hósdagur 12. mai 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016
SOSIALURIN 55
22
MENTAN
TJÓÐHILD PATURSSON
H
ey Búi«, sigi eg, og gleðist
yvir Vikuskiftissosialin
– øll hendan skrivingin
gevur mær høvi at tosa
aftur við fólk, ið eg ikki havi prátað
ordiligt við í alt ov langa tíð – ja, í
hesum førinum í fleiri ár! At liva í
núinum er nakað yvirreklamerað
fjas!
Tí tá ið eg livi í núinum, sum eg
geri ein stóran part av tíðini (hóast
mín kærleiki fyri framtíðini ofta
fær meg at sveima), gloymi eg øll
tey, ið ikki eru her beint NÚ. Og
tá ið eg so eftir eina tíð (eini 4 ár)
vakni aftur úr míni nútíð og hyggi
aftur, ja, so merki eg hvussu nógv
eg sakni øll tey, ið einaferð vóru
her NÚ.
Mítt nýggja mál má vera at liva
meira í fortíðini, og minni nú. Altso
liva í tí, sum var nú í áðni. Búi er
óivað sum eg, tí tað merkist ikki á
honum at okkara seinasta NÚ var
fyri nógvum árum síðani; hann
prátar við meg, sum var tað í gjár, at
vit sótu í míni gomlu íbúð í reyða-
húsinum-á-horninum og prátaðu
um meiningina við lívinum.
Absurdi Búi við Audio
Visuelt Dansiteatri
»Vit
spæla
Audio
Visuelt
Dansiteatur og royna at lýsa
absurdu menniskjakonfliktir
nar á ein meira subtilan hátt
enn vit eru von við í vanligum
leikuppsetingum« … sjálvandi
Búi! Sjálvandi spælir tú okkurt
sovorðið, sum eg ikki ordiliga veit
hvat er.
Eg kenni Búa, ella eg kendi hann í
øllum førum fyrr. Og onkursvegna
kennast vit enn.
Fólk broytast einki serligt,
og hóast vit nú eru »vaksin«
og vit seinast vit hittust vóru
tannáringar, ja, so er hann einki
broyttur.
Vit tosa saman á Skype. Eg tosi
frá loftinum á Kunningarstovuni.
Eg havi matarsteðg, og eti meðan
eg tosi – nei, eg eri nokk heldur
ikki stórvegis broytt síðani eg var
tannáringur. Búi sigur okkurt um
»in-your-face-teatur«, eg skilti ikki
heilt hvat. Men eg ivist ikki í, at alt
teatur sum Búi fæst við er »in-
your-face«. Hann er eitt sindur
»in-your-face« – ella í øllum førum
hevur honum altíð dámt at traðka
á mørkini, men ógvuliga sjáldan
útum – síni egnu í øllum førum.
Tey hvørts mørk høvdu brúk
fyri einum skumpi, ja, tey hevur
hann gleðiliga hjálpt ávegis – og
flestu okkara hava nokk brúk fyri
einum slíkum skumpi av og á, ha?
Eftir míni bestu umseting,
so er tað, ið Búi roynir at siga, at
leikurin, sum so nógvir aðrir, er
um konfliktirnar innan í okkum
– løgnu og óstýriligu kenslurnar,
ið eru so torførar at fáa greiðu á.
Men heldur enn, sum vanligt er í
flestu leikuppsetingum, at »spæla«
kenslurnar og útrykkja tær við
kroppinum, so fara tey í hesum
stykkinum at leggja ljóð- og ljós
komponeringar afturat.
Ljóðið og ljósið í
kenslunum
Áskoðararnir sita millum fýra
stórar hátalarar, so heldur enn
at ljóðini kennast sum koma
tey uttanifrá, so verður skapað
ein kensla av at sleppa inn í
høvdini á leikarunum. Ljóðini
eru øll komponeraði til júst hesa
uppsetingina.
Afturat
komponistinum
hava
leikararnir
(tey
eru
fýra dansileikarir, ið fram
føra) ein ljóskomponist – við
stórum ljóskastarum lýsir ljós
komponisturin, saman við leikara
og ljóði, tær stóru kenslurnar, ið
røra seg innaní. Ljósið kann kastast
út í rúmið, niður á gólvið ella upp á
sjálvan leikaran.
Crave handlar um tær okkum
menniskju, tankar, konfliktir
og kenslur. Men hóast kenslur
onkuntíð buldra innan í okkum,
og innaru og uttaru konfliktirnar
fáa alt at skúma innaní, so er ikki
Búi Rouch sýnir saman við bólki sínum AINE Audio Viusuelt Teatur
til Nordic Performing Art Days. Leikurin eitur Crave, og lýsir abstraktu
menniskjakenslurnar á ein subtilan hátt… Skilti tú heldur einki av hasum?
Les so víðari – eg havi kent Búa í nógv ár, og eg haldi meg duga at umseta
Búianskt. Og orkar tú ikki at lesa? Far so bara til leikin. Eg eri vís í at tað
verður feitt, umframt at Búianskt er lættast at skilja sum teatur og dansur
CRAVE verður framført av
føroysk-svensk-týsk-russiska
bólkinum AINE í sambandi við
NORDIC PERORMING ART
DAYS 24.-28. mai. Nógvar aðrar
spennandi sýningar vera eisini
at síggja. Atgongumerkjasøla
og lýsing av ymisku leikunum
sæst á heimasíðuni hjá
norðurlandahúsinum
www.nlh.fo. CRAVE verður
framført 25. og 27. mai kl.20.00
í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
ABSURDU OG SUBTILU KENSLURNAR
AINE – ART