Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 21 Íris Björg Kristjánsdóttir, ráðgevi í íslendska innlendismálaráðnu GESTABLÍDNI HEVUR TÝDNING BRANDUR MORTENSEN NOLSØE Í sland hevur tikið ímóti flóttum á nærum hvørjum ári síðani 1956, og higartil hevur tað eydnast væl, sigur Íris Björg Kristjánsdóttir. Hon hevur arbeitt við útlendingaøkinum í útvið fimtan ár og metir, at verður ró fram undir, at føroyingar skulu taka ímóti flóttum, ber til at fáa fram sama positiva hugburðin, sum íslendingar hava havt hesa tíðina. – Tá tilflytarar og flóttafólk koma til Føroya, er alneyðugt, at tey fáa beinleiðis atgongd til sam­ fel­agið. Hetta merkir ikki bara, at sosialu skipanirnar lofta teim­um, og at tey fáa atgongd til ar­beiði og útbúgving. Eisini má vera kravt, at tey verða boðin inn á gátt hjá fólki, soleiðis at tey fáa samband við aðrar borgarar sum heild í Før­oy­um. Tá verður saman­sjóð­ ing­in væleydnað, sigur Íris Björg Kristjánsdóttir. – Í fleiri londum fáa tilflytarar eitt nú atgongd til útbúgving, men ikki til arbeiði. Sostatt hava tey ikki fingið beinleiðis atgongd til samfelagið, og tey verða ikki saman­sjóvað í samfelagið, vísur hon á. Positivan hugburð Ísland hevur søguliga ikki verið eitt av valdandi londunum í heiminum, men hevur tvørturímóti tørvað stuðul uttanífrá. Hendan støðan hevur sett sín dám á íslendingar, heldur Íris Björg Kristjánsdóttir. – Íslendingar vóru sjálvir til­ flytarar einaferð, og hetta trúgvi eg hevur gjørt, at vit duga at fyri­halda okkum til støðuna hjá tilflytararunum. Av tí at íslending­ ar eru vanir við flóttafólk og saman­sjóðingin hevur gingið væl, verð­ur hugburðurin positivur. Hóast Føroyar hava nógv til felags við Ísland, eru londini bæði ikki í somu støðu, greiðir Íris Björg Kristjánsdóttir frá. Í einum tryggum og av­byrgd­ um landi sum Føroyar kann ræðu­ myndin av flótta­fólka­kreppuni tykjast fjar. Er einki at identifisera seg við uttan myndirnar í miðl­ unum, er tað sjálvsagt at føroyingar óttast. – Men støðan í Íslandi er øðr­ vísi, tí har er siðvenja at bjóða fólki inn í landið. Einhvør, sum verð­ur boðin til Íslands, skal gera sam­ røðu, skrásetast sum borgari, og fáa tilvega stuðulsfamilju. Og tá tú sært, at hetta eru vanlig menn­ iskju, sum eru flýdd undan einari truplari støðu, tálmast óttin. Tey skandinavisku londini hava havt tað truplari, sigur hon.Tey hava lagt dent á at veita menn­iskja­lig­ an stuðul til tey, ið tørva hjálp. Men tekur tú ímóti so nógvum flótta­ fólki í senn í eitt langt tíðarskeið, so slepst ikki undan mistøkum. Hes­ um mis­tøk­um kunnu vit læra av. Átrokandi tørvur á tilflytarum Íris Björg Kristjánsdóttir slær fast, at tilflytarar koma ikki bara sam­ felagnum væl við, men at tørvur er eis­ini á teimum. – So við og við verður aldurs­ saman­setingin skeiklað, og um tretivu-fjøruti ár vera eldru borg­ arar­nir í ov stórari yvirváð í mun til fólk í arbeiðsførum aldri. Tí hava vit tørv á ungum fam­iljum, sum kunnu skapa størri javn­ vág í aldurssamanasetingini. Nýgg­ir borgarar geva eisini sam­ felag­num íkast, heldur Íris Björg Kristjánsdóttir. Meðan heimsins størsta flótta­ fólkakreppa herjar, og okkum tørvar fleiri borgarar, drála vit at bjóða teimum neyðstøddu til land­ ið. Hendan óhepna støðan kemst av ótta fyri tí ókenda. Ein háttur at beina fyri hes­ um ótta er, sambært Íris Björg Kristjáns­dóttir, at koma í samband við flóttafólkini. Talan nýtist ikki at vera um fleiri enn tvær famljur, og avgerðin nýtist ikki at vera bindandi. Hon greiðir frá, at Føroyar kunnu læra av roynd­ unum, Ísland hevur av at taka ímóti flóttafólki. – Tað ber væl til at byrja uttan at leypa framav. At taka ímóti tveimum familjum fer ikki at koll­ velta føroyska samfelagið. At vera ein sjálvstøðug tjóð við tjóð­skapar­ ligum heildarsamleika merkir, at ein tekur ábyrgd av heims­sam­ felag­num, tá neyðin rakar. Bjóða Føroyar tíggju flótta­fólk­ um inn í landið, vísur hetta ein hátt at taka ábyrgd. Ísland hevur longu bjóðað Føroyum alla ta hjálp, sum Føroyar tørva, so nú er bara at fara til verka, viðmælir Íris Björg Kristjánsdóttir. POST@SOSIALURIN.FO Integrasjón Vit hava tørv á ungum familjum, sum kunnu skapa størri javnvág í aldurs­ saman­setingini. Nýggir borgarar geva eisini samfelagnum íkast,« Íris Björg Kristjánsdóttir – Gestablídni mótvegis tilflytarum hevur týdning, sigur Íris Björg Kristjánsdóttir, ráðgevi í íslendska innlendismálaráðnum. Meðan marknaeftirlitini í Evropa verða herd, mugu onnur standa saman um ábyrgdina at veita flóttafólkunum trygd. Í samstarvi við flóttafólkanevndina hjá Sameindu Tjóðum, er Ísland eitt av londunum í norðri, sum á hvørjum ári bjóða neyðstøddum familjum vælkomnum PRIVATMYND