­an­undan hava roynt at flyta til Føroya, – Tey kunnu til dømis greiða frá, hví føroyingar hava konfimatión um várið og um heystið og halda jól í december, sigur hann og leggur aftrat. – Fara føroyingar at bjóða flótt­ um vælkomnum, vóni eg, at ein ber seg so klókt at sum møguligt. Her eru vinalig fólk, sum fegin vilja veita eina hjálpandi hond. Í Dan­ mark eru tað mest vælgerandi felags­skapir, sum taka sær av integrasjóns­arbeiðnum. Men í Føroyum ber til at bera so í bandi, at føroysku borgararnir standa saman um at fáa tilflytarar at ger­ ast ein partur av samfelagnum, skjót­ast gjørligt. Fólk flest vilja fegin standa á egnum beinum og geva sítt íkast til samfelagið, og verð­ur integrasjónin væleydnað, er talan um eina góða íløgu, tí allir borgarar gjalda skatt. Orðaskiftið um inte­grasjón snýr seg í stóran mun um tað peningaliga. Men tað mentanar­liga hevur eins stóran týdn­ing fyri, at tey, sum eru í Før­ oy­um og tey, sum koma til Føroya sum tilflytarar kunnu liva í samlag, staðfestir Ugur. POST@SOSIALURIN.FO PERSÓNSSØGA – Orðaskiftið um integrasjón snýr seg í stóran mun um tað peningaliga. Men tað mentanarliga hevur eins stóran týdning fyri, at tey, sum eru í Føroyum og tey, sum koma til Føroya sum tilflytarar kunnu liva í samlag, sigur Ugur Kevioglu »Her merkist ein trygg­ leiki á fólki. Føroyingar skulu ikki smæðast at samskifta við til­ flytararnar, sum koma higar at búgva« Ugur Kevioglu PRIVATMYNDIR