hósdagur 12. mai 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016
SOSIALURIN 55
23
IS NO EXCUSE
altíð at tað særst. Tað er ikki altíð
at hetta er so ógvusligt og týðiligt
í útrykki fyri okkum onnur. Tí eri
eg serliga spent at síggja hvussu
AINE fer at megna at lýsa stórar
kenlsur lættliga, granskandi og
varisliga – subtilt, sum tey sjálvi
kalla tað.
Úr Týsklandi til Føroya
Afturat Búa sjálvum eru tríggir
aðrir dansarir, ein komponistur
og ein visuellur listamaður. Tey
liva og arbeiða øll í Týsklandi –
tvey teirra týskarar, tvey svensk,
ein russi og so Búi. Hetta er fyrsta
uppsetingin hjá bólkinum.
Búi er enn ein av teimum
ungu, ið eru ávegis heimaftur
til Føroya. Eg havi eina kenslu
av at vit fara at hava eina tíð í
Føroyum við stórari tilflyting
av ungum nýggjum kreativum
kreftum.
Ein onnur sjónleikaravinkona
segði herfyri við meg: »Eg má
heim, Tjóðhild, eg má flyta heim
beint nú, tað bløðrar og brúsar í
føroysku grýtuni… og eg má vera
har, tá ið tað hendir«.
Eg veit ikki heilt hvat hon sipaði
til, eg veit ikki hvat tað er, ið skal
henda. Men í
øllum førum eri eg samd
í, at tað hendir ein rúgva, og at
tað beint nú bløðrar so nógv, at
grýtan næstan kókar yvir – men
bara næstan.
Vit mugu fara at flyta okkum
yvir í eina størri grýtu, ið rúmar
meira – tað er lætt gjørt.
MYNDIR: NICHOLAS CREPEA OG CHRISTIAN WIMMER